Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og forkvinna í nýstovnaða lungnafelagnum, beyð vælkomiin, tá ein lítil skari av lurtarum hevði leitað sær út í veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið.
Danska lungnafelagið kom við áheitan um at seta á stovn felag í Føroyum og hetta varð mett at vera gott hugskot.
Helena vísti á, at føroyskur ungdómur roykir mest í Europa og at royking er orsøk til alskyns sjúkur, sum kosta samfelagnum dýrt.
Hon nevndi trupulleikan við royking á almennum støðum og at lærarar, pedagogar og foreldur eru fyrimyndir hjá børnunum. Ætlanir eru í Føroyum um eitt sonevnt fyribyrgingarráð, segði forkvinnan í Føroya Lungnafelag.
Serkunnleikin
Helena minti á, at hon bert er leikfólk á økinum og fegnaðist hon um at kunna lata orðið til serkunnleikan, Hans Bisgaard, professari, dr. med, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.
Hans Bisgaard hevði sum høvuðsuppgávu at upplýsa um barnaastma og lungnasjúkur hjá børnum.
Hann trein beinanvegin fram sum fryntligur og fyrikomandi maður. Hann heitti á áhoyrararnar um at bróta av, um spurningar tóku seg, tí hann var sum barnalækni og foreldur vanur við at verða avbrotin
Hans Bisgaard setti beinanvegin hetta við iki at fáa luft í eitt ljós, so øll skiltu trupulleikan - astma.
Hann kom inn á ymsar trupullekar, ið skúlabørn við astma hava og smábørn.
Astma ávirkar lívsviðrið. Lunguni vera verri og vinna ikki førleikan aftur. Nógv vaksa frá barnaastma, men hetta kann ikki tæna sum orøk til einki at gera við trupulleikan.
Um 80% av smábørnum vaksa frá sjúkuni og 1/3 av skúlabørnunum. Men 1/3 av hesum koma aftur seinni sum sjúklingar.
Tubbak aftur orsøk
Hans Bisgaard vísti á, at astma er ein sjúka, ið er tvífalda seinastu 20-30 árini. Enn veit ein nærum einki um orsøkina til sjúkuna, men gitingarnar eru nógvar. Umhvørvisdálking hevur verið eitt git, men ein týsk kanning hevur víst hesum aftur. Tað vóru nevniliga fleiri tilburðir av astma vestarumegin múrin í Berlin, enn eystaru megin, har dálkingin var øgilig.
Eisini vísa kanningar, at jú fleiri systkin eru, færri eru astmatilburðirnir. Víst hevur verið á matin og á, at vit í dag búgva í tøttum og væl bjálvaðum húsum.
Men einki av hesum kann staðfestast sum verulig orsøk.
Bert tobbak og roykur eru staðfest sum orsøk. So einfalt er tað.Tað er heldur eingin loyna, at tubbak minkar um dygdina í lungunum.
Foreldrini roykja
Hans Bisgaard vísti á, at um barn býr í einum heimi, har foreldrini roykja, so minkar lungnadygdin við 1% og vandin er øktur fyri ovurviðkvami og astma.
Bisgaard kom inn á sjúkuna Primær Cilie Dyskinesi. Lutfallsliga nógvir føroyingar hava sjíkuna. 12 hava hana í Føroyum og 50 í Danmark. Samstarvsgransking er millum Danmark, Føroyar og fólk í London um hesa sjúku, og vóna tey at finna genið.
Hans Bisgaard dent á týdningin av at staðfesta sjýkuna og at arbeiða við fyribyrging.
Føroyskt roykmet
Formaðurin í Danmarks Lungeforening, Mogens Thiim, kom síðani við eini heilsan frá danska felagnum og nevndi keðiliga føroyska metið, sum føroyingar eiga, tá tað kemur til royking. Har eiga vit heimsmet.
Thiim fegnaðist annars um nýstovnaða felagið og vónaði framhaldandi gott samstarv.
Ikki fingrarnar ímillum
Jón á Steig, yvirlækni, var bersøgin og legði turr tøl ogtalvur fram. Sigandi prógv um ovurhonds stóru roykingina í Føroyum
Hann vísti á teknaran Óla P., og hvussu hesin teknar ein rættan føroying. Ein samanhokin maður við sigarett í munnklovanum!
Nógv hava sjúkuna kroniskt bronkitis. Hetta er av royking.
Hóast ein ikki doyr beinanvegin av hesum, so lækkar lívsvirðið. Og eftir bronkitis kemur lungakrabbi og tá er deyðin vísur, tí eingin heilsubót er fyri krabba.
Jón á Steig segði, at frammi hevur verið, at føroyingar byrjaðu at roykja undir krígnum. Tølini stuðla hesum, tí árinini koma nøkur ár eftir.
Í 1955-99 høvdu 7 føroyingar lungakrabba. Í 1980-84 høvdu 97 lungakrabba og talið fyri 1995 og tað, ið farið er av 1999 er 94.
Og sum á so mongum økjum, so eru kvinnurnar eisini her við.
Jón vísiti eisini tøl frá eini kanning, har spurt var í mongum londum millum ungdóm í 15 ára aldr, um royki vanar.
Føroyar vóru alng á odda og settu met.
Hann vísti á, at byggir t.d. ein kommuna ein skúla, so gongur ikki long tíð, til ein kiosk letur upp nærhendis, har sigarettir verða seldar í leysum.
Jón á Steig staðfesti, at roykjarar eru tað fólkaslag, ið lýgur mest fyri sær sjálvum.
Høvuðsboðskapur hansara var, at tað er ongantíð ov seint at leggja av at roykja.
Heldur ein á at roykja, so situr ein at enda á songarstokkinum og hugsar bert um at anda.
Leggur ein av, so økjast møguleikarnir fyri at síggja børnini giftast og barnabørn blíva student og so amvegis.
Fá
Hóast Føroyingar seta keðilig met, so hevði fundurin hjá Føroya Lungnafelag ikki áhuga hjá fjøldini.
Helena Dam á Neystabø takkaði teimum, ið komu á fund, og vónði, at tey høvdu nýtt møguleikan at tekna seg sum lim í felagnum.