Krevur frídøming í øllum viðurskiftum

Tá verjin hjá ákærda kroatanum í Piddamálinum førdi sína proseduru, kravdi hann frídøming í øllum sjey viðurskiftunum, bæði tá tað kom til svik við visakorti, og ikki minst fyri manndráp

Tað er betri, at ein sekur verður frídømdur, enn at ein ósekur verður dømdur.
Soleiðis byrjaði verjin sína proseduru í rættinum fríggjadagin.
Hann gjørdi nógv burtur úr, at rættarskipanirnar í Danmark og Føroyum ikki eru eins, og at Føroyar í so máta eru eini 30 til 50 ár aftan fyri Danmark.
Verjin hevði hug at rógva upp undir, at rættartrygdin hjá ákærda var ikki eins góð sum
hon skuldi, tí ákærdi ikki skilir danskt.
Hann legði eisini ákæruvaldið undir ikki at vera objektivt, men at vera forlongdi armurin hjá politinum.
Hann setti spurnartekin við trúvirðið hjá teimum báðum bankakvinnunum, sum søgdu ákærda royna í Eik Banka í Fuglafirði at taka pening út við kortinum hjá eldra manninum á Nesi, og at royna at tiltuska sær pin-kotuna til stolnað kortið. Tær vórðu bara vístar eina mynd, og tað er ein vansi fyri rættartrygdina.
Verjin vísti eisini á, at tá talan kom til talutíðina, vórðu tey fyrstu keypini ikki framd frá telduni hjá ákærda. Hann segði eisini, at órættaði í visakortmálinum var ótrúverdugur, tí viðkomandi str´íðist við alzheimer sjúkuna.
Viðvíkjandi nýtslu av visakortinum í arbeiðstíðini hjá ákærda segði verjin, at fólk nokk høvdu kært, um ákærdi ikki passaðí sítt arbeiði. Nú er at siga til tað, at fólk reit faktisk høvdu kært um júst hetta.

Vónbrotin
Í forholdi seks, sum var roynd at keypa talutíð, helt verjin ikki, at har var nakað at koma eftir, tí talan var júst um roynd, har var einki ólógligt hent.
Hinvegin segði Anfinn Vitalis Hansen seg vera vónbrotnan av ákærunum og próvførsluni móti 33 ára gamla kroatanum. Hann helt, at rættarmálið hevði ført fleiri spurningar við sær heldur enn svar.
Hann førdi fram, at um eitt dráp er framt, so er tað framt millum 03.12 og 13.00 fríggjadagin 4. november, soleiðis sum ákæruvaldið setur tað fram. Men tað heldur verjin kann ikki passa.
Annfinn Hansen segði nevningunum, at um teir døma ákærda, so skriva teir rættarsøgu í danska ríkinum, tí ongantíð áður er nakað dømdur fyri morð, uttan at nakað lík fyriliggur.
Sum øll vita, er hetta ikki heilt rætt, tí júst í hesum døgum er eitt rættarmál í suðurjútlandi, har tveir mans eru ákærdir fyri morð, uttan at nakað lík fyriliggur, og enntá uttan nøkur teknisk prógv, men bert vitnisfrásagnir.
Eisini vita vit, at Peter Lundin hevur dripið unnustu sína og hennara tveir dreingir, uttan at nakað av teimum líkunum er komið fyri ein dag.
So sjálvt um verjin á sín hátt hevur grein í sínum máli, er tað ikki púra ókent, at fólk verða ákærd fyri morð, uttan at nakað lík fyriliggur.

