Hjalgrím Poulsen, deknur, in memoriam

Miðvikudagin hin 12. juni andaðist Hjalgrím Poulsen, fyrrv. deknur í Sjóvar kirkju, og fór til gravar á Strondum leyg­ardagin. Kirkjan var full­sett, nú ið gamli deknur og lærarin fyri seinastu ferð var í Sjóvar kirkju. Veðrið var av tí allrafagrasta. Vakurt var um landið alt , men henda dagin á Strondum tóktust okk­um tað serliga vakurt. Tað var, sum vildi bygdin heiðra og veita trúgva syni sín­um hitt seinasta brosi.
Hjalgrím var sonur Janu og Johan Poulsen, fyrrv. løgtings- og fólkatingsmann á Strondum. Johan Poulsen var limur í kirkjustjórnini í 32 ár og deknur í Sjóvar kirkju øll árini, hann var lærari á Strondum, og meira enn tað, tilsamans 50 ár.
Hjálgrím gjørdist dekn­ur í Sjóvar kirkju eftir fað­irin í 1968 og var tað til 1. s. í atvent 2004, í tilsamans 36 ár. Tá var bara ein dekn­ur, men onkuntíð høvdu teir hjálpardekn, sum las. Hjá Hjalgrími var hjálpar­dekn­urin Carl á Flatutrøð á Strondum, sum lærdi seg lestrar uttanat og kundi endur­geva teir eftir minni eins og nógv kvæði. Hjalgrím dugdi tiltikið væl at lesa. Tann fyrsta sunnudag í hvørj­um mánaði varð sung­ið og lisið á donskum, eisini “Fadervor” og bønirnar inn og út. Frammanundan hevði tað verið annanhvønn sunnu­dag á donskum. Men mið­skeiðis í sjeytiárunum sam­tykti kirkjuráðið at fara yvir til bara føroyskt. Onk­ur vildi geva mær skyld­una ella heiðurin, men sann­leik­in er tann, sum lítli-Jógv­an á Viðareiði plagdi at taka til, at eg vildi hvørki taka lut í málsviðgerðini ella at­kvøðu­greiðsluni. Strand­ingar skuldu sjálvir sleppa at gera tað av, og sambands­menninir á Strondum valdu at fara yvir til bara føroyskt í gott sam­ljóð við Jógvan Poulsen, fyrrv. lærara á Strondum, ið skrivaði bíbliusøgu sína á før­oyskum, og man hann vera tann, ið hevur ávirkað gomlu strandingarnar til at skriv­að føroyskt á teir elstu grav­steinarnar í gamla kirkju­garði.
Hjalgrím var lærari á Strond­um 1957-58 og aftur 1966-96 og varaskúlastjóri frá 1978, og lærdi hann um kvøld­arnar nógv av teimum ungu á Strondum og Skála at spæla klaver. Hjalgrím sat eitt skifti í bygdaráðnum og tók annars dúgliga á sín friðarliga hátt lut í nógvum av tí virksemi, sum var í Eyst­ur­oynni. Hann var í 1969 við til at stovna Lions í Eyst­ur­oy og tók íðin lut í tí virk­sem­in­um, m.a. við lista­fram­sýning og árligu kapp­siglini á Skála­fjørðinum við 4-manna før­um við seglum, ið byrjaði í 1971 og framvegis fer fram.
Hjalgrím fekk sær konu av Nesi í Eysturoy, hvar ið hann var lærari á Toftum 1958-66, Marjun f. Danielsen, sum trú­føst hevur verið við lið hans­ara øll árini. Marjun og Hjal­grím eiga 3 børn, elstur av teimum trimum er Jóhan, sum eg havi konfirmerað. Tá var abbin, gamli sambands­høvdingin Jóhan Poulsen, eis­ini við. Síðan er tað arki­tekturin Heidi, sum eg eisini havi konfirmerað, og yngst er Jana, sum eitur eftir ommuni, og sum eg havi doypt. Tað hev­ur verið ein fragd at verið saman við teimum. Marjun sang í Stranda kóri saman við Elsebeth undir leiðslu av Ámundi Berthelsen, tær báðar spældu eisini flogbólt saman, og minnast vit ein skemtiligan fótbóltsdyst, tær spældu á Skála til frama fyri nýggja vøllin, Strandakvinnur móti Skálakvinnum.
Tað vóru ríkar løtur í Sjóv­ar kirkju saman við Hjal­grími sum dekni, sitandi á beink­inum frammi í kór mann­­fólka­megin, og Jó­han Dávid á beink­in­um í hin­­­um borðinum, með­an Christ­­ian Høj sat við urg­una. Trúfastir tænarar og góð­ir samstarvsfelagar vóru teir, altíð við tí góða. Seinni tók bróð­irin Erhard við sum klokk­ari eftir Jóhan Dá­vid og Ámund Berthel­sen við sum urguleikari eftir Christ­ian Høj, og gingu teir í somu sporum. Hjalgrím var fyri­komandi og altíð til reiðar við tí góða. Amandus plagdi standa í forkirkjuni og bíða, um tað var okkurt, sum ikki var, sum tað skuldi. So noydd­ist hann at fara í hernað, sum hann segði. Og minnast vit seinastu ferð, Amandus var í kirkju og til altars, at hann tók nýstroknan lummaklút upp úr lummanum og streyk sær um munnin, sum hann plagdi, reistist og fór ikki út úr kórinum, men tók fetini yvir til Jóhan Dávids og Hjal­gríms og gav teimum hond­ina. Tað var skilligt, at hann vildi takka og kanska siga farvæl, tí at sunnudagin eftir varð hann funnin lívleysur uttanfyri.
Tey seinastu árini fór heilsa­n at bila hjá Hjalgrími, og nú er hann so farin tann veg, sum eingin okkara slepp­ur undan. Hjá sær í ferðini hevði Hjalgrím tann frelsara, hann so trúfastur hevði tænt við lestri sínum í kirkjuni tey nógvu árini. Við honum eiga vit ikki bara trúnna, men eisini vónina um ein dag at síggjast aftur handan deyða og grøv.
Friður veri við minninum um Hjalgrím Poulsen!
-----
np