Atlantic Airways flýgur tvær ferðir upp á Bergen um vikuna, mikudag og hósdag, men frá endanum av mars fer flogfelagið eisini at flúgva mánadag og fríggjadag.
- Nógvir føroyingar arbeiða í Noregi, og aðrir sigla við norskum skipum. Tí er tørvur á hesi flúgving.
Tað sigur Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.
Hann vísir á, at tá flúgving eisini verður mánadag og fríggjadag, verður henda farleið eisini eitt frálíkt høvi til vikuskiftistúrar.
Nógvir føroyingar kenna Bergen sum bý - ikki minst frá tí tíðini, tá Bergen var ein partur av farleiðini hjá Norrønu.
- Bergen er ein hugnaligur og forvitnisligur býur, og Noreg við sínum stórbæri og vakurleika er eitt spennandi ferðamannaland.
Allan Skaalum vísir á, at møguleikarnir á Bergens-ferðunum eru nógvir, og her er eisini høvi at gera ferjutúrar innanskers, sum mong vita er nakað heilt fyri seg.
- Á slíkum ferðum suður ella norður eftir við norsku strondini verður lagt inn í fleiri áhugaverdum støðum á leiðini.
Marknaðarleiðarin vísir á, at nógvir føroyingar hava verið frálíkar skíferðir í Noregi, og hetta er avgjørt eitt høvi á slíkum ferðum.
- Høvið er eisini at flúgva úr Bergen og til ymiskar aðrar norskar býir, leggur Allan Skaalum aftrat.