Jostein Gaarder í Miðeystur-roki

Avleiðingarnar av krígnum millum Hizbollah og Ísrael eru ikki tespiligar. Og fleiri eygleiðarar og serfrøðingar føra ein stóran part av upprunanum til altjóða yvirgang aftur til hetta stríðið í Miðeystri. Sambært BBC eru 998 libanar deyðir og 102 ísraelar. 915.762 libanar eru farin frá heimi og 500.000 ísraelar. Ein rúgva av oyðilegging liggur eisini í kjalavørrinum av øllum harðskapinum.

Hetta hevur fingið fleiri at ógvast við og taka til pennin. Herímillum hevur heimskendi norski høvundurin Jostein Gaarder skrivað eina serstakliga atfinnandi kronikk mótvegis Ísrael. Greinin hevur vakt mikla øsing og kjak í Noreg, síðan hon seinasta leygardag varð prentað í Aftenposten.
Fleiri hava staðið fram og viðmerkt greinina, m.a. jødiski norski høvundurin Mona Levin segði greinina vera tað ljótasta, sum hon hevur lisið síðan Mein Kampf eftir Adolf Hitler. Onnur hava skýrt kronikkina vera ábyrgdaleysur leikur við orðum. Men hinvegin eru eisini tey, sum hava stuðlað hansara kronikk. Í dag skrivar Thomas H. Eriksen, professari í sosialantropologi við Universitetið í Oslo, eina grein við yvirskriftini Den vanskelige kritikken har ið hann ger greitt, at hann er sera bilsin av ógvusligu aftursvarunum. Eriksen tulkar kronikkina sum ´ein harðan kritikk av ísraelska politikkinum, sum er settur í ein bókmentaligan málstíl, sum minnir ein á Bíbliuna.`
Sjálvur hevur Gaarder sagt við norska Aftenposten, at hann stendur við innihaldið í kronikkini. Tó viðgongur hann, at formurin á kronikkini er problematiskur.
Mikudagin varð greinin umtalað í stóra ísraelska blaðnum Haaretz og dagin eftir var aftur ein størri grein, sum var grundað á viðtalu við Jostein Gaarder og fleiri serfrøðingar innan anti-semittismu.
Gaarder hevur verið í Føroyum í samband við Listastevnuna 2004. Tá vitjaði hann í Norðurlandahúsinum. Eftir øllum at døma er hann eisini væl dámdur í Føroyum - seks bøkur hjá honum eru týddar til føroyskt, harímillum kenda Heimurin hjá Suffíu.
Sosialurin hevur engasjerað nakrar meiningar og viðmerkingar í samband við stríðið millum Ísrael og Hizbollah.
 
 
...
 
Danjal Poulsen, formaður í felagnum Ísraelsvinir:
- Altso, vil hasin maðurin við hasi greinini, at ísraelar nú sjálvbodnir skulu fara at vera flóttafólk? Soleiðis spyr ein forfardur Danjal Poulsen, tá ið eg hann hevur lisið hesa kronikkina.
- Hvør er hesi ´vi`, sum hann allatíðina tosar um? Hatta er púra ørt. Tað var Hizbollah, sum fóru inn um ísraelska markið har norðuri í landinum og lupu á. Teir drupu 6 mans og tóku tveir til fanga. So sjálvandi svarar mann aftur, teir kunnu ikki annað.
- Ófatiligt at hasin maðurin tosar í álvara.
- Hjá ísraelum er tað soleiðis, at antin vinna teir ella so doyggja teir  teir kunnu ikki tapa. T.d. var tað eitt mistak at taka seg aftur úr Gasa, tí tá vístu teir veikleikatekin. Burturúr tí fingu teir kríggj.
 
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Í viðmerking til Sosialin, skrivar formaðurin í føroysku Ísraelsmissiónini, Frants Jensen:
- Eftir endirstovnanina av Ísrael í 1948 hava nógv kríggj verið, og eitt av høvuðsendamálunum hjá flestu av fíggindum Ísraels, sum hava tikið til vápnamegi, hevur verið at strika Ísrael av heimskortinum. Eisini í hesum nýggjasta stríðnum hevur Hizbollah havt hetta endamálið. Hamas, ið herfyri vann stjórnarvaldið í teimum palestinsku økjunum, hevur sama endamál. Ikki er lætt at byggja álit og heldur ikki varandi vápnahvíld, tá ið støðan er so fíggindalig millum stríðandi partarnar. Og her er eisini neyðugt at síggja, at tað er ikki bara annar parturin, ið er skurkur. Ísrael eins og teirrra fíggindar hava gjørt og gera framvegis nógvar brotsgerðir hvør móti øðrum&
Tað er ikki nøkur einføld loysn at fáa varandi frið millum Ísrael og tess grannatjóðir. Frá okkum, ið sita í friðarliga Vesturevropa, koma ymsar skriviborðsloysnir, men tað er rættiliga avmarkað, hvat kann brúkast av teimum, tí støðan er nógv meiri fløkjaslig, enn vit geva okkum far um bæði hernaðarliga, mentunarliga, søguliga og átrúnaðarliga.
                      <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hann endar sína viðmerking við hesum orðunum:
Hóast støðan sær trupul út, so er tað tó ein, ið veruliga kann skapa frið millum Ísrael og tess arábisku grannatjóðir. Tað er friðarhøvdingin, sum í Friðarstaðnum (Jerúsalem) fyri 2000 árum síðani lat lív sítt fyri at skapa frið millum øll menniskju.
Jødar eins og arábar hava brúk fyri at hoyra henda boðskapin. Tí eiga vit eisini at vera við at boða gleðiboðskapin um Jesus bæði í Ísrael og øllum tess arábisku grannatjóðum.
 
