Seint í gjárkvøldið komu boðini um, at eldur var kyknaður í russiska verksmiðjutrolaranum, North Ocean, sum var staddur einar 90 fjórðingar suður úr Akrabergi. Eldurin var kyknaður í maskinrúminum á uppsjóvarskipinum og tí vórðu boð send til lands eftir hjálp.
MRCC í Havn sigur, at vaktarskipið, Brimil og danska verjuskitið, Thetis, sum lógu í Føroyum, fóru alt fyri eitt avstað og vóru hjá russiska skipinum í morgun. Fyribils hava tey bæði hjálparskipini tikið 18 av russisku monnunum av russiska skipinum, Thetis hevur tikið nakrar og Brimil nakrar. Hinvegin eru 14 mans eftir á russiska skipinum.
Sjálvvirkandi sløkkiútgerðin á russiska skipinum varð sett í verk, men tey ivast í um tað hevur eydnast at sløkkja eldin, tí tað rýkur framvegis og tí hava teir ikki viljað latið upp til maskinrúmið. Tískil er maskirúmið skalkað til og Brimil hevur tikið russaran upp á sleip.
Teir 14 menninir, sum eru eftir umborð, høvdu ongan streym, men teir hava fingið motor og proviant, so at teir fáa matgjørt. Teir líða onga neyð sum so og fyribils verða teir verandi umborð á russaranum. Men skuldi støðan broytst, eru tey til reiðar at taka teir av skipinum eisini. Veðrið er einki serligt og hann øtlar veðrið í kvøld og í nátt, men tað er undan og tað hjálpir upp á sleipið.
Væntandi verður Brimil í Føroyum við russiska skipinum seint í kvøld, ella í nátt, men enn er ikki gjørt av, hvagar tey fara, kanska til Havnar, kanska inn á Skálafjørðin, sigur MRCC.
|









