- Vit taka fulla frástøðu frá, at ein spælari hjá okkum slær ein mótstøðumann, men at hin nú skal spæla ósekur, er bara ovboðið, sigur venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen. Les eisini: Poul breyt [...] eftir at tað kom til ilnar millum Poul Ingason hjá HB og Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi, er farið fullkomuliga av sporinum. - Okkara spælari var ikki tann fyrsti at sláa, og har vóru bæði sløg og spørk frá [...] geilar av tí. Hetta er bara ov langt úti. Les eisini: Poul Ingason: Eg skumpaði hann Venjarin hjá Víkingi sigur, at søgan í stuttum er tann, at dysturin koyrdi fínt, til hetta brádliga hendi. Alt gekk so
nógvar bygdir kring um í landinum. Árni Jacobsen á Landsverki sigur, at enn ber ikki til at siga, nær koyrandi verður aftur. Men hann sigur, at nú er veðrið batnað, og at tað sær frægari út. - Tað er hildið [...] framvegis nógvastaðni og tað tarnar arbeiðnum hjá Landsverki at grava. Í Vestmanna, og aðrastaðni er so nógv at grava, at tey mugu brynja seg við toli, sigur hann. Samstundis verður framvegis mælt frá at [...] Nú lurta fólk betri eftir ávaringunum Hann sigur, at longur út á fyrrapartin vita teir meiri um, hvussu líkindini at koyra verða seinni í dag. Árni Jacbsen sigur, at sum støðan er nú, er tað ikki koyrandi
Øll samferðslan hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum liggur lamin nú seinnapartin. Gongd hevur so dánt verið á í morgun, men nú eru skipini løgd og bussarnir settir kring alt landið, sigur Jens Petur Brattalíð [...] Brattalíð ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Hann sigur, at tað gott út í morgun, tí tað var ikki tað óveðrið, sum var fráboðað. Men so brast hann á sum út einum byrsuskoti og tí er samferðslan innanlands [...] tað er ráðiligt, sigur hann. Teistin hevði tveir og ein hálvan tíma úm túrin um Skopunarfjørð í morgun, tí teir lógu bakk, og Smyril hevur bara siglt norður í morgun og siglur ikki suður aftur fyrrenn klokkan
fyri pólska málverjan hjá Arsenal, Wojciech Szczesny, sum roykti eina sigarett í skiftirúminum nýggjársdag, aftaná, at Arsenal hevði tapt 0-2 ímóti Southampton. Høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger [...] gjørdist um eina dýra sigarett hjá Wojciech Szczesny. - Wojciech Szczesny gjørdi eitt stórt mistak við at roykja eina sigarett í skiftirúminum. Hann er ikki tann fyrsti, sum ger slíkt, og hann kemur heldur [...] heldur ikki at verða tann síðsta, sum ger slíkt, sigur Arsene Wenger í viðmerking til enska blaðið "The Daily Mirror". Men Wenger staðfestir samstundis, at Wojciech Szczesny hevur biðið um eina umbering
Útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr vatnorku, sigur SEV. Til samanberingar kann nevnast, at 39 prosent av elorkuni [...] Í uppgerðini hjá SEV verður boðað frá, at grøna elorkan úr vatni og vindi stóð fyri 51 prosentum av samlaðu orkuframleiðsluni, samstundis sum framleiðslan úr olju minkaði við 16,5 prosentum. - 51 prosent [...] prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldunum og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum, sigur SEV. Harvið er elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum
var staddur einar 90 fjórðingar suður úr Akrabergi. Eldurin var kyknaður í maskinrúminum á uppsjóvarskipinum og tí vórðu boð send til lands eftir hjálp. MRCC í Havn sigur, at vaktarskipið, Brimil og danska [...] danska verjuskitið, Thetis, sum lógu í Føroyum, fóru alt fyri eitt avstað og vóru hjá russiska skipinum í morgun. Fyribils hava tey bæði hjálparskipini tikið 18 av russisku monnunum av russiska skipinum [...] í nátt, men enn er ikki gjørt av, hvagar tey fara, kanska til Havnar, kanska inn á Skálafjørðin, sigur MRCC.
stoypuskeiðini. Leif Hansen sigur, at The Crucifixion hjá John Stainer er á skránni á páskum, kórstevna í apríl, kórferð til Liverpool í mai, og hvør veit um ikki Messias fer ein túr suður í Saltsiloina í desember [...] nógv í 2014. Tað sigur nólsoyingurin, Leif Hansen, sum er giftur fuglafjarðarpresti, Anne Mette Greve Klemensen. - Tónleikaliga vóru tvinni hæddarpunkt. Annað at framføra Requiem hjá Mozart saman við [...] orkestri um páskinar, og hitt var at byrja sum kórleiðari hjá Havnarkórinum í heyst, eftir at Ólavur Hátún takkaði fyri seg. Leif Hansen sigur, at hann helt nýggjár saman við konu og børnum. - Vit bæði
av 2014 fingu ein son, og hini bæði børnini hjá okkum blivu stóribeiggi og stórasystir. Hetta er eisini tað, sum eg serliga fari at minnast 2014 fyri. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. [...] haraftrat er Vágs kommuna nú fyri fyrstu ferð í eini 25 ár undir einari álíkning í skuld. Borgarstjórin sigur, at hetta eisini hevur gjørt tað møguligt at lækka skattaprosentið í Vági í 2014 og aftur í 2015. [...] fyri Vágs kommunu. - Í komandi ári letur upp nýtt býarbókasavn í miðbýnum, og eisini verður Føroya fyrsti langhylur tikin í nýtslu í Vági. Hetta eru tvey tilboð, sum eg og mong onnur við mær eru sera spent
í Noregi, og aðrir sigla við norskum skipum. Tí er tørvur á hesi flúgving. Tað sigur Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways. Hann vísir á, at tá flúgving eisini verður mánadag og fríggjadag [...] føroyingar kenna Bergen sum bý - ikki minst frá tí tíðini, tá Bergen var ein partur av farleiðini hjá Norrønu. - Bergen er ein hugnaligur og forvitnisligur býur, og Noreg við sínum stórbæri og vakurleika [...] eisini høvi at gera ferjutúrar innanskers, sum mong vita er nakað heilt fyri seg. - Á slíkum ferðum suður ella norður eftir við norsku strondini verður lagt inn í fleiri áhugaverdum støðum á leiðini. Mar
fiskað fyri yvir 200 milliónir í ár, sigur reiðarin, Royal Greenland. Teir hava fiskað rækjur undir Vesturgrønlandi og annar skiparin, Jógvan Tróndarson, í Havn, sigur, at teir eru ernir av, at tað hevur [...] ikki fyrstu ferð, at Akamalik er umrøðuevnið í Grønlandi. Fyri 16 árum síðani var hann tann fyrsti trolarin hjá Royal Greenland, sum fiskaði fyri yvir 100 milliónir krónur. Tá nevndist skipið Kaassassuk [...] Tað gongur avbera væl hjá føroyskum skiparum í Grønlandi. Eitt av grønlendsku skipunum, sum hevur føroyingar umborð, er rækjutrolarin Akamalik og teir hava verið umrøðuevnið í Grønlandi seinastu dagarnar