lutfalsliga lítla seymirúmið í kjallarahæddini á húsunum, ivast tú onga løtu í, hvat tað er, sum Alma fæst við. Maskinur, trillur og toy fylla meginpartin av rúminum, soleiðis at lítið gólvpláss er eftir. - [...] Alma er ófør at práta, og hon veit ein heilan hóp. - Lívið hevur ikki altíð verið so lætt, men eg eri ógvuliga glað fyri lívið og heilsuna, og mær dámar væl at arbeiða. Hon sigur, at nú hon er pensjónerað [...] innaftur, sum hon tekur til. Soleiðis byrjaði seymivirksemið hjá Almu av álvara og framvegis í dag, nú hon er 72 ára gomul, situr hon við seymimaskinuna, eins ófør og hon altíð hevur verið. Sjálv heldur hon, at
tosa um. Tað er eingin sum tosar um fisk. Tað er ivaleyst tosað. Nú má handlast. - Úr hesum skúrunum er nógvur peningur goldin inn til ALS. Men vit fáa so einki út aftur haðani. Tað er forbi’ið løgið [...] at egna sín stamp. - Eg veit ikki, hví tað er so. Men tað er púra ómøguligt at fáa ungar dreingir ella gentur sum egnarar, sigur tann eini maðurin. Ein annar er skjótur at svara: - Ja, man skuldi trúð, at [...] eftir skúlatíð. - Tja, kanska er orsøkin hon, at fólk hava tað ov gott. Tað er so nógvur peningur millum fólk, at børnini bara biðja foreldrini um pengar. At gera soleiðis er so nógv lættari, enn at arbeiða
suðuroyðar at spæla móti sumbingum. Hvat vónum undan kappingarárinum viðvíkur, so er heldur einki dulsmál, at stórur munur er á ætlanunum hjá báðum liðunum. Meðan sumbingar hava sett sær sum mál at halda sætið [...] sendi 39 ára gamli venjarin seg sjálvan á vøllin! Tað er eitt sindur fráliðið, síðani Jóannes seinast leikti fyrstudeildarfótbólt her heima, og einki er at ivast í, at vóru aðrar loysnir, so hevði hann nýtt [...] sjálvan á vøllin. Verður tungt Hjá sumbingum er einki at ivast í, at tað verður sera striltið at halda sessin í bestu deildini í eitt ár afturat. Serliga er tað tann sannroynd, at fleiri av hinum liðunum
teimum fínu listahøllunum, og tá hon bert er einfaldir leirklumpar í eini óruddiligari garasju. Og so er tað dísin í lívi hansara, konan Hjördis Haack, ið sjálv er listakvinna, og sum hevur verið Hans Paulasa [...] Her eru vit við í skapanarprosessini, vit eru flugan á vegginum, tá listamaðurin arbeiðir í sínum lítla atelieri í einum bakgarði í Keypmannahavn mitt millum bilverksmiðjur, bilvrak og fjøll av gomlum bildekkum [...] eru við listamanninum, tá ið hann gloymir fasaduna og kemur við onkrum gullkornum. Tá ið hann bara er til fyri at skapa sína list og við berum hondum klamsar við leirinum, slættar út við lógvanum og ger
Argjaboða á, at tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum, sum skal forsagnirnar ístaðin fyri DMI. ? Tað er ikki avgerandi, hvar veðurfrøðingarnir eru staddir. Tað, sum er avgerandi, er teir upplýsingar [...] DMI, at hann er púra vísur í, at tað einaferð fer at kosta mannalív. Og í greinini niðanfyri vísir eisini formaðurin í Meginfelag Útrórarmanna á, at føroysku veðurtíðindini eru til so lítla nyttu, at helt [...] tí tær verða allar gjørdar á DMI í Keypmannahavn. Men hann vísir á, at tað er sera trupult at meta um veðrið í Føroyum, tí tað er so ógvuliga ymiskt frá einum plássið til annað, og tað vita allir føroyingar
sáttmálauppskot, men heldur um justeringar í verandi uppskoti. Løgmaður er tískil samdur við Jóannesi Eidesgaard, tá hann sigur, at neyðugt er at endurskoða fullveldisætlanina. Eisini fegnast løgmaður um, at [...] tað er greitt, ate;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum. Nú er altíð [...] at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið. GÍ
bjóðaðu gestirnir av, og eina lítla løtu í 2. hálvleiki, tá ið 07 Vestur hevði minkað um munin til 3-2, kendist tað sum um, at heimafólkið var skelkað. Men bara í eina lítla løtu, tí Andreas Lava Olsen setti [...] væl trimmaðir og hava fyrireikað seg í eitt hálvt ár. Leikliga er enn langt á mál hjá Víkingi, sum hevur nokk so fasta uppstilling. Men tað er stór kapping um síðstu plássini. Hesa ferð var Finnur Justinussen [...] Fótbóltur At tað er stórur munur á liðum, sum verða roknað at vera kandidatar til heiðursmerkjapláss, og teimum, sum verða roknað at skula stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, varð undirstrikað
maður varð sendur niðan at kanna tilburðin. Eingin skermur Hann sigur, at maskinan, sum gentan hevði staðið við, er ein maskina, sum melir kjøtfars til portiónir. - Vit hava staðfest, at sambært tekningunum [...] fútan um at reisa ákæru móti fyritøkuni, sigur Karl Joensen. Sum skilst, hevur gentan skorið seg í nakrar fingrar, men skaðin er tíbetur ikki størri enn so, at hon kann sleppa uttan varandi mein, um alt lagar [...] Arbeiðsskaði Mikukvøldið frættist, at ein genta, sum er í starvi hjá FK í Hoyvík, hevði skorið seg í nakrar fingrar, tá ið hon stóð við eina maskinu í keypssamtøkuni. Karl Joensen, leiðari á Arbeiðsef
farnar til skips gjøgnum árini. Kanska halda tær, at tað er skomm at vera sjómaður, eg veit ikki. Fyri meg er eitt arbeiði eitt arbeiði, óansæð um man er maður ella kvinna. - Man lærir heilt ótrúliga nógv av [...] forlovaður! Havið er óútrokniligt Aðrastaðni í greinini er nevnt, at Johnvá ynskti at royna alt sum roynast kundi umborð á einum línuskipi. Eitt av hesum arbeiðum var at hála fiskin inn. Ein dagin er hon í ferð [...] landaðu fisk í Sørvági, haðani hon eisini hevur ættarbond. Nú var tann lívsfríska og arbeiðsfúsa gentan til reiðar at fara undir eina nýggja avbjóðing. Hon hevði arbeitt eitt sindur sum arbeiðsgenta, m
flokki, tí hin gentan nú er farin í framhaldsdeild í Havn. Tí hevði bert tann eini skúlanæmingurin verið við skúlan hetta komandi skúlaárið, um so var at skúlagongd var í Norðradali. Men tað er tað so ikki