leingi eftir orsøk til brekið, tó gjørdust teir sannførdir um, at Lena Maria er ein av sera fáum børnum, sum eru fødd, sum veruliga ikki átti at verið tað. Vanliga eigur kroppurin hjá mammuni at stoyta [...] Tí hava fólk, sum hava verið um hana, havt stóran týdning fyri menning hennara. Hon sigur sjálv: “Tað er deiligt, tá fólk sum hava kent meg eina tíð, læra at síggja meg og brek mítt, sum eg sjálv síggi [...] tí, sum hon sjálv sigur: “Eg gleðist um tað, sum eg eri før fyri at gera og syrgi ikki tað, sum eg ikki eri før fyri”. Vit kunnu øll, út frá givnum mørkum, tó liva eitt markleyst lív. Markleysa lívið, tá
til ein danskan ráðgeva, sum hevur latið eina vøru, sum serliga føroyskir politikarar elska at hata. Í dagligari talu verður tosað um Finn Norman Christensen verkætlanina, eins og tað var hann, sum einsamallur [...] Søgan ljóðar rímiliga kend. Tað var einaferð ein danskur frásøgumaður, sum segði frá eini søgu um ein keisara, sum skuldi hava nýggjan búna. Og tá skræddararnir bert bóru seg at og tosaðu nóg fínt, fingu [...] fingu teir fólk at trúgva og góðtaka hvat sum helst. Og líkt er til, at søgan hevur lyndi at endurtaka seg. Í okkara søgu er bara tann munur, at Føroya Landsstýri sjálvt hevur boðið skræddaranum at seyma
í fyritøkum, sum eru stýrdar av monnum. Og okkurt bendur á, at tað júst eru hesi virðini, nógvar fyritøkur hava brúk fyri. Ein kanning fyri og onnur eftir vísir nevniliga, at ein kvinna á toppinum, merkir [...] bara neyðugt. Tað fremur eisini ein serligan solidaritet, sum vit kundu ynskt okkum at sæð meir av millum kvinnur í føroyska vinnulívinum, segði Ingvør Nolsø. Bert ein kvinnuligur stjóri Marita Rasmussen [...] umboðaðu føroyska vinnulívið á Kvinnuráðstevnuni á Hotel Hafnia leygardagin. Ein kvinna á toppinum ? Ingvør Nolsø er ein av kvinnuligu veteranunum í føroyska vinnulívinum og undagongukvinnu í kvinnurørsluni
fyri ferðini hjá umleið 7 skotskum fyritøkum, sum arbeiða í fiskivinnuni og oljuvinnuni. Ein av hesum fyritøkunum er Stolt Offshore Limited, sum er ein av teimum stóru kontraktørfyritøkunum, ið oljufeløgini [...] sama mundið sum oljufelagið Amerada Hess er við at røkka málinum í tí umleið 4200 metra djúpa brunninum við markið vitjar ein sendinevnd úr Skotlandi í Føroyum. Tað er býráðið í Aberdeen, sum skipar fyri [...] umborð á skipum og pallum teirra. Men hann hugsar eisini um fyritøkur í landi, sum kunnu vera við til at byggja tann útbúnað, sum ein feltútbygging krevur. Í hesum sambandi kunnu verkstaðir og skipasmiðjur koma
Allir høvuðsstaðir og administratiónbýir hava sítt egna lív, sum kann vera trupult at skilja hjá einum bygdamanni, sum veit, at í minsta lagi ein handalig inntøka skal til, fyri at halda svongdini frá durðunum [...] Fólkaflokkinum. Verjir Djurholm móti "ófólkaligum" álopum. Undarlig kensla, at ein advokatskrivstova, sum sat á ákærubeinkinum ein stóran part av nítiárunum, nú skal sita og forvalta og handla landsins stóru [...] fiskimálaráðharra, sum, orsaka av eini gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum, men at hava ein vinnumálaráðharra
hinum sum hava skyldina. Vit eru eitt veldugt fólk, men vit líta ikki okkum sjálvum til at taka fult ræði í okkara egna landi. Og hetta væntandi sjálvsálit og óttin fyri tí ókenda er ein hestur sum okkara [...] nógvum og drúgvum fyrireikingum aftanfyri seg, er javnaðaralternativi ein ?fornuftig? ?nýggj skipan? sum tíverri ikki er uppfunnin enn og sum tískil er ógjørlig at taka støðu til. Hetta forðar sjálvandi ikki [...] liva í Føroyum uttan danska almannahjálp, ein hjálp sum tað fer at gerast alt truplari hjá donskum politikkarum at rættvísgera yvirfyri sínum veljarum soleiðis sum gongdin í livistøðinum í Føroyum er í løtuni
samstundis sum farið verður undir eginfíggjaða pensjón. Her er talan um beinleiðis villleiðing. ? Ein skipan, sum er soleiðis skrúvað saman er ikki samhaldsføst. Hetta er ein olmussukassi, sum skal verða [...] Hetta er ein so stór broyting, at talan er um eina hugsjónarliga broyting av dimensiónum, sigur Hans Pauli. Tað er Tjóðveldisflokkurin, sum er orsøkin til, at Hans Pauli er so skakaður, sum hann er. [...] hugsjónina, men tað vóru tóm orð. Hans Pauli vísir á, at tann ráskitsa sum nú liggur á borðinum um framtíðar pensiónsskipanir, einki sum helst hevur við samhaldsfesti at gera. ? Samhaldsfasta skipanin er uppbygt
himli. Í ein dag regnaði allan dagin, í tríggjar dagar var regn millum ein og fýra tímar, og ein dag regnaði millum fýra og átta tímar. Haraftrat var ein dagur í mai 2008, har tað sirmaði millum ein og fýra [...] fingið inn við móðurmjólkini, sum hann tekur til. - Tað eru tveir bólkar, tú avgjørt ikki skalt tosa við um veðrið. Tað eru málarar, sum ynskja sær gott málingaveður og konufólk, sum vilja turka klæði úti. Men [...] vit hava, sum dagarnir ganga. Men eg geri mær eisini notatir um, hvørt tað er klárt, yvirskýggjað, tám ella mjørki, leggur Birgar Johannesen aftrat. Grenj um veðurlag Men hvat var tað so, sum fekk havnarmannin
hvar ið brennistøðin liggur. Harafturat varð ein hópur av øðrum viðurskift-um í umhvørvisgóð-kenningini, sum viðmerkingar vóru gjørdar til tí fyrsta uppskotinum til góðkenn-ing, men sum ikki vórðu broytt [...] Roykurin verður reinsað-ur við einum elektrofiltri, sum tekur sót og partiklar, og tungmetalir, sum hanga upp í teimum, úr roykinum. Kanningar, sum Heilsufrøðiliga starvstovan hevur gjørt á brennistøðini [...] upp ígjøgnum skorsteinin. Ein heilt onnur reinsiskipan skal til at reinsa roykin fyri sýrur og dioxin. Verandi reinsiskipan skal takast burtur og ein onnur skipan setast upp, sum brúkar kálk til at binda
olympiska heiðursmerkið, sum Ísland yvirhøvur vann, og ítróttamaðurin fór sjálvandi í søguna sum tjóðarhetja. Silvurmerkið hjá Páli í EM í Budapest er fyrsta heiðursmerki, sum vit fáa í evropeiskari kapping [...] vera við til at hjúkla um kappsvimjingina, sum er okkara fremsta altjóða ítróttagrein í dag við einum úrmælingi, sum skarar framúr, og eini breidd í oddanum, sum vann seinastu Oyggjaleikirnar sannførandi [...] at vera fyri eini samansjóðing av ætlanini um ein 50 metra hyl til venjing og kapping, sum landið ætlar at raðfesta, og eina svimjihøll til almenningin, sum Havnar kommuna hevur í huganum. Tá høvdu vit