koma undan aftur, tá eg komi longri norður. Komi út á ein lítlan hamara, og har livir undir. So er at vera knappur og fáa hana. Hon fer undan og er á veg runt klettin. Sleppur hon runt, havi eg mist hana [...] miðuni norður eftir røðini, og so teir báðir royndu hvør sínu megin. Annar beint undir, og hin ovari á. Her skuldi verið góð leið, men teir láta einki at. Lítið var at síggja, tá teir vóru tann fyrra dagin [...] glopur og hol, har ein hara kann goyma seg. Tað er at stíga varliga. Syrgja fyri sum mest at stíga á klettin. Eitt sindur av frosti er her í erva, og tað brakar, har vátt hevur verið undir. Síggi bara
upplýsingar, sum felagið byggir sína støðutakan á. Her verður beinleiðis sipað til tillagingina av nótaflotanum frá 20 til 7 fiskifør, sum FAG hevur víst á. Eg rokni við, at FAG hevur væl grundaði svar til [...] roknað eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri heimaflotanum (LxBxDxHK), so er talan um ein vøkstur upp á umleið 600%. T.v.s. veiðiorkan er seks ferðir størri, enn hon var. Hetta er tó fult lógligt – fyri henda [...] ferð føra fram, at tað er nógv betri við kvotum enn fiskidøgum. Í hesum sambandi verður eisini víst á, hvussu væl reiðaríir, sum virka undir kvotaskipanum klára seg; og aftur her verður víst til nótaflotan
eingilskmaður, gentlemaður, undirhaldari, tónleikari, skemtari og lærari. Soleiðis kundu vit hildið á at reksa upp eina rúgvu av orðum um Robert Mc. Birnie, enska sørvingin úr Vági, men so høvdu vit ikki [...] tann høviski og væl klæddi maðurin, ið hevur ta áskoðan, at ítróttarklæðir eru til ítrótt, og skalt tú á matstovu, ert tú altíð “dressed for dinner”. Tú elskar enskar spenningsfilmar og undirhaldssendingar [...] einasta dag. Tú hevur lagt nógva orku í serliga ítróttarfelagið VB, har tú millum annað hevur spælt á besta liðnum og verið venjari. Tit vóru tá ein framúrskarandi greipa har suðuri, sum løgdu tykkara sál
skal hýsa málningum, ið Steffan Danielsen hevur málað. Enn snýr tað seg bert um eina ætlan, sum liggur á tekniborðinum, men sum kortini liggur fremst í hugaheiminum hjá tí 85 ára gamla Emil Thomsen. Hóast [...] Hóast árini eru vorðin mong, so hava tey ikki tikið eld- og skapanarhugin frá Emil, sum vónar, at heilsan fer at loyva sær at fullføra hetta stóra og spennandi tiltak. ?Eg haldi meg longu hava fingið nógv burtur [...] soviklivar við koyggjum í tveimum hæddum til 16 fólk. Rúmini verða øll upp í tróðrið við bitum og takljósi á mønini. Endaveggirnir verða, saman við nakað av langvegginum, grótlaðaðir. Sjálv Steffansstova er mett
. Serkunnleikin Helena minti á, at hon bert er leikfólk á økinum og fegnaðist hon um at kunna lata orðið til serkunnleikan, Hans Bisgaard, professari, dr. med, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum. Hans Bisgaard [...] Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og forkvinna í nýstovnaða lungnafelagnum, beyð vælkomiin, tá ein lítil skari av lurtarum hevði leitað sær út í veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið. [...] Danska lungnafelagið kom við áheitan um at seta á stovn felag í Føroyum og hetta varð mett at vera gott hugskot. Helena vísti á, at føroyskur ungdómur roykir mest í Europa og at royking er orsøk til alskyns
líkt til, at tey eisini hava búð í Fleetwood á vesturstrondini á Englandi, har fyrsta barnið er føtt. Sambandið við familjuna og føroyingar í síni heild helt á. Nógvir føroyingar landaðu tá í Hull, og Helena [...] seinni skipari á teimum fyrstu flakatrolarunum, sum vórðu bygdir í Onglandi, "Fairtry", I, II og III nevndir. Eitt skifti hevði hann egið skip ”Paynther” á navni. Seinni árini var hann lærari á einum fisk [...] 1942. John sigldi eisini sum fiskimaður og fýrbøtari á trolarum. Hann var frá barni av nakað blindur, men sigldi so leingi heilsan var og fór síðani upp á land at arbeiða. Seinastu árini var hann náttarvakt
Guiding Star inntil kríggið. Grundað á manningarlistan fyri 1938, og eina mynd av manningini, har hon stendur við snøri, hevur Esmar sett nummur á, so tað bæði sæst hvar á skipinum, hvør maður hevur staðið [...] skip fóru á hesa veiðu, sum annars var rættuliga umstrídd. Men henda veiðan helt so á í nøkur ár. Aksel og Esmar høvdu garnavirkið saman í 40 ár, til Esmar fór burtur úr virkinum í 1995, tá heilsan fór at [...] greitt er frá, og her er ikki komið á mál. Men tá ið hann er blivin 90 ár, um heilsan er, roknar hann við, at hava øll húsini, sum tey vóru tá. Aksel Makkarin hjá Esmar á Garnavirkinum var beiggi hansara
Jógvan Poulsen, fyrrv. lærara á Strondum, ið skrivaði bíbliusøgu sína á føroyskum, og man hann vera tann, ið hevur ávirkað gomlu strandingarnar til at skrivað føroyskt á teir elstu gravsteinarnar í gamla [...] gravar á Strondum leygardagin. Kirkjan var fullsett, nú ið gamli deknur og lærarin fyri seinastu ferð var í Sjóvar kirkju. Veðrið var av tí allrafagrasta. Vakurt var um landið alt , men henda dagin á Strondum [...] Poulsen, fyrrv. løgtings- og fólkatingsmann á Strondum. Johan Poulsen var limur í kirkjustjórnini í 32 ár og deknur í Sjóvar kirkju øll árini, hann var lærari á Strondum, og meira enn tað, tilsamans 50 ár
dagliga gongd gekk oman á vaskaríið á Hafnia til arbeiðis. Um barnagarðsaldur minnist eg pápa arbeiða í Gamla Bókahandli og mammu sum tá arbeiddi um ”smyrjubreyðsjomfrú” á Hafnia. Babba hevur nokk [...] sítt arbeiði á Hotel Hafnia eftir teirru umstøðum sum hava verið. Onkuntíð lang tíðarskeið á hotelinum, aðrar tíðir stytri. Góðveðursdagar var ikki óvanligt at mamma og pápi tóku okkum við á Norðradalsskarð [...] tað. Á hendan hátt hava tey eisini nomið sær kennskap við nógv ymiskt fólk runt heimin, har tey enn halda samskiftið viðlíka. Ein kundi óivað nevnt nógv onnur ting afturat, men hettar verður so tað á hesum
var kokkur. Vilmund var síðani við Beinisvørð í trý ár, til hann í 1954 fór á skiparaskúla. Fyrsta skip, hann var skipari á, var “Karl”. Hann var eisini við norskum trolara sum Niclas Hovgård, ommubeiggi [...] skipari við “City of Norwich”, og tá Jóan P. hjá Mouritsi, sum var skipari á “Saksaberg”, doyði umborð, fór Vilmund tá umborð á Saksaberg sum skipari. Hann var eisini eitt skifti skipari við “Sjófarinum” [...] og Jógvan. Arni plagar at siga frá, hvussu tað er at vera saman við Vilmundi á sjónum. Arni sigur at tað sera gott at vera á sjónum saman við Vilmundi, tí hann er so stuttligur og arbeiðssamur maður. Vilmund