Tað er vorðið alt meira politiskt ókorrekt at roykja, og hetta fekk eisini fíggjarligar avleiðingar fyri pólska málverjan hjá Arsenal, Wojciech Szczesny, sum roykti eina sigarett í skiftirúminum nýggjársdag, aftaná, at Arsenal hevði tapt 0-2 ímóti Southampton.
Høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger varð í øðini, og hann gav Wojciech Szczesny eina bót uppá 20.000 bretsk pund - smáar 200.000 krónur í okkara peningi - so sigast má, at talan gjørdist um eina dýra sigarett hjá Wojciech Szczesny.
- Wojciech Szczesny gjørdi eitt stórt mistak við at roykja eina sigarett í skiftirúminum. Hann er ikki tann fyrsti, sum ger slíkt, og hann kemur heldur ikki at verða tann síðsta, sum ger slíkt, sigur Arsene Wenger í viðmerking til enska blaðið "The Daily Mirror". Men Wenger staðfestir samstundis, at Wojciech Szczesny hevur biðið um eina umbering. Tí ynskir Wenger at partarnir skulu leggja málið afturum seg.










