Eingin loysn uttan andstøðuna

Løgmaður ásannar, at undirtøka ikki fæst fyri fullveldisætlanini, um landsstýrið ikki nærkast andstøðuni

John Johannessen


Eingin loysn finnst á fullveldismálinum, fyrr enn sáttmálauppskotið er vorðið samansett av hugsanunum hjá øllum flokkunum.

Hetta ásannar løgmaður, efir úrslitið av nýggjastu veljarakanningini, sum varð almannakunngjørd í Sjónvarpinum og í Sosialinum hóskvøldið.

Løgmaður sigur, at veljarakanningin heilt greitt vísir, at vit hava fingið eina politiska polarisatión í samabandi við fullveldismálið. Og eina slíka polarisatión heldur hann vera tað ringasta, ið kann henda fyri fullveldismálið.

Polarisatiónin, løgmaður sipar til, er stóra framgongdin hjá ávikavist Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

Men hesa polarisatión ætlar løgmaður at beina burtur. Hann sigur sína uppgávu vera at finna eina loysn, ið kann fáa undirtøku frá føroyska fólkinum. Eydnast tað honum ikki at finna eina slíka loysn, er hann bangin fyri, at vit verða noydd at taka støðu til eitt alternativt uppskot frá dønum.

Fyri at finna loysnina sær løgmaður tað vera neyðugt finna eina loysn, so nógvir flokkar, sum møguligt kunnu taka undir við. Í hesum sambandi sigur løgmaður seg eisini meina við tey markantu á Tjóðveldisveinginum og tey markantu á Sambandsveinginum.

Hesa loysn roknar løgmaður við at finna, men hann vil ikki siga, um hetta bert fer at krevja justeringar í verandi sáttmálauppskoti, ella neyðugt verður við einum nýggjum sáttmálauppskoti. Tó skilt á løgmanni, at talan í fyrstu atløgu ikki verður um nakað nýtt sáttmálauppskot, men heldur um justeringar í verandi uppskoti.

Løgmaður er tískil samdur við Jóannesi Eidesgaard, tá hann sigur, at neyðugt er at endurskoða fullveldisætlanina. Eisini fegnast løgmaður um, at Jóannes Eidesgaard sigur, at málið um ríkisrættarliga spurningin ikki má steðga upp. Tí rættir løgmaður Jóannesi Eidesgaard armin og bjóðar hon vera vælkomnan at finna eina loysn á fullveldismálinum saman við landsstýrinum.


Løgmaður ásannar, at samráðingarnar við donsku stjórnina eru koyrdar fastar, nú tað er greitt, ate;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm