Seinnapartin í dag kemur seksæringurin, Norðlýsan, aftur til Sandvíkar, eftir at hava verið hjá bátasmiði á Tvøroyri til umvælingar.
Tað var bátasmiðurin, Hans Jacob Hjelm í Vági, sum smíðaði hann til sandvíkingar í 1893. Hóast báturin er gamal, er hann merkiliga væl varðveitur. Men hann trongdi til ábøtur og hesar ábøturnar, hava tey í Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag sett sær fyri at gera.
Fyrr í summar varð hann sostatt førdur upp á Tvøroyri til bátasmiðin, Johan Olsen, og hann hevur síðani umvælt hann.
Nú er hann liðugur og hann hevur eisini fingið segl, og seinnapartin í dag, verður hann sosigldur norður aftur til Sandvíkar.
##med2##
Í sambandi verður hátíðarhald í Sandvík við røðum, sangi og onkrum til matna. Fyrireikararnir heita á fólk fólk um at vísa varsemi og at minnast til koronu-tilmælini um at halda frástøðu og at halda reinførið.
Fyri at fáa stuðul til arbeiðið, hava bátar, feløg og einstaklingar fingið navn sítt teglt í áralummarnar afturfyri eina samsýning – og enn eru nakrir áralummar eftir, sum tað ber til at keypa sær.
Norðlýsan varð brúkt at rógva út við, men hann var eisini brúktur í grind, helst tá ið tað var langt at fara í grind, tí hann var so stórur, og góður at føra grind við. Hon varð eisini brúkt til at føra fólk og farm til og frá Smyrli og hann varð eisini brúktur at skjútsa skipsmanningar umborð á skip, og av skipum.
Norðlýsan var eisini brukt, tá ið boð vóru eftir lækna, tá varð róð á Hvannhaga eftir læknanum, sum gekk av Tvøroyri til Hvannhaga.
Eisini var Norðlýsan nýtt sum flutningsskip út í Stóru Dímun eftir livandi stórkríatúri. Og tá heystraksturin var í Lítla Dímun, so vóru tað stóru bátarnir, ið nýttir vórðu at flyta seyð, sum skuldi flettast. Og tá var Norðlýsan eisini nýtt, men nú hevur hon staðið í neystinum í eini 60 - 70 ár-
Men tað, Norðlýsan er best kent fyri, er, at hann róði kapp á ólavsøku í 1952. Tað vóru vágbingar, sum høvdu lænt Norðlýsuna at rógva við á ólavsøku, har teir skuldu rógva ímóti Gøtutróndi úr Gøtu. Tað var kavsvart í mjørka í Havn hesa ólavsøkuna, men teir á Gøtutróndi høvdu kumpass við sær at halda kósina eftir.
Tað høvdu teir á Norðlýsuni ikki, og einasta stavnhaldið, róðursmaðurin hevði at miða seg eftir, var hekkuljósið á trolaranum, Høvdabergi, sum lá ytst á molanum.
So ímeðan teir róðu, hildu teir seg til hekkuljósið á Høvdaberg. Men tað, eingin hevði varnast, var, at Høvdaberg hevði loyst, og var á veg inn á Skálafjørðin.
Eitt skip kom fram við Norðlýsuni og fekk gjørt teir varugar við, at teir vóru á heilt skeivari kós. Tað var bara eitt at gera, og tað var at rætta kósina og at halda aftan á Gøtutróndi.
Og væl varð róð, tí tá ið skotið brast inni á málinum, varð Norðlýsan tann fremri báturin. Sostatt vunnu teir róðurin og tað varð mett at vera eitt satt bragd, soleiðis sum róðurin gekk.
Tey, sum fyrireikaðu ólavsøkuna vóru so vís í, at Gøtutróndur fór at vinna, at tey høvdu longu skrivað navnið á Gøtutróndi í steypið. So ístaðin fekk manningin á Norðlýsuni eina pinkalítla plátu til minnis um sigurin, sum róðursmaðurin, heldur demonstrativt, legði í eina svávuldós.












