51 prosent grøn orka í 2014

Grøna orkunýtslan yvirhálaði oljunýtslan hjá SEV í fjør.

Í uppgerðini hjá SEV verður boðað frá, at grøna elorkan úr vatni og vindi stóð fyri 51 prosentum av samlaðu orkuframleiðsluni, samstundis sum framleiðslan úr olju minkaði við 16,5 prosentum.

 

- 51 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldunum og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum, sigur SEV.

 

Harvið er elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum farin upp um elframleiðsluna úr olju fyri ári. Tað eru serliga vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga, sum nú síggjast í tølunum.

 

- Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent sammett við 2013, og elframleiðslan úr vatnorku hækkaði 34 prosent í 2014 sammett við árið fyri. Útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr vatnorku, sigur SEV.

 

Til samanberingar kann nevnast, at 39 prosent av elorkuni í Danmark stavaðu frá vindi í 2014, sum er mest týðandi varandi orkukeldan innan elframleiðslu, sambært energinet.dk.

 

- SEV hevur sett sær sum mál, at í øllum førum 60 prosent av árligu framleiðsluni komandi árini skulu stava frá vatni og vindi, og at elorkan verður 100 prosent grøn í 2030, siga tey av SEV.