politikkur á hesum øki má eisini greitt staðfesta, hvør hevur ábyrgdina av teimum, sum koma soleiðis fyri, at gøtan, Skansin ella Herbergið í Tórsgøtu eru einastu tilhaldsstøðini. TAÐ kann ikki vera rætt [...] samfelagið hevði ikki pláss ? ella hjartarúm ? til nakrar føroyingar, sum av eini ella aðrari orsøk eru komnir illa fyri. SÍÐANI hevur Sosialurin fylgt greinini upp við samrøðu við leiðaran á Herberginum [...] ikki nóg mikið. Ein politikkur má leggjast á hesum øki. Hann kann t.d. miða ímóti eini roynd at fáa hesi heimleysu upp á rættkjøl aftur, at fáa tey í viðgerð, í arbeiði ella í eina terapi, so tey aftur síggja
Hesi seinastu, fáu árini er farið at lýsna aftur í Vági eftir, at eitt tað størsta vinnuloysi í søguni tók seg upp í kjalarvørrinum á kreppuni í fiskivinnuni, sum tók ikki bara flakavirkið við sær, men [...] flakavirkinum, og heldur hugsa um at skapa annað, vinnuligt virksemi. Úrslitið er, at seinastu árini eru fleiri smá fiskavirki, rundanum tað gamla, stóra flakavirki. Tvey virki afturat Og nú er líkt til, [...] viðgera tvey byggimál til vinnuvirki. Talan er um umsóknir til grundstykki at seta virkini á. Hetta eru tvey fiskavirki, sum nú er ætlanin at byggja afturat í Vági. Tann eina ætlanin er komin so langt, at
hava eftir at Føroyar eru vorðnar eitt sjálvstøðugt land, er á skilja á henda hátt. Um so er, so skulu partarnir undir samráðingunum bert finna fram til, hvussu stórar tær veitingar eru, sum Danmark í løtuni [...] løtuni hevur á fíggjarlóg síni Føroyum viðvíkandi. Hvør rentan er í løtuni duga teir at siga á børsini í Keypmannahavn. Tá hesi tølini er komin fram, er tað eitt einfalt roknistykki at áseta, hvussu stórur
Tá ið allar vónir eru brostnar, tá ið hin fyrilitarleysi deyði hevur avkvett bondini við okkara einasta og kærasta á foldum, tá ið allir møguleikar eru troyttir og vit mega síggja tap í eyguni, tá kemur [...] samkenslu. Grát ikki, segði Jesus við einkjuna, eitt orð, ið kundi tykjast tápuligt fyri henni júst í hesi stund, nú hon gekk aftaná á børuni hjá tí einasta, hon átti á jørð, og sínum einasta umsyrgjara. Men [...] Jesus gav, var meira enn orð, tað var ein uggi, ið bundin var at verki hansara. Tað var ikki ein hvør sum helst, sum segði: Grát ikki, men hann, ið hevur mátt til at geva langt út um alt, sum vit skilja
vertirnar. Við Ecuador er kanska nakað øðrvísi. Hóast landið til tíðir hevur fingið sera góð úrslit, so eru hesi sjáldan fingin til høldar langt frá bakandi sólini á heimavøllinum, og tað er ein fyrimunur, sum [...] vil til. Og eingin ivi er um, at hvør tann einasti av spælarunum vil leggja alla orku í at koma so langt í kappingini, sum tað á nakran hátt ber til. Men hinvegin eru eisini spælarar hjá 31 øðrum tjóðum
steyp og heiðursmerki. Aðrir stuðlar eru Føroya Sparikassi, MBM og Trygd. "Jubilæum" Hetta er 19. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10. ella 15. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv. Tilmelding [...] Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll - skjót og minni skjót, ung og eldri - eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1992 - 1998, renna umleið 1,8 km. Umframt at vera ein [...] kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini. Gentir og dreingir
flóttafólk? Soleiðis spyr ein forfardur Danjal Poulsen, tá ið eg hann hevur lisið hesa kronikkina. - Hvør er hesi ´vi`, sum hann allatíðina tosar um? Hatta er púra ørt. Tað var Hizbollah, sum fóru inn um ísraelska [...] eftir Adolf Hitler. Onnur hava skýrt kronikkina vera ábyrgdaleysur leikur við orðum . Men hinvegin eru eisini tey, sum hava stuðlað hansara kronikk. Í dag skrivar Thomas H. Eriksen, professari í sosial [...] Norðurlandahúsinum. Eftir øllum at døma er hann eisini væl dámdur í Føroyum - seks bøkur hjá honum eru týddar til føroyskt, harímillum kenda Heimurin hjá Suffíu. Sosialurin hevur engasjerað nakrar meiningar
at Sharon við hesi gerð hevur latið porturini upp til Helviti. Fyri okkum, sum bara eru fjasrskotnir eygleiðarar til eina slíka støð, vil tað oftani vera ringt at taka dagar ímillum, hvør nú ber seg rætt [...] mugu ikki geva eftir fyri terrorfelagsskapum, men í sama viðfangi eiga vit eisini at gera alt vit eru ment fyri at loysa upp fyri kreppum sum henni í Miðeystri. Spurningurin er um vit gera tað! Eftir okkara
atgongd og úti í øllum náttarlívinum! Tað skal finnast harðliga at øllum teim frísku, hvussu hesi fara við teim, ið eru øðrvísi uttan fyri stættaskipan, muni og tí rokna familjupolitikki, á almenna og privata [...] til stættarskipan, muni, og tí rikna familjupolitik! Tað hevur avgerandi týdning, at øll kunnu sýna hvør øðrum ein sømuligan atburð, og læra at kenna, og virðismeta onnur medmenniskju, hvat tey ráðaríku [...] øllum Føroyum! Øll ið stuðla og halda hondina yvir slíkum atsóknum geva mær veruliga andstygd í ikki eru frægari enn øll fakfólk, starvsfólki innanfyri ráðandi kreftir skipanir, myndugleikar, valdir!
sum um, at strandingar eru við at fóta sær, og ikki minst sigurin á Kyndli sunnudagin kundi bent á tað. H71 og StÍF hava dystast tvær ferðir áður í ár, og liðini hava vunnið hvør sín dyst. Tá ið liðini [...] tey bæði stinnastu liðini í landskappingini higartil í ár, og tað er neyvan ov nógv sagt, at júst hesi bæði lið hava leikliga verið eitt vet oman fyri hini liðini. Í landskappingini hava liðini higartil [...] ferðirnar hava føroyameistararnir úr Kyndli verið við yvirlutan. Men tað kann gott verða, at vestmenningar eru favorittar í kvøld, tí Kyndil noyðist at verða tveir týðandi leikarar fyriuttan til dystin í kvøld