Allahalganna er farin afturum, og nú er tíð at skjóta haru, hetta til nýggjárs. Nógvir mans ganga við byrsu í haganum, men ymiskt er, hvussu veiðan eydnast.
Vit fara ein túr í morgin. Teir hava verið fyrstu ferð, men tað gekk einki soleiðis. Fingu bara ein part av tí, teir plaga at fáa fyrsta dag. Tað man vera veðrið, sum ger tað, halda teir, tí ættin hevur verið ólagalig í einar fjúrtan dagar nú.
So er at gera klárt. Finna útgerðina fram. Byrsa og patrónir eru til reiðar. Ein fetil má havast við, um tað skuldi hent, at tú møtti eini haru. Og tað skuldi tú helst, tá soleiðis er.
Leygarmorgun. Tað fer eitt lot út eftir vágni, men tað er líkasum minkandi. Nakað kølið er, so kanska er frost í fjallinum. Men eingin kavi soleiðis kortini. Eitt følv um tindin.
Vit taka brekkuna beint upp. Royna at koma okkum niðan við markinum heimantil og ganga so norður gjøgnum Reynini, tosa teir, sum staðkendir eru. Og tað skuldi ligið væl fyri í dag, tí tað kemur ein høgættarond heimeftir, so vit ganga móti tí loti, sum er. Tað hjálpir eisini, tá tú hevur við skapning at gera, sum hoyrir so væl sum hara.
Teir vita av einari, sum situr inni hjá grannanaum eitt sindur heiman fyri markið. Tað ber ikki til at skjóta hana, hóast hon tykist sita rímilig føst. Og ikki fæst hon forskrekt so heldur, at hon kemur um mark til okkara. Fer heldur hinvegin, sum vera man. Annars er einki at síggja niðan gjøgnum undirhagan til vit koma í Reynini.
So skipa teir seg av nýggjum. Nýbyrjarin skal ganga í miðuni norður eftir røðini, og so teir báðir royndu hvør sínu megin. Annar beint undir, og hin ovari á.
Her skuldi verið góð leið, men teir láta einki at. Lítið var at síggja, tá teir vóru tann fyrra dagin.
So verður farið. Spakuliga við øllum sansum spentum. Lendið er »haruligt«, sum tikið verður til. Grýtugt. Klettar við steinum ímillum. Fleiri glopur og hol, har ein hara kann goyma seg.
Tað er at stíga varliga. Syrgja fyri sum mest at stíga á klettin. Eitt sindur av frosti er her í erva, og tað brakar, har vátt hevur verið undir.
Síggi bara tann ovara mannin í løtuni. Hin er farin omanav, men man fara at koma undan aftur, tá eg komi longri norður.
Komi út á ein lítlan hamara, og har livir undir. So er at vera knappur og fáa hana.
Hon fer undan og er á veg runt klettin. Sleppur hon runt, havi eg mist hana. Men hon er nær, og kann skjótt fara í knús, um eg skjóti. Men har er einki at gera.
Spenningurin er øgiligur, merktist aftaná. Tí tey sekundini alt hetta vardi, varð ikki hugsað.
Skotið smellur og hon steindoyr. Eitt skot er eftir, og tað er at hyggja seg um, um nú ein onnur er onkunstaðni og loypur, tá tað brestur, Men eg síggi einki.
Taki úr og løði aftur og fari niður av efti haruni, sum har liggur.
Síggi tann niðara mannin aftur, hann peikar. Haldi, at hann hevur sæð eina aðra og fari lúrandi kring klettin. Men har er einki. Tað var mest ein heilsan frá hansara síðu.
Meðan eg fatli, brestur eitt skot niðanfyri. Nú eru tær tættar, letur til. Og ikki eri eg meira enn farin til gongu, so skjýtur hann oman fyri eisini.
Nú hava allir fingið hvør sína innan fyri einar fýra-fimm minuttir. Hetta verður dagur í viku, hugsa ivaleyst allir í felag.
Men vit ganga. Fara allan hagan á tamb, men síggja bara onkra hendinga haru fleiri mál burtur.
Ikki fyrr enn komið verður út aftur undir fjallinum heilt í erva, er ein, sum kemur so frægt í mál, at tann ovasti maðurin heldur seg til at skjóta. Hann fær hana, so nú eru tær fýra.
Og har við verður tað. Hóast líkindini nú eru frálík, stendur púra einki til við haru haganum. Umframt tær fýra, vit fingu, vóru fimm aðrar at síggja. Tað var alt. Og eingin soleiðis í máli, at tú kundi siga, at hasa átti tú at fingið.
Men tann vælsignaði túrur. Bara tað at ganga millum fjøllini ein slíkan dag, vigar ríkiliga upp fyri tað, at úrtøkan ikki er nakað at reypa av.
Men hinumegin skjóta teir dúgliga. Tað ljóðar sum í Kosovo. Annaðhvørt er øgilig nógv hara har undan ættini, ella raka teir øgiliga illa.
Men hetta tekur ikki mótið kortini. Gera beinanveg av at fara avstað aftur, fyrsta høvið býðst. Goldið er fyri hagan, og so er at brúka rættin, meðan hann er.