Eingin skermur: Skar seg í fingrarnar

Arbeiðseftirlitið hevur staðfest, at ein skermur var tikin av farsmaskinuni hjá FK í Hoyvík, tá ið ein genta skar seg í fingrarnar

Arbeiðsskaði

Mikukvøldið frættist, at ein genta, sum er í starvi hjá FK í Hoyvík, hevði skorið seg í nakrar fingrar, tá ið hon stóð við eina maskinu í keypssamtøkuni.
Karl Joensen, leiðari á Arbeiðseftirlitinum, sigur, at stovnurin fekk fráboðan um hendingina mikudagin um 16.30-tíðina, og ein maður varð sendur niðan at kanna tilburðin.

Eingin skermur

Hann sigur, at maskinan, sum gentan hevði staðið við, er ein maskina, sum melir kjøtfars til portiónir.
- Vit hava staðfest, at sambært tekningunum skuldi maskinan havt ein skerm, men hesin skermur varð ikki á maskinuni, tá ið tilburðurin fór fram.
Karl sigur, at skaðin hevði ikki verið hendur, um maskinan var brúkt, sum hon sambært tekningunum eigur at brúkast.

Møgulig ákæra

- Enn eru kanningarnar ikki lidnar, og enn hava vit ikki tikið støðu til, um vit fara at heita á fútan um at reisa ákæru móti fyritøkuni, sigur Karl Joensen.
Sum skilst, hevur gentan skorið seg í nakrar fingrar, men skaðin er tíbetur ikki størri enn so, at hon kann sleppa uttan varandi mein, um alt lagar seg væl.