Pætur Marjunarson Dahl
pmd_81@hotmail.com
Við nýggja filminum, ”Eingin kann gera tað perfekta”, ið varð frumsýndur í farnu viku, setur Katrin Ottarsdóttir hol á eina spennandi dokumentar-triologi, har hon, við einum fílmstóli á økslini, roynir at lýsa tilveruna hjá trimum ymiskum listarfólkum. Í ”Eingin kann gera tað perfekta” er tað føroyski myndahøggarin Hans Pauli Olsen, ið loyvir Katrini (og okkum øllum) at fáa eitt innlit í sítt familjulív og sín listaheim. Serliga er tað síðstnevndi heimur, ið filmurin fyriheldur seg mest til.
Handan listarliga tjaldið
Hans Pauli Olsen er listafólk við stóra L. Ongin ivi um tað. Og júst hesa sannroynd eydnast tað Katrin Ottarsdóttir at lýsa til fulnar. Vit sleppa at síggja, hvussu Hans Pauli Olsen arbeiðir sum menniskja og sum listafólk. Og meðan vit fylgja honum frá byrjan til enda í eini av hansara verkætlanum, fáa vit rættliga fitt av viðmerkingum, hugleiðingum og vanligum smápráti við á vegnum. Frá teimum høgt flúgvandi listarligu hugleiðingunum til tær mest banalu fíggjarligu viðmerkingarnar, verður ein heildarmynd sett fram av einum myndahøggara, ið hevur bæði beinini á jørðini. Í einum klippi hoyra vit Hans Paula tosa um inspirationskelduna hjá sær, Rodin, og um sínar royndir við abstraktari list. Í næsta klippi kjakast hann dúgliga við konu sína (Hjørdis Haack), um hvussu óførur hann er at dustsúgva ella ei. Vit síggja tað drúgva og nágreiniliga arbeiðið við eini standmynd, har ein uppslúktur og fokuseraður Hans Pauli kelar fyri tí minstu detaljuni, og løtu aftaná, síggja vit hann og ein flytimann royna at rokna út, hvussu hann skal fáa allar sínar standmyndir inn í ein kontainara. Við øðrum orðum verður tú boðin inn handan tjaldið, har tey vanligu gerandistingini viga minst líka nógv, sum tað listarliga.
Mótsøgnin
Hetta samspælið millum listina og gerandisdagin gevur hyggjaranum ein forkunnugan møguleika at síggja mótsetningarnar og komplementær-elementini innan listina, eitt nú millum form og innihald; surrealismu og realismu og ikki minst ímillum idealismuna og tað ítøkiliga skapið. Serliga hetta síðsta er eitt afturvendandi evni hjá Hans Paula, og samstundis eisini tað, ið heitið á filminum sipar til – at gera tað perfekta. Tað er ein sonn fragd at síggja og hoyra, hvussu Hans Pauli forklárar og lýsir sítt megin ”paradoks” (um man kann kalla tað tað?). Hans Pauli játtar seg til realismu, men samstundis noktar hann at geva sína standmynd til eina reina endurspeling av veruleikanum. Standmyndin skal ikki verða ein perfekt eftirlíkning. Sum hann sjálvur tekur til, ”hon skal ikki gerast liðug, man skal stegða áðrenn”. Og so - nakrar minuttir aftaná hoyrir man Hans Paula paradoksalt siga, ”nú er hon liðug!”.
Ein tann mest áhugverdi parturin er í byrjani á filminum, tá Hans Pauli er í ferð við at seta upp til eina fernisering. Hann stendur ikki og stjórnar onnur arbeiðsfólk aftur og fram, sum tann stereotypiski listarmaðurin ”eigur” at gera. Nei, Hans Pauli stendur við uppsmoygdum ermum og og sveitta á pannuni og forklárar púra róliga, hvussu einføld hansara list í roynd og veru er. Og tó ikki! Tí so við og við verða fleiri listarlig ástøði og hugleiðingar borin fram, ið hava lyndi til at mótsiga sær sjálvum. Hetta ger bert filmin meir áhugverdan. Og hesar mótsøgnir játtar Hans Pauli seg eisini til, tí listin er ikki nakar Sannleiki men heldur á tremur við mótsøgnum. Sum dømi kanst tú bert nýta Hans Paulasa egna ástøði, har hann tilvitað steðgar at evna sína standmynd til, áðrenn hon líkist veruleikanum, tí so líkist hon meira veruleikanum, enn veruleikin sjálvur.
Vantandi fokus
Hetta er alt sera áhugavert og spennandi. Men til tíðir kennist tað eins og tú ikki ordiliga veitst, hvørjum tú fylgir við í. Krossklippingin av familjuni, modellinum og arbeiðsgongdini ørkymlar til tíðir meira, enn hon vegleiður hyggjaran. Hetta er synd, tí tað, sum gongur fyri seg á skýggjanum, er ómetaliga áhugavert. Tað er heilt týðiliga eitt heildarportret av Hans Paula, sum Katrin er ígongd við, og ikki bert eitt portrett av Hans Paula sum listamanni. Men hetta riggar ikki heilt. Ynski um at fáa familjuna uppí myndina av Hans Paula verður fangað ímillum ov lítið og ov nógv. Ov nógv, tá man spentur fylgir Hans Paulasa strevan eftir forminum og hugtakinum, ið hansara standmynd skal hava. Og ov lítið, tá tú týðiliga saknar eina heildarmynd av familjuni í endanum av filminum. Tað virkar, sum um Katrin Ottarsdóttir hevur roynt at fáa alt við, men í somu roynd tíverri missir heildina. Tann, til tíðir, vánaliga ljóð- og myndagóðskan ger tað eisini torført at fylgja við. Hetta er spell, tí kamera-arbeiðið hjá Katrin er sera gott, serliga tá hon er saman við Hans Paula úti í framsýningarhøllunum. Her vísir hon veruliga, hvat hon dugir.
Ov fitt
Ein onnur avleiðing av vantandi fokuseringini er longdin á filminum. Spælitíðin er 85 minuttir, og kundi hetta verið væl styttri. Tí, sum filmurin heldur fram seg, verður tað meira ein staðfesting av tí sama, enn ein nýggj útvikling, ið verður greinað. Her vantar filmurin eisini eitt sindur meira kant! Okkurt, sum rykkir í teg, uttan at tú beinanvegin er klárur yvir, hvat tað er. Nakað, sum ikki verður borðreitt beint framman fyri nøsini á tær, men sum liggur fjalt undir yvirflatuni og materialiserar seg til síðst. Tíverri er ynskið um at lýsa tann ”nakna” veruleikan (at vera ein fluga á vegginum), ikki nóg mikið til at leita longur niður í veruleikan og avdúka hann í hesum førinum. Filmurin er heilt einfalt ov fittur við síni evni. Á sama hátt, sum Hans Pauli sjálvur ígjøgnum allan filmin kritiskt fyriheldur seg til sínar standmyndir, so saknaði undirritaði okkurt rátt element í filminum, har tú verður kroystur at fyrihalda teg meira kritiskt til tað, tú hyggur at.
Oddafólk
Alt hetta er tó lítið, í mun til tað ótrúliga arbeiði og avrik, ið ”Eingin kann gera tað perfekta” er. Serliga, tá tú hugsar um umstøðurnar. Einsamøll og bert við einum filmstóli hevur Katrin fylgt Hans Paula i næstan eitt heilt ár, og hevur hegnisliga klippt (sæð burtur frá omanfyri nevnda kritikki) og lagt hetta til rættis, so vit øll sleppa at luttaka í kreativu arbeiðsgongdini hjá Hans Paula Olsen. Hetta er eitt sera áhugavert og til tíðir undirhaldandi portræt av einum listarfólki, ið eg fegin mæli fólki til at fara at hyggja eftir. Við ”Eingin kann gera tað perfekta” markerar Katrin Ottardóttir seg enn einaferð sum eitt av oddafólkunum innan føroyska filmsheimin.