Undir trýsti
Tað er ein sannroynd, at ákærdi javnan hevur skift frágreiðing gjøgnum hetta árið, hann hevur sitið varðhaldafongslaður. Men hetta hevur sína náttúrligu orsøk, sambært verjanum.
Tað sgur seg sjálvt, at ákærdi hevur verið undir einum øgiligum trýsti. Hann situr varðhaldafongslaður í einum fremmandum landi uttan at skilja málið nakað serliga væl.
Verjin segði eisini, at orsøkin til, at stuldurin av Skodabilinum ikki kom fram við fyrstu avhoyringarnar, var, at ákæruvaldið at byrja við arbeiddi við teoriini um, at Piddi er horvin leygarkvøldið ella seinni, og tí var eingin orsøk at nevna Skodabilin, sum varð stolin fríggjanáttina.
Hetta kann tykjast løgi, tá frágreiðingin hjá ákærda júst gongur út upp á, at onkur annar enn hann hevur myrt Pidda, tí hann sá tríggjar persónar koyra inn í Norðoyatunnilin og bert tveir koma út aftur.
Annfinn V. Hansen eftirlýsti eisini, hví eingin serfrøðingur hevði roknað út, hvussu nógv blóð var funnið tilsamans, sum stavaði frá Pidda. Hann helt, at tá serfrøðingurin hjá løgregluni hevði nevnt eitt tal sum ein desilitur, helt verjin tað vera lítið, tá hugsað verður um, at fólk hava fimm og trýss desilitur av blóði í sær.
Eisini eftirlýsti verjin eina blóðslett analysu í sovikamarinum hjá Pidda.

Sat Piddi í Skodabilinum
Eitt annað, sum Annfinn Hansen førdi fram í sínari proseduru var, hví blóð frá Pidda varð funnið í sofuni í stovuni. Sambært ákæruvaldinum hevði Piddi ikki verið inni í stovuni undir drápinum.
Hann setti eisini spurnartekin við, hví politiið ikki fyrr enn í februar fann pass og fartelefonir hjá Pidda í húsunum, sum ákærdi leigaði á Nesvegi 73. Tí ákærdi hevði ikki havt møguleika at verið heima hjá sær sjálvum síðani 15. november 2011. So uttan at siga tað beinleiðis setti verjin kortini spurnartekin við, um pass og fartelefonir vórðu »plantaðar« hjá ákærda.
Hann setti eisini spurningin, um Piddi hevði sitið í Skodabilinum. Kundi tað hugsast, at onnur av vaksnu døtrunum hjá Pidda onkuntíð hevði bjóðað honum upp í Skodabilin, og kundi tað vera orsøkin til, at blóð frá Pidda var at finna í bilinum.
Hann vísti eisini á, at eingin avtala finst um, at ákærdi skuldi koyra børnini í skúla fríggjamorgunin tann 4. november, og tað bendi á, at ákærdi hevði sovið hjá unnustuni hesa náttina.

Hongur ikki saman
Verjin segði, at tað var fysiskt ógjørligt, at ákærdi, sum vigar eini 75 kilo, skuldi kunna dragsa Pidda á 110 kilo allan vegin úr sovikamarinum niður í Skodabilin í garasjuni. Tað letur seg heilt einfalt ikki gera, helt verjin.
Eisini nevndi hann vitnini, sum siga seg hava sæð Pidda bæði fríggjadagin 4. november og leygardagin 5. november.
Hesi vitni eru avgjørt trúverdug, og tey eru prógv fyri, at ákæruvaldið hevur eina vánaliga søk.
Verjin helt, at teoriin hjá ákæruvaldinum stutt sagt ikki hongur saman, og hann legði ákæruvaldið undir at vilja hava ákærda dømdan, kosta hvat tað vildi.
Hann nevndi eisini nakrar teoriir, millum annað, at Piddi skal hava gjørt av við seg sjálvan.
Annfinn Vitalis Hansen endaði sína proseduru við at minna nevningarnar á, at ábyrdin á teirra herum er ógvuliga stór, og at døma tey tann ákærda, so vendst ikki aftur. Dómurin er endaligur, og kann ikki skjótast inn fyri nakran hægri rætt. Tí mugu nevningarnir ikki vera í iva, um tey døma ákærda sekan í drápi.