ólavsøkuna, men teir á Gøtutróndi høvdu kumpass við sær at halda kósina eftir. Tað høvdu teir á Norðlýsuni ikki, og einasta stavnhaldið, róðursmaðurin hevði at miða seg eftir, var hekkuljósið á trolaranum, Høvdabergi [...] á Skálafjørðin. Eitt skip kom fram við Norðlýsuni og fekk gjørt teir varugar við, at teir vóru á heilt skeivari kós. Tað var bara eitt at gera, og tað var at rætta kósina og at halda aftan á Gøtutróndi [...] málinum, varð Norðlýsan tann fremri báturin. Sostatt vunnu teir róðurin og tað varð mett at vera eitt satt bragd, soleiðis sum róðurin gekk. Tey, sum fyrireikaðu ólavsøkuna vóru so vís í, at Gøtutróndur fór
grikskum skotið og so endaði dysturin við úrslitinum 23-23. Eitt úrslit, ið føroysku genturnar ikki tóktust heilt nøgdar við, og tær munnu eisini iðra seg um mongu misnýttu møguleikarnar, ið spiltu flotta [...] við í so nógvum tolið tá ið bíðað var eftir størri møguleika í skipaða spælinum. Tað mundi heldur ikki vera ráðaligt at skjóta úr fjarstøðu, tí málverjin var greitt besti leikari hjá grikkum, og fór aftur [...] tíðin gekk til frama fyri Føroyar. Við hálvum fimta minutti eftir var støðan framvegis 22-20, og ein sat við kensluni av at næsta málið kundi gerast sera avgerandi. Føroyar tóku eisini time-out í hesi støðuni
starvinum, so skal nýggjur leiðari setast tíðina sum eftiri er. Og maðurin, sum skal røkja starvið er ikki heilt ókendur í Klaksvík, minni enn so. Hann er eingin annar enn Vilhelm Johannesen. Vilhelm hevur nógvar [...] postmaður, í 1962 vóru viðurskiftini eitt sindur øðrvísi enn tey eru í dag. Tá vóru postboðini í Klaksvík ikki ein partur av danska postverkinum, sum tá stóð fyri postflutninginum í Føroyum. Postboðini vóru í [...] í starvið hjá postverkinum í 31 ár. Politikarafarloyvi Men tá hann sjálvur ger upp, so hevur hann ikki verið so leingi. ? Av tí at eg eri politikari, so hevur verið neyðugt hjá mær at taka farloyvi frá
Frants, Angelika sum sat í sínum svarta kjóla við høgari flipp, tú sum organiseraði undirhald, og so øll hesi prátandi havnafólkini sum trongdust í lítlu klunkastovuni, sum tíverri ikki er meir, men minnini [...] og saman við nógvum øðrum havnagentum slitu okkara skógvar í KFUK har tú var drívkraftin. Tú vart ikki hugmyndin av einum skóta, í gummistúvlum og ryggsekki á vallaraferð, nei vit minnast teg í valpressaðaum [...] tú hataði. Tó at tú vart KFUK skrivari, var tað skótarørðslan í átti størsta pláss í hjarta tínum heilt til tað seinasta. Eitt sum hevur verið sera áhugavert við tær er at tú hevur megnað at samansjóva
Aftur við mjólkasós er hetta satt lystimeti og í dag høgtíðsdøgurði hjá mongum. Frysta vøran er eisini leskilig, har hon liggur einkult fyrst í pakningi. ? Vit lata ikki okkara frystu vøru í blokki. Vit [...] brendi fyrst í sjeytiárunum. Í dag virkar Sonni Fiskakeyp vørur til føroyska marknaðin. Tað vil siga heilt vanligar vørur sum ræstan fisk, lippur, kjálkar, fesk fløk, kalva og annars alt sum kundin ynskir [...] til at ræsa fisk í. Akkurát nú er hann tómur. Hann stendur bara har reinur og nossligur. ? Vit ræsa ikki hesa tíðina á árinum, vit ræsa bara vetrahálvuna, ella í teimum mánunum, har bókstavurin r er í. Vit
