Flaggdagsrenning tann 25. apríl

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll - skjót og minni skjót, ung og eldri - eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1992 - 1998, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Gentir og dreingir - føðiár frá og við 1992-1998, renna 1,8 km.
Kvinnur og menn - føðiár frá og við1960-1991, renna 7,02 km
Veteranar kvinnur og menn - føðiár til og við 1959, renna 7,02 km

Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt og Poptop. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki. Aðrir stuðlar eru Føroya Sparikassi, MBM og Trygd.

"Jubilæum"
Hetta er 19. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10. ella 15. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til einstaklingakappingina er mikukvøldið tann 20.04 kl. 1800. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: www.athletics.fo. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/254027, ella Robert Vilhelmsen tlf. 545108

Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.

Gjalding
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrrenn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum hósdagin 21.4. millum kl. 16 og 18.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum byrjar renningina
Renningin byrjar við, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur nøkur orð, letur startskotið ganga og rennur síðani við hópinum.

Vinarliga
Bragdið - Felag fyri frælsan ítrótt í Streymoy