Hellurnar, Sosialurin: Eitt gamalt orðatak sigur, at vatn kemur aftur, har vatn hevur runnið, og hendan myndin kann eisini nýtast til lítlu fyritøkuna Sonni Fiskakeyp, sum heldur til í leigaðum hølum í fiskahúsinum hjá P/F Nósa í Oyndarfirði. Hetta húsið stendur á grundini á gamla handlinum í Víkum, sum brendi fyrst í sjeytiárunum.
Í dag virkar Sonni Fiskakeyp vørur til føroyska marknaðin. Tað vil siga heilt vanligar vørur sum ræstan fisk, lippur, kjálkar, fesk fløk, kalva og annars alt sum kundin ynskir. Í 1856 fór Clement Høgnesen undir handil í Víkum og tá var marknaðurin útlendskur. Í Oyndarfirði varð fyrsta flokks klippfiskur tilvirkaður til marknaðirnar í Miðalhavslondunum, í dag verður fiskur virkaður til foroyingar og til kræsna marknaðin her heima.
? Vit hava ein høvuðssetning, og hann er at okkara vørur liva upp til øll krøv um frískleika, rætta hagreiðing og rætta merking og rættan pakning, sum lógin ásetir. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at kundin fær ta vøru hann ynskir, og í tí standi hann ynskir, sigur Marner Sonni Joensen, stjóri á fyritøkuni. Hann er føddur ein sunnudag, og eitur tí Sonni til millumnavn, og tað er júst hetta navnið, sum hevur lagt navn til fyritøkuna.
Talan er um delikatessur ella leskiligar bita ella lystimeti. Tú sær tað beinanvegin tú kemur inn á nossliga virkið. Har standa ein rúgva av spannum við lippum og kjálkum í laka. Lakin er krystallklárur og lippurnar liggja hvítar og frískar og drekka salt í seg. Aftur við mjólkasós er hetta satt lystimeti og í dag høgtíðsdøgurði hjá mongum.
Frysta vøran er eisini leskilig, har hon liggur einkult fyrst í pakningi.
? Vit lata ikki okkara frystu vøru í blokki. Vit vita, at hetta er meira tíðarkrevjandi, men tað er ein fyrimunur fyri kundan. Keypa fólk eina eskju, so kunnu tey taka júst so nógv teimum tørvar burtur úr henni, meðan hon enn liggur í boksini. Blokkurin krevur at tú tinar allan pakkan ella sagar fiskin sundur, sigur Marner Joensen.
Ræstur fiskur
Inni í Fyllshamarsvíkini, beint innanfyri virkið stendur ein hjallur.
Hann verður nýttur til at ræsa fisk í. Akkurát nú er hann tómur. Hann stendur bara har reinur og nossligur.
? Vit ræsa ikki hesa tíðina á árinum, vit ræsa bara vetrahálvuna, ella í teimum mánunum, har bókstavurin r er í. Vit halda, at ræstur fiskur er betri, tá kuldi eisini er í luftini, sigur Petur í Túni, sum hevur tað dagligu hagreiðingina av fiskinum um hendi. Hann er toftamaður, sonur Júst í Túni, sála, og tað merkir, at hann er ikki bangin fyri at royna nakað nýtt.
Umframt at hagreiða fisk, so koyrir hann fisk kring landið.
? Vit lata fisk til dyrnar, tá fólk hava biðið frá okkum, og við hesi tænastu koma vit nógv tættari at viðskiftafólkunum, sigur Petur í Túni.
? Hugskotið við okkara fyritøku er at kunna veita eina tænastu, har alt er á einum stað. Tað merkir, at tú á einum stað skal kunna bíleggja tað sum er úr sjónum við fyrsta flokks góðsku, sigur Marner Joensen, sum saman við Petur er dagliga drívmegin aftanfyri virkið. Marner er eisini stjóri á fyritøkuni Sonni Seafood, sum keypir fisk á Fiskamarknaði Føroya til útflutnings.
Heimasíðan ein sýnisgluggi
Fyritøkan er eisini á alnótini. Tað er triðji eigarin í fyritøkuni, Martin Joensen, kanska meira kendur frá tónleikalívinum, sum stendur fyri hesum partinum av virkseminum hjá virkinum.
? Okkara heimasíða www.fiskakeyp.fo er ein sýnisgluggi, har brúkarin hevur møguleika at fara inn og hyggja eftir hvat vit hava at bjóða og beinleiðis at umbiðja vørur. Vit hava eisini fingið nógvar áheitanir viðvíkjandi fiskauppskriftum. Fólk kunnu senda inn teirra bestu og lesa hjá øðrum. Ongin uppskrift kemur á heimasíðuna, uttan at vit hava sjálvir roynt hana áðrenn, sigur Marner Joensen.