HM-upptakt
Í dysti við Costa Rica og Ecuador er Póland náttúrliga at rokna sum favorittur at vinna sær næst fremsta plássið í bólki A.
Og undir øllum umstøðum, so ætla pólverjar sær helst at vinna sær æruna aftur, eftir at teir fyri fýra árum síðani vórðu sendir so logandi heimaftur úr Fjareysturi.
Byggja nýtt
Undir leiðslu av Pavel Janas hevur Póland av álvara vent eyguni móti framtíðini. Hjá einum landi, sum tvær reisur hevur vunnið HM-bronsu í 1974 og 1982 er annars lætt at líta aftureftir, men tað ber tó sjáldan tey stóru úrslitini við sær.
Tða hevur Janas ásannað, og hann hevur eisini gjørt greitt, at hóast hann vil hava góð úrslit í HM, so snýr hetta seg fyrst og fremst um menning. Nakað sum eisini hevur havt við sær, at Liverpool-málverjin Jerzy Dudek als ikki er tikin við í hópin, tá venjarin ikki meir, at hann verður ein av framtíðar lyklaspælarunum á liðnum.
Vandamiklir outisdarar
Heitl tryggjir skulu pólverjarnir tó neyvan kenna seg. Tí í Ecuador og Costa Rica hevur liðið tvey mótstøðulið, sum kanska tykist yvirkomuliga, men sum kortini áður hava gjørt um seg í HM-høpi.
Costa Rica heuvr áður gjørt var við seg, tá spælt verður á altjóða pallinum, og við einum opningsdysti móti Týsklandi, kunnu teir alt fyri eitt byrja við at taka heimin á bóli.
Um hetta verður nóg mikið í longdini, er tó ilt at siga, men í monnum sum Wanchope og Gomez hevur liðið eitt álop, sum á sínum góðu døgum kann skapa trupulleikar fyri øll lið eisini týsku vertirnar.
Við Ecuador er kanska nakað øðrvísi. Hóast landið til tíðir hevur fingið sera góð úrslit, so eru hesi sjáldan fingin til høldar langt frá bakandi sólini á heimavøllinum, og tað er ein fyrimunur, sum landið ikki hevur hesaferð.
Hinvegin, so skal liðið á ongan hátt avskrivast. Við eini verju, sum í Ivan Hurtado hevur ein góðan skipara, og einum álopi, sum telur Agustin Delgado, kann liðið taka heimin á bóli, um væl vil til.
Og eingin ivi er um, at hvør tann einasti av spælarunum vil leggja alla orku í at koma so langt í kappingini, sum tað á nakran hátt ber til. Men hinvegin eru eisini spælarar hjá 31 øðrum tjóðum, sum vilja gera akkurát tað sama&