um hjá nýggja Løgtinginum mikudagin var Edmund Joensen heldur ikki vísur í, um hann fór at gerast løgtingformaður ella ei. ?Eg visti ikki, at eg fór at verða valdur fyrr enn í tinginum, sigur Edmund Joensen [...] viðurskifti. Edmund hevur eisini bara rós at bera sínum undangongumanni, Finnboga Ísakson. Sjálvur sat Edmund eisini í formansskapinum sum ein av næstformonnunum saman við Finnboga. ?Finnbogi hevur gjørt [...] vorðin tingformaður, so er hann eisini vorðin leiðari fyri eitt mestsum spildurnýtt tinghús. ?Hóast alt ikki er liðugt enn, so haldi eg, at vit nú hava fingið rímiliga góðar umstøður til tingarbeiðið. Tað er
koma víðari til semifinalurnar. United hevur spælt betri og meiri sannførandi seinastu tíðina, so ikki er skeivt at siga, at ensku europameistararnir eru favorittar. Men Real Madrid spældi sera væl týskvøldið [...] og argentinarin Fernando Redondo spældi í heimsklassa á miðjuni hjá Real, men dagsins maður var heilt víst fyrrverandi Liverpool leikarin Steve Mcmanaman, sum spældi ein frálíkan dyst úti á høgra vongi [...] leysur við Mark Bosnich, men skotið var ov vánaligt, og Bosnich fekk bjargað við beininum. Síðani sat Real Madrid á dystinum, hóast bæði Cole og Scholes høvdu naskar royndir. Tann innskifti Elvir Baljic
Føroyum ikki eru eins, og at Føroyar í so máta eru eini 30 til 50 ár aftan fyri Danmark. Verjin hevði hug at rógva upp undir, at rættartrygdin hjá ákærda var ikki eins góð sum hon skuldi, tí ákærdi ikki skilir [...] ógvuliga stór, og at døma tey tann ákærda, so vendst ikki aftur. Dómurin er endaligur, og kann ikki skjótast inn fyri nakran hægri rætt. Tí mugu nevningarnir ikki vera í iva, um tey døma ákærda sekan í drápi. [...] kært, um ákærdi ikki passaðí sítt arbeiði. Nú er at siga til tað, at fólk reit faktisk høvdu kært um júst hetta. Vónbrotin Í forholdi seks, sum var roynd at keypa talutíð, helt verjin ikki, at har var nakað
meira hóskandi pláss! Eg veit ikki, hvussu tað er við deplinum hjá Hans Mortensen inni á Sundi, men tað er so eitt boð. Hvussu er og ikki, so er tað heilt ótrúliga løgið, at ikki fleiri lata við seg koma. [...] enda. Tað skal hon jú, tí ikki hevði tað verið stuttligt at hoyrt morgunsendingina allan dagin. Men hendan morgunin hevði tað nokk verið best, í øllum førum fyri meg, um hon ikki endaði. Útvarpsmaðurin segði: [...] siga alt fyri eitt, at tað ikki var "Føroyar í dag", ið nakað var galið við, men tað var innihaldið, ið gav mær kaldasveitta. Norrøna kemur! Øll eru so glað, spent, rørd og ikki minst stolt. Alt gott um
vekk. Tað er ikki gott nokk, at eitt føroyskt landslið ikki hevur stýr upp á hornasparksstøður. Í Týsklandi mundu okkara hornaspørk kostað mál í hinum endanum í fyrra hálvleiki. Tað bleiv ikki broytt og í [...] Tíverri hendir tað, sum ikki skal henda. Jóan Símun Edmundsson er og smartur, tá hann missur bóltin í uppspælinum og Írland fer í mótálop. Verjan roynir rangstøðufelluna, men rennur ikki aftaná, tá hon miseydnast [...] Símun hevur framúr teknikk og kundi heilt víst bjóða av á vonginum, meðan Christian Lamhauge Holst hevur betri evni at fordeila bóltin frá framrættaða miðvøllinum. Ikki góðkent hesaferð Avrikini í Týsklandi