Klassikari í Havn

Fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini hjá monnum verða leiktar í kvøld, og á Hálsi verður klassikarin millum Kyndil og VÍF á skránni. Í Hoyvík hittast H71 og StÍF

Lagt er upp til tveir spennandi dystir, tá ið fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini hjá monnum verða á skránni í kvøld. Báðir dystirnir verða í høvuðssstaðnum, annar á Hálsi og hin í Hoyvíkshøllini.

Skerdir kyndlamenn
Í ítróttarhøllini á Hálsi hittast arvafíggindarnir báðir, Kyndil og VÍF, í tí, sum fleiri rópa ta moralsku finaluna. Kyndil og VÍF hava verið tey bæði stinnastu liðini í landskappingini higartil í ár, og tað er neyvan ov nógv sagt, at júst hesi bæði lið hava leikliga verið eitt vet oman fyri hini liðini.
Í landskappingini hava liðini higartil í ár spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og báðu ferðirnar hava føroyameistararnir úr Kyndli verið við yvirlutan. Men tað kann gott verða, at vestmenningar eru favorittar í kvøld, tí Kyndil noyðist at verða tveir týðandi leikarar fyriuttan til dystin í kvøld.
Sterki strikuspælarin hjá havnarliðnum, Janus Einar Sørensen, er leikbannaður í kvøld, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti strandingum á Skála sunnudagin. Harumframt er landsliðsleikarin Høgni Klein heldur ikki tøkur, tí at hann meiddi sær annan fótin illa í sama dysti.
Vestmenningar hinvegin tykist fullmannaðir til dystin við undantaki av Daniel Rapa, sum framvegis ikki er førur fyri at spæla. Sjálvsálitið hjá VÍF eigur eisini at verða í lagi, eftir at teir sunnudagin við einum sigri á H71 løgdu seg einsamallar á odda í Atlantic Airways kappingini.

Endurtøka av finaluni í fjør
Í hinari hálvfinaluni hittast H71 og StÍF í Hoyvík. Her er talan um eina endurtøku av finaluni í fjør, sum strandingar vunnu trygt. Tað er tó einki, sum bendir á, at talan í kvøld verður um ein lættan sigur til strandingar, tí hoyvíkingar hava í ár óivað eitt tað sterkasta liðið, ið teir hava havt í nógv ár.
StÍF hevði eina trupla byrjan upp á kappingarárið í ár, men tað tykist sum um, at strandingar eru við at fóta sær, og ikki minst sigurin á Kyndli sunnudagin kundi bent á tað.
H71 og StÍF hava dystast tvær ferðir áður í ár, og liðini hava vunnið hvør sín dyst. Tá ið liðini hittust á Skála, vunnu hoyvíkingar málríka dystin 38-32, meðan tað í Hoyvík eydnaðist strandingum at vinna 33-25!
Tað verða teir báðir Kristjan Johansen og Sámal Hansen, sum døma dystin í Hoyvík, meðan Kári og Dánjal Hansen døma dystinum millum Kyndil og VÍF á Hálsi.