Sigfríður: Nú er nokk

- Vit taka fulla frástøðu frá, at ein spælari hjá okkum slær ein mótstøðumann, men at hin nú skal spæla ósekur, er bara ovboðið, sigur venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, um rokið í Gundadali í kvøld.

- Vit taka fulla frástøðu frá, at ein spælari hjá okkum slær ein mótstøðumann, men at hin nú skal spæla ósekur, er bara ovboðið, sigur venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen.

 

 

Hann heldur, at tað, sum er komið fram eftir venjingardystin millum HB og Víking í kvøld, sum bleiv avblástur, eftir at tað kom til ilnar millum Poul Ingason hjá HB og Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi, er farið fullkomuliga av sporinum.

 

- Okkara spælari var ikki tann fyrsti at sláa, og har vóru bæði sløg og spørk frá mótspælaranum, so hann skal ikki látast einki at hava gjørt, sum hann nú ger, sigur Sigfríður.

 

- At so myndir koma út av eini brotnari nøs, fær hetta bara at fara púrasta í sjálvsving. Hans Jørgen sá heldur ikki ov penur út, men fyri tað fara vit ikki at senda myndir út um allar geilar av tí. Hetta er bara ov langt úti.

 

Venjarin hjá Víkingi sigur, at søgan í stuttum er tann, at dysturin koyrdi fínt, til hetta brádliga hendi. Alt gekk so skjótt, at eingin fataði nakað, fyrr enn tað var hent.

 

- Hetta er ikki fyrstu og helst heldur ikki síðstu ferð, at ein venjingardystur verður avblástur. Men tað, sum eg havi sæð í miðlunum um hetta í kvøld, hevur altso havt stóra slagsíðu, sigur Sigfríður Clementsen.

 

- Vit í Víkingi vilja fyri tað ikki upp á nakran máta góðtaka, at spælarar brúka nevarnar. Tað fara vit tó ikki at viðgera alment, hvørki í orðum ella myndum, tí hetta avgreiða vit innanhýsis og onga aðrastaðni!