Allir høvuðsstaðir og administratiónbýir hava sítt egna lív, sum kann vera trupult at skilja hjá einum bygdamanni, sum veit, at í minsta lagi ein handalig inntøka skal til, fyri at halda svongdini frá durðunum.
Nú fari eg fyrst av øllum at umbera, at feriuidyllurin hjá Djurholm og hansara hornblásarum var órógvaður. Helt ikki, at stungið varð so djúpt, at øll grindin kom upp í einum og legði beinini. Men blóðið í sævarmálanum er øgiligt á at líta. Krampadrátturin mikil. Og tær flestu skápshurðarnar standa nú víðopnar. Tað sæst inn á bein. Mørkini kámaði. Eingin veit nú hvør er landsstýrismaður, spinndoktari, nevndarformaður o.s.fr.
Fólkaflokkurin hevur ikki sett ein barnaskúlalærara út í Vinnumálaráðið fyri at stjórna nøkrum sum helst. Tað munna tey flestu hugsa. Hann er settur har fyri at tæna ávísum áhugamálum. Og annars bara at makka rætt, tá ið tær gráu eminansurnar krevja tað. Fyri at stabilisera mannin í sessinum, velur man so nakrar apparatjik´arar at halda galliónsfigurinum føstum í stevninum.
Ætlar tú at rota eitt samfelag upp, so skal tú brúka hendan leistin. Tá ið nevndir og stjórasessir verða settir, er fakligur førleiki og vanligt skil óviðkomandi. Kanska ein skaði fyri duldu áhugamálini. Partíkortið og gamlar innanhýsistænastur eru innfallsvinkulin. Gerast eftirhondini reglan. Soleiðis var tað í Føroyum og soleiðis var tað í kommunistalondunum eystanfyri. Eingin varnaðist nakað fyrrenn múrarnir rapaðu og tjøldini skræðnaðu.
Nýggja stýrisskipanarlógin og ráðini hjá Normann skuldu fáa alt aftur á beint. Tað gekst so toluliga at byrja við, men nú er rot komið í aftur. Eftir øllum at døma vera uttanveltaðu tilráðingarnar frá embætisverkinum ikki fylgdar. Partísoldatarnir verða tiknir framum. Av góðum grundum. Kanska átti fólkið at fingið at vita frá vinnumálaráðharranum hvussu nevndartilráðingin frá embætisverkinum var tá ið nýggja nevndin í Framtaksgrunninum skuldi veljast. Var m.a. nakar av verandi limum beinleiðis frámæltur? Hvussu við nýggja ferðaráðnum? Føroya Tele? Atlantsflog?
Í Tjóðveldisflokkinum vóru vit greiðir yvir hvør ætlanin var. Vitstu at kjarnudepilin í samgongusamráðingunum gjørdist yvirskipaði vinnupolitikkurin, og hvussu almennu ognirnar skuldu handlast. Sjálvandi fingu vit rætt. Endamálið hjá Fólkaflokkinum við einum sjálv-stýrislandsstýri er hvørki sjálvstýri, yvirtøkur, sjálvbjargni ella nakað annað sum kjálkar upp ímóti hesum. Endamálið er altíð at opna húsarhaldskassan hjá skattaborgarunum, soleiðis at ósjónliga elitan í flokkinum kann súgva til sín sum frægast. Eftir eina rokmikla nátt vóru teir steðgaðir. Og skuldi nakar ivast, so er tað orðingin hjá Tjóðveldisflokkinum sum nú stendur í samgonguskjalinum, og hana halda vit rimmarfast um, soleingi vit eru ein partur av hesi avtalu.
Kanska hevur hesin politiski vinningur tjóðveldisfloksins longu havt tað við sær, at Djurholm meiri ella minni er desavoueraður, nú tá ið hann ikki kom á tað málið, sum elitan kravdi av honum, - afturfyri sessin. Formaðurin í Framtaksgrunninum úttalar seg nú, sum um tað er hann, ið er landsstýrismaður. Verjir røttu áhugamálini hjá Fólkaflokkinum. Verjir Djurholm móti "ófólkaligum" álopum. Undarlig kensla, at ein advokatskrivstova, sum sat á ákærubeinkinum ein stóran part av nítiárunum, nú skal sita og forvalta og handla landsins stóru ognir.
Men Niels skal vita, at lívið hjá landsstýrismanninum liggur í hansara hondum. Hann er valdur "politiskt" í framtaksnevndina fyri at fremja eitt mál, sum harða kjarnan í Fólkaflokkinum hevur sett út í kortið. Men hetta er ikki politikkur landsstýrisins. Og verður hesin ikki fylgdur, fær tað avleiðingar fyri mannin í Nesinum. Tað skal tú ikki ivast eina løtu í. Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum, orsaka av eini gloymdari fortíð, har, ið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum, men at hava ein vinnumálaráðharra sitandi, sum gongur diamentralt ímóti samfelagsins og politisku áhugamálunum hjá størsta flokki í samgonguni, tað verður ikki tolt.
Ein av uppgávunum hjá einum tingmanni er at hava eyguni við byrjandi roti í landsins stýri. Tað sum er sagt og skrivað hevur bara til endamáls, at lúka ókrútið burtur, áðrenn tað breiðir seg í allari veltuni. Verður hendan partípolitiska nepotisman vard og harvið legitimerað, hvat verður so tað næsta? Kanska at Bill Justinussen skiftir ein part av nevndini í Húsalánsgrunninum út, og setir, bara fyri at taka eitt dømi, Heina Lútzen og Tord Niclasen í nevndina ístaðin. Sjálvt um teir ivaleyst eru skikkaðir, so mundu tey flestu helst hildið, at kriteriiini meira vóru partapolitisk og religiøs, heldur enn tað sum ein objektiv tilráðing frá embætisverki hansara var komin fram til. Skuldi Tjóðveldisflokkurin havt trupulleikar av hesum sama slagi, skal eisini hann taka betri partar fyri seg, hiðani og frameftir.
Ansast má eftir at hornblásararnir ikki gerast ov fjølmentir. Trupult at stjórna einum stórum orkestri. Skjótt kann disharmoniiur koma í. Og hvørjir eru hesir gævu vinnumenn, ið seminaristurin tosar um, og sum onkur hevur nevndarplaserað íkring Vinnumálaráðið. Ikki teir sum fjølga um inntøkur landsins. Tað einasta teir kenna til vinnu, er tá ið prosent-satsurin skal ásetast í handli og vandli. Lortur hevur ongantíð verið undir neglini. Kanska eru teir eisini loðnir í lógvunum. Eitt slag av politiskt "yvirkvalifiseraðum" stakittpissarum. Tá ið einki politiskt evangeliið er innanborðað, fær tað ikki verið øðrvísi, sum gamli deknurin á Nesi so vísiliga tók til á sinni.
?