Tú liggur sum tú hevur reitt

Tað kom ein maður og gjørdi eina bygnaðarbroyting. Hann fekk góða løn, og so fór hann avstað aftur. Eftir standa 45.000 føroyingar við eini verkætlan, sum eingin vil kennast við, tí tey siga, at hon kann ikki brúkast. Men politikarar teirra hava góðtikið og sett verkætlanina í verk, hóast teir sjálvir siga hana vera ónýtiliga.

Søgan ljóðar rímiliga kend. Tað var einaferð ein danskur frásøgumaður, sum segði frá eini søgu um ein keisara, sum skuldi hava nýggjan búna. Og tá skræddararnir bert bóru seg at og tosaðu nóg fínt, fingu teir fólk at trúgva og góðtaka hvat sum helst. Og líkt er til, at søgan hevur lyndi at endurtaka seg.


Í okkara søgu er bara tann munur, at Føroya Landsstýri sjálvt hevur boðið skræddaranum at seyma búnan.


Tað bar til hjá einum føroyskum løgmanni, saman við einum donskum ráðgeva, at avhøvda alla føroysku fyrisitingina og seta okkurt í staðin, sum sambært føroyskum embætismonnum als ikki hóskar til føroysk viðurskifti.

Tað er stutt sagt ov vánaligt, at føroyskir politikarar í dag reka eina beinleiðis »heksajagstran« mótvegis danska ráðgevanum persónliga, tá tað í veruleikanum eru teir sjálvir, sum hava selt Føroya framtíð fyri egnan politiskan vinning.


Anfinn Kallsberg, løgmaður, vísir í dag øllum spurningum frá sær við teirri grundgeving, at hann sat í andstøðu, tá fyrireikingarnar til bygnaðarbroytingarnar vórðu gjørdar. Men hann gloymir at svara uppá, hví hann ikki steðgaði verkætlanini, tá hann tók við sum fíggjarmálaráðharri tveir mánaðar fyri, at verkætlanin varð sett í verk av tí landsstýri, hann sjálvur sat í.


Og Jóannes Eidesgaard umber seg við, at har vóru ikki aðrir valmøguleikar, og at tað longu vóru brúktir so nógvir pengar, at teir vóru noyddir at taka tað, sum var.


Tað gjørdu politikararnir so, men loyva sær kortini seinni at finnast at ráðgevanum fyri hansara vánaliga arbeiði. Tað er ov vánaligt av politikarunum.


Eftir stendur so, at føroyski skattaborgarin hevur goldið einastaðni millum eina og hálvaaðru millión í løn til ein danskan ráðgeva, sum hevur latið eina vøru, sum serliga føroyskir politikarar elska at hata. Í dagligari talu verður tosað um Finn Norman Christensen verkætlanina, eins og tað var hann, sum einsamallur fullførdi hana.


Veruleikin er tó, at tað var Føroya Landsstýri, sum bað um og setti í gildi verkætlanina. Finn Norman Christensen hevur ikki avgjørt eitt einasta petti í øllum hesum leiki.