Tað var fyrst í 90árunum at seinastu næmingarnir gingu í skúlanum í Norðradali. Síðani hava teir gingið í Eysturskúlanum í Havn.
Síðani skúlagongdin steðgaði í bygdini, hava foreldrini tikið sær av at koyra næmingarnar í skúla í Havn fyri ávísa samsýning.
Hetta seinasta skúlaárið hava tríggir næmingar verið í Norðradali: Tvær gentur í 5. og 7. flokki og ein drongur, sum hevur verið knýttur at Sernámsdeplinum í Havn.
Hetta komandi skúlaárið, sum byrjar í morgin, hevði so bert verið tann eini næmingurin í 6. flokki, tí hin gentan nú er farin í framhaldsdeild í Havn.
Tí hevði bert tann eini skúlanæmingurin verið við skúlan hetta komandi skúlaárið, um so var at skúlagongd var í Norðradali. Men tað er tað so ikki, og tað eru fleiri heldur hørm um. Og tey hava eisini gjørt vart við hetta við Tórshavnar kommunu fyri nøkrum árum síðani.
- Tað hevði sjálvandi verið tað optimala og ólíkari hentari - at vit bara kundu latið næmingarnar gingið í skúla her í bygdini.
- Men tað tykist ikki vera politiskur vilji fyri hesum, og tí verða næmingarnir ístaðin koyrdir til Havnar í skúla hvønn morgun, verður sagt úr Norðradali.
Í bygdini eru børn undir skúlaaldur, men tað verða nøkur ár enn, áðrenn tey fara í skúla. Ístaðin verður so skúlin brúktur til eitt nú gudstænastur.
Í grannabygdini, Syðradali var eisini undirvísing givin fyri árum síðani. Her var tó ikki talan um skúlabygning, men um undirvísingarhøli í einum sethúsum.