Brennistøðin á Hagaleiti 15 ár

Tann 15. juli 2004 vóru 15 ár liðin, síðani brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti varð tikin í nýtslu

Hesi 15 árini hevur brennistøðin brent meira enn 215.000 tons, svarandi til 1,3 mió rúmmetrar, av burturkasti. Varð øll nøgdin løgd á ein fótbóltsvøll, hevði tað verið ein des, ið var meira enn 200 metrar høg. Varð øll nøgdin løgd eftir vegnum millum Leir-vík og Tórshavn, varð rúgv-an tveir metrar høg eftir allari breiddini á vegnum.
Brennistøðin verður bygd
Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin L/F, IRF, varð stovnaður 19. mars 1979. Allar kommun-ur kunnu verða limir í felagsskapinum, sum bjóðar seg fram at taka ímóti øllum burturkasti úr limakommununum.
Ein av høvuðsuppgávun-um hjá felagsskapinum varð at gera eina brennistøð til burturkast. Fyri at gera eina langa søga stutta, kann verða sagt, at í fyrru helvt av áttatiárunum varð gjørt av at byggja eina brenistøð við Fossdalsbakka í Æðuvík, har meginparturin av burturkastinum hjá eysturoyingum longu lutvíst varð brent á opnum báli og lutvíst bara koyrt útav. Tórshavnar kommuna hevði tá gjørt av at byggja sína egnu brennistøð.
Men síðani kom fram, at nógvur hiti kann fáast burtur úr at brenna burturkast, og avgjørt varð at flyta brennistøðina nærri Runavík. Eftir at vegagerð og byggibúning vóru um at vera liðug uppi á Saltnesi, varð arbeiðið steðgað, tí ótti var fyri, at umhvørvið og drekkivatn fóru at verða dálkað av dioxini og øðrum.
Síðani varð avgjørt at leggja brennistøðina við Áir, omanfyri smoltstøðina hjá Fiskaaling P/F. Men eftir at gravimaskinurnar høvdu sett á at grava, varð arbeiðið aftur steðga av líknandi grundum sum á Saltnesi.
Nevndin í felagsskapinum legði frá sær. Felags-skapurin stóð í stórari skuld, men við ongum vinnutóli. Men eftir at Leir-víkar kommuna hevði bjóða felagsskapinum eitt øki at byggja brennistøð á, heitti Føroya Landsstýri á fráfarnu nevndina um at taka arbeiðið uppaftur og byggja eina brennistøð heimanfyri Hagaleiti í Leirvík. Á sumri 1989 stóð brennistøðin liðug. Greitt var at fara til verka, men skuldin varð ovurhonds stór frá byrjan, og hevur hon verið eitt haft um beinini á felagsskapinum síðani.
15 ár seinni
Nógv burturkast er sent ígjøgnum brenniovnin á Hagaleiti seinastu 15 árini. Meira enn 215.000 tons, svarandi til 1,3 mió rúmmetrar av burturkasti eru brend. Varð øll nøgdin løgd á ein fótbóltsvøll, hevði tað verið ein des, ið var meira enn 200 metrar høg. Varð øll nøgdin løgd eftir vegnum millum Leirvík og Tórshavn, varð rúgvan tveir metrar høg eftir allari breiddini á vegnum.
IRF er uttan iva ein nógv meira víttfevndur felagsskapur, enn menn droymdu um fyri 25 árum síðani. Men avbjóðingarnar eru stórar enn, og neyðugt er at finna loysnir til gagns fyri felagsskapin, kommunurnar og umhvørvið.
Brennistøðin, eins og alt annað virksemi hjá IRF, verður roknað sum serliga dálkandi virksemi eftir umhvørvisverndarlógini. Tað merkir, at allar støðir skulu hava eina umhvørvisgóðkenning. Seinasta summar fekk brennistøðin eina nýggja umhvørvisgóð-kenning, sum er munandi strangari enn tær gomlu viðvíkjandi útláti frá brennistøðini og øðrum viðurskiftum.
IRF kærdi umhvørvisgóðkenningina til Føroya Landsstýri. Hetta varð ikki gjørt, tí at IRF hevur ímóti at reinsa útlátini frá brenni-støðini, men heldur tí at mett varð, og at ov fá atlit vórðu tikin til støddina og aldurin á brennistøðini og til, hvar ið brennistøðin liggur. Harafturat varð ein hópur av øðrum viðurskift-um í umhvørvisgóð-kenningini, sum viðmerkingar vóru gjørdar til tí fyrsta uppskotinum til góðkenn-ing, men sum ikki vórðu broytt í endaligu góðkenningini.
Mett verður, at brenni-ovnurin kann virka við rímiligum viðlíkahaldi eini 8-10 ár afturat. Men tekniskar ábøtur skulu gerast eins væl og stýrskipanir mugu dagførast. Harafturat verður neyðugt at minka munandi um útlátini frá brennistøðini og her verður serliga hugsa um útlát við royki.
Roykurin verður reinsað-ur við einum elektrofiltri, sum tekur sót og partiklar, og tungmetalir, sum hanga upp í teimum, úr roykinum. Kanningar, sum Heilsufrøðiliga starvstovan hevur gjørt á brennistøðini vísa, at tungmetalini blýggj og kadmium hava ligið langt niðanfyri verandi markvirði og at kyksilvur eisini hevur ligið niðanfyri markvirðið tey seinastu árini. Haraftur-ímóti fara allar sýrurnar og t.d. dioxin í roykinum ótarnað upp ígjøgnum skorsteinin.
Ein heilt onnur reinsiskipan skal til at reinsa roykin fyri sýrur og dioxin. Verandi reinsiskipan skal takast burtur og ein onnur skipan setast upp, sum brúkar kálk til at binda sýrurnar og aktivt kol til at binda tungmetalir og dioxin. Hetta er ein lutfalsliga stór íløga, sum eisini fer at tyngja raksturin av brennistøðini munandi. Sambært góðkenningini skal hendan skipanin verða farin at virka við ársenda 2005.
Fleiri reinsiskipanir finnast og summar eru meira umfatandi enn aðrar. Stórur eftirspurningur er á marknaðinum í løtuni, tí allar brennistøðir í ES skulu lúka somu krøv, sum sett eru føroysku brennistøðunum, við ársenda 2005. Ikki ber til at siga nakað nágreini-ligt um kostnaðin, fyrr enn endaliga umhvørvisgóð-kenningin fyri brennistøðina er staðfest, men 15 til 30 milliónir kr. hevur verið nevnt. Eftir øllum at døma fer minsti eykakostnaðurin til at reka reinsiverkið at verða 1,7 milliónir kr. um árið umframt kapitalkostnaðin.
Sostatt er heilt greitt, at tung tøk skulu takast, um reinsiskipanin á brennistøðini, og aðrar skipanir við hjá IRF, skulu upp á eitt støði, sum minnir um støði á líknandi virkjum í skandinavisku grannalondunum.