Eg, marran, ÚF, Norrøna og Havnin!

Ikki er tað ofta, at eg komi úr songini á morgni, fái mær kaffi, seti meg at lurta eftir Útvarpi Føroya, og síðani fái marruna. Vanligt er jú, at um man fær marruna, ja so er tað sum oftast áðrenn man fer úr songini. Men Mikumorgunin 26.03. var tað altso øvugt.
Eg sat framman fyri telduni kannaði postin og annars bara nýtti friðin. Morgunsendingin var í luftuni og alt var gott. Nú er tað so, at morgunsendingin hevur tað við at enda. Tað skal hon jú, tí ikki hevði tað verið stuttligt at hoyrt morgunsendingina allan dagin. Men hendan morgunin hevði tað nokk verið best, í øllum førum fyri meg, um hon ikki endaði.
Útvarpsmaðurin segði: Klokkan er 3 minuttir yvir 9 og nú kemur sendingin "Føroyar í dag", Sigmar Bláberg leggur til rættis.

HURRA! Norrøna kemur! c",)
Lat meg siga alt fyri eitt, at tað ikki var "Føroyar í dag", ið nakað var galið við, men tað var innihaldið, ið gav mær kaldasveitta.
Norrøna kemur! Øll eru so glað, spent, rørd og ikki minst stolt. Alt gott um tað, men eg fekk marruna, kaldasveitta, og ikki at gloyma, eg setti kaffi í hálsin.
Innihaldið í sendingini hendan morgunin, var um tað ferðslukaos, ið fer at standast av, at nýggja Norrøna um stutta tíð fer í fasta sigling.
Eg havi sagt fyrr, at ferðsluruðuleikin longu nú er veruleiki. Og tað sær ikki út til, at støðan fer at batna, tá ið "ferjan mikla" kemur á Havnina fyrstu ferð, nú 10´inda í næsta mánaði. Og eg má siga, at útlitini eru ræðandi. Fólk vóru beinleiðis rádd til at halda seg burtur frá keiøkinum, ímeðan Norrøna var í nánd. Hvat er tað fyri nakað? Er tað veruliga meiningin, at vanlig fólk ikki kunnu nærkast keiini, tá ið Norrøna liggur har?

Politiið veit heldur ikki síni livandi ráð!
Tosað varð við fleiri fólk, ið á ymiskan hátt skuldu syrgja fyri, at ferðslan skuldi ganga so væl sum gjørligt. Har varð greitt frá, at teir, ið stóðu fyri arbeiðinum at út byggja Tórshavnar havn, soleiðis at Norrøna kundi leggja at, bert tóku hædd fyri tí ferðsluruðuleika, ið vildi taka seg upp niðri á Eystaru bryggju, sum um at tað hjálpir nakað uppá ferðsluna í restini av býnum.
Ein var tó, ið veruliga lýsti støðuna soleiðis sum hon er. Jón Klein Olsen, vara politiinspektørur. Hann segði beinrakið, at trupulleikin ikki bara verður niðri á Eystaru bryggju, har Norrøna skal leggja at, men eisini aðrastaðni í býnum. Hann vísti á, at politiið hevur sæð tær kanningar og metingar, ið gjørdar eru í sambandi við útbyggingina av havnalagnum, og um eg skilti tað rætt, so eru hesar kanningar ikki rættuliga nakað, ið politiið kann brúka. Tí um teir skulu kunna fyrireika seg best møguligt, so er neyðugt við einari heildarmynd av ferðsluni í øllum býnum.

Telefonsvararin hjá Smyril line!
Eg má siga at, eg ikki fekk navnið á talsmanninum hjá Smyril line við, men tá ið hann bleiv spurdur, um Smyril line hevði tikið hædd fyri tí ruðuleika, ið fór at vera um allan býin, hvørja ferð í Norrøna legði at bryggju í Havn, fekk eg ta fatan, at tað høvdu teir ikki. Tó so, Smyril line vildi vera við til at hjálpa alt tað, ið teir kundu. Hann greiddi frá, at Smyril line fór at byrja eina tænastu, har fólk kundu ringja inn til ein tlf-svarara og har fáa kunning um, nær Norrøna væntandi var á Havnini og nær hon fór avstað aftur.
Eg vil við hesum "takka" Smyril line fyri teirra vælvilja, men álvara tos, meina tit veruliga, at hatta er loysnin? Eg meini so í øllum førum ikki, at tað er. Hatta er eftir mínari metan at leggja stein omaná byrðu. Tí at tað, sum Smyril line leggur upp til, er, at Havna borgarar, hvørja einastu ferð teir skulu út um dyrnar, skulu ringja til telefonsvararan hjá Smyril line, fyri at kunna seg, um tað man vera ráðiligt at seta seg í bilin ella um best man vera at bíða til Norrøna er farin. Hvat tramin er meiningin? Skulu vit,sum búgva í Havn, nú vera slavir hjá einum telefonsvarara hjá Smyril line? Nei tit, um tit vilja hjálpa, so flyta tit atløgubryggjuna á eitt annað og meira hóskandi pláss! Eg veit ikki, hvussu tað er við deplinum hjá Hans Mortensen inni á Sundi, men tað er so eitt boð.
Hvussu er og ikki, so er tað heilt ótrúliga løgið, at ikki fleiri lata við seg koma.

Spreingja Tinganes?
Røddir hava nú guð hjálpi mær eisini verið frammi um, at nesið, sum allir rættir havnarborgarar eru so stoltir av, skal spreingjast burtur, so at betur pláss verður hjá vinnulívinum at búleikast á Eystaruvág. Hvat sørin er galið við fólki? Tit, ið bara hava givið hesum tanka eitt lítið pláss í tykkara huga .... skamm fáið tykkum. Eg eri vísur í, at verður Nesið sprongt burtur, ja so er tað ikki bara Nesið, ið fer í luftina, men eg kann hugsa mær,at tað vera eisini meira enn ein borgari í Havnini, ið ger tað sama.

Hvat við einum borgarafelag?
Sjálvur haldi eg, at tíðin er komin til, at vit borgarar í Havn taka okkum saman í eitt felag. Tí at tað er heilt greitt, at vit verða ongantíð spurd um nakað sum helst. Heldur vera vit sperd.
Lat okkum taka tvey dømi: Tá ið Strendur og Runavíkin løgdu saman, vórðu borgararnir í báðum kommunum spurdir, við eini fólkaatkvøðu. Men tá ið Havnin og Kollafjørður skuldu leggja saman, ja so vóru tað bara fólk í Kollafirði, ið vórðu spurd. Ikki tí, eg havi einki ímóti samanlegging, men hví vórðu vit í Havn ikki spurd?
Latið okkum tí við einum felag taka okkum saman fyri at verja okkara Havn, ímóti gribbunum, ið vilja køva hana.