 
Viðmerking frá Róa R. Patursson, háskúlastjóri:

Eg trúgvi ikki, at Gud kann heimila menniskjaligar illgerðir. Eg trúgvi ikki á hugmyndina um Guds útvalda fólk. Eg trúgvi valla á  nakra eintýðuga hugmynd fólk.
Eg trúgvi heldur ikki uppá retorikkin hjá Jostein Gaarder. Hetta er ein grein samansett av  partvísum sannleikum,  men einvegis stýrd av einum ódámligum fordómi: At kreppan í Miðeystri hevur bert eina loysn -  nevniliga at Ísrael hvørvir av landakortinum. Vit eiga ikki at viðurkenna statin Ísrael, skrivar Gaarder, men  einaferð fara vit at viðurkenna jødan sum flóttarfólk!
Men um vit ikki viðurkenna Ísrael, so kann Ísrael heldur ikki viðurkenna okkum og so er einki samskifti   bara kríggj. Og eitt veruligt kríggj  nú á døgum kann bera í sær, at tað verða nógv onnur enn jødar og palestinar ið enda sum flóttarfólk.
Móti Gaarder havi eg tí hug at seta ta gemeinu  áskoðan, at fyrsta stigið er sínámillum viðurkenning, samráðingar, vápnahvíld, uppaftur fleiri samráðingar og samfelagsbygging. Og tað hóast ilt er at siga, hvar yvirgangurin byrjar og endar.
 
 
Hans Andrias Sølvará, studentaskúlalærari:
 
- Jostein Gaarder er sera kontantur og rættiliga partískur eisini. Tó sigur hann ikki at hann ikki viðurkennir statin Ísrael. Tað er framferðarhátturin síðan 1967, sum hann ikki viðurkennir. Hann sigur at ísraelarnir, jødarnir, hava rætt til ein stat - tann frá 1948.
- Og, tá ið vit práta um hetta, so eri eg fyri ein part samdur í hesum. Tað er staturin frá 1967, sum hann og heimssamfelagið ikki viðurkennir. Ein ST-samtykt frá 1967 sigur at Ísrael skal trekkja seg aftur av teimum hersettu økjunum. So heimssamfelagið hevur ikki leikt sín leiklut til fulnar.
- Í dag grundgeva ísraelar m.a. við at peika á eina samtykt, sum sigur at Hizbollah skal avvápnast. So har er eitt ósamsvar.
- Gaarder peikar á, at ísraelar eru farnir út um mark síðan 1967. Tað kann tað vera nakað um. Men tað var tann ringa samvitskan hjá kristna heimssamfelagnum, sum gjørdi tað møguligt og neyðugt at viðurkenna statin Ísrael í 1948. Jødar hava verið forfylgdir, og Kristindómurin hevur ikki verið mjúkur mótvegis jødum. Í Jóhannusar Evangelii stendur t.d. at djevulin er teirra faðir. Hetta skriftstaðið verður m.a. brúkt av Luther í eini bók um Jødarnar frá 1542, har hann m.a. eggjar fólki til at brenna synagogurnar hjá jødunum. Síðan kom stóra fólkamorðið á jødarnar undir nasistunum. Nasistarnir og lutherska kirkjan í Týsklandi brúktu bókina hjá Luther til at rættvísgera Holocaust.
- Bíbilskar grundgevingar í øllum hesum stríðnum millum palestinar og ísraelar kann mann ikki brúka. Ein ísraelskur fornfrøðingur vísir á, at Dávidsríkið, sum ein kann lesa um í Bíbliuni, ikki hevur verið eitt so stórt ríkið. Hesin fornfrøðingurin metir, at mytan er íkomin í 600-talinum f. Kr.. Tú kann ímynda tær, at írskir munkar komu aftur til Føroyar og kravdu sína jørð. Tílíkar grundgevingar eru einki verdar, men ísraelski staturin frá 1948 er púra legitimur og er góðkendur eftir fólkarættarligum prinsippum.