Gávuríkur vágbingur fyllir sjeyti

– Ein heilsan til okkara elskaða Robert Mc. Birnie

Sørvingur, vágbingur, eing­ilsk­maður, gentlemaður, undir­haldari, tónleikari, skemt­ari og lærari. Soleiðis kundu vit hildið á at reksa upp eina rúgvu av orðum um Robert Mc. Birnie, enska sørvingin úr Vági, men so høvdu vit ikki fingið alt tað við í heilsanina, sum vit so fegin vilja senda tær nú, tú rundar tey sjeyti.
Góði pápi, abbi, verfaðir og maður hjartaliga til lukku við runda degnum 1. november 2013.

Familjan
Mamma tín, Kristina úr Sør­vági, var ein av føroysku kvinn­­un­um, ið fekk sær ensk­­an sjeik undir krígnum. Hon var mild, blíð, musikalsk, skemti­lig og hevði ikki minst ein nýmótans hugsanarhátt. Tá pápi tín Robert flutti aft­ur til Onglands, gjørdist Krist­ina einlig mamma og flutti saman við tær til Vágs at búgva, har hon giftist vág­binginum Edmundi Petersen. Saman við honum fekk hon tínar yngru systrar Lailu og Heidi. Pápi tín giftist í Onglandi og fekk fimm børn, 3 synir og tvær døtur. Áðrenn hann kom til Føroya, átti hann eisini eina dóttur, sum í dag býr í Australia.
Tú hevur fingið samband við alla tína eingilsku familju – eisini eldru systrina í Australia, sum tú sást fyrstu ferð í 2008. Nú hevur tú eisini syrgt fyri, at bondini ganga í arv til næsta Mc. Birnie ættar­lið. Hetta hevur tú bara gjørt, næstan uttan at nak­ar hevur varnast tað, tí tú ger alt í tí stilla. Stillisliga og yndisliga flytir tú ting, og nakað nýtt sprettur upp, og so er tað bara har knappliga. Flott!

Persónurin
Eyðmjúkur, róligur, friðar­lig­ur, skemtiligur, heitur, kær­ur, vakur og egin. Tú hevur altíð verið øðrvísi – bæði sum pápi, maður og abbi. Eing­ilsk­maðurin í tær er gentle­maðurin, vit kenna. Tað er tann høviski og væl klæddi maðurin, ið hevur ta áskoðan, at ítróttarklæðir eru til ítrótt, og skalt tú á mat­­stovu, ert tú altíð “dress­ed for dinner”. Tú elskar enskar spenningsfilmar og und­ir­halds­sendingar og gongur høgt upp í, hvussu tú skeinkir te í tesíl, og so ert tú altíð “organized”. Ein modern­að­ur maður og pápi við passión fyri so nógvum ymisk­um so sum matgerð, ítrótti, tónleiki og skemti, og sum altíð hevur verið luttak­andi í øllum heima.

Ítrótturin
Fótbóltur, VB, B36, Tottenham, flogbóltur og nú svimjing nærum hvønn einasta dag. Tú hevur lagt nógva orku í serliga ítróttarfelagið VB, har tú millum annað hevur spælt á besta liðnum og verið venjari. Tit vóru tá ein framúrskarandi greipa har suðuri, sum løgdu tykkara sál í VB. Nakað øll nutu gott av í mong ár aftaná.
Svimjingin um dagarnar fyllir nú allarmest hjá tær og ikki minst prátið um politisk mál við “the usual suspects” í hitarúminum.

Arbeiðslívið
Tú ynskti sum ungur at vera skipsførari og sigla úti í heimi. Tú gjørdist lærari ístaðin, og tað hevur eisini dámt tær væl og fall tær ser­stakliga lætt. Fleiri ferðir hava næmingar heiðrað teg sum “ársins lærara”. Sjó­mans­lívið slepti tó ikki tær, og ert tú fleiri ferðir sloppin at royna teg sum sjómann og kokk “far from the Madding Crowd” umborð á føroyskum skipum – ja bæði sluppum, línubáti og trolarum. Vit kunnu nevna sluppuna Jo­honnu, Gásholm, Polarborg og Enniberg.

Tónleikurin
Tónleikurin hevur fylt nógv. Tað vita vit. Red Boys, Faroe Boys, Jákup, Robert og Ólavur og Robert og vinmenn. At liva saman við tær hevur giv­ið okkum tónleik langt inn undir húðina. Vit hava lært nógv og kunnu vit siga, at vit onkursvegna hava flotið runt í einum upp­livilsis­heimi saman við tær, har vit hava heilsað uppá og hitt nógv serstakliga áhuga­verd fólk í føroyska og út­lendska tónleika- og undir­halds­heiminum. Takk fyri tað.

Skemtarin
“Humor ist der Schwimm­gürtel auf dem Strom des Leb­ens”. Soleiðis segði vin­mað­urin Hjørleif Enni sáli um humor. Líka nógv sum tónleikurin, hevur skemt havt at týða fyri teg. Nýggjárs­skemt í Vági, veðragildið í Framtíðini í Vági og undirhald til óteljandi veitslur. Og tú verð­ur enn umbiðin, nú tú er 70. Fólk spyrja oftani, hvað­ani íblásturin kemur øll hesi árini. Tað stuttliga er, at tú sært sketsjur í so nógv­um – ja dagliga hugsar tú í sketsjum og sær alt fyri tær beinanvegin. Soleiðis skap­ar tú áhaldandi nýggjar “figur­ar” til undirhaldið og søgur og sangir.
At enda enn eina ferð hjartaliga til lukku við deg­num. Vit elska teg!
----
Ein heilsan frá
konu, børnum við makum og abbabørnum