Fótbóltur
At tað er stórur munur á liðum, sum verða roknað at vera kandidatar til heiðursmerkjapláss, og teimum, sum verða roknað at skula stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, varð undirstrikað í góðveðrinum í Gøtu fríggjakvøldið.
Víkingur vann 6-2 á 07 Vestur. Fyrstu fimm minuttirnar bjóðaðu gestirnir av, og eina lítla løtu í 2. hálvleiki, tá ið 07 Vestur hevði minkað um munin til 3-2, kendist tað sum um, at heimafólkið var skelkað. Men bara í eina lítla løtu, tí Andreas Lava Olsen setti so at siga einsamallur miðverjuna upp á pláss og skoraði tvey mál, og tá kundi munurin verið uppaftur størri enn 6-2.
Tá ið lítil hálvur tími var farin, var støðan 3-0, og heimaliðið var so mikið nógv omaná, at teir væl kundu havt skorað seks mál, áðrenn Milan Pejcic – einsamallur millum seks mótstøðumenn – megnaði at stýra bóltin í kassan til 3-1.
Tá hevði tað víst seg at vera ov lætt hjá heimamonnunum, sum nú ikki tóktust taka uppgávuna í nóg stórum álvara. Teir vóru altso so at siga sínir egnu mótstøðumenn, og ferðin og intensiteturin vóru soleiðis, at tað passaði gestunum væl.
Rúni Nolsøe – í øktari útgávu síðani hann plagdi at stýra HB – royndi at hjálpa til á 07 Vestur miðvøllinum, og í vinstra verjuborði sást tað væl, at venjingarstøðan ikki var nakað serlig. Sovorðið gongur ikki ímóti teimum, sum í strembanini eftir at vinna heiðursmerkir - og kanska tey fínastu – eru væl trimmaðir og hava fyrireikað seg í eitt hálvt ár.
Leikliga er enn langt á mál hjá Víkingi, sum hevur nokk so fasta uppstilling. Men tað er stór kapping um síðstu plássini. Hesa ferð var Finnur Justinussen, sum stútaði fyrsta málið, einsamallur á toppinum, og hesa ferð hevði Hans Jørgen Djurhuus vunnið kappingina um miðvallarplássið í vinstru. Tað takkaði hann fyri við av brotsteigarmarkinum og við eitt sindur forkølaðum skoti at økja til 2-0.
Toppurin
Í útgangsstøðuni var Andreas Lava Olsen ytstur á miðvøllinum í høgru. At hann er væl tann skjótasti føroyski álopsspælarin varð fleiri ferðir undirstrikað. Hann tiltuskaði heimaliðnum frísparkið, sum Súni Olsen sendi upp í hornið til 3-0, og tvey tey næstu málini syrgdi hann einsamallur fyri, eftir at hann hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum.
Eingin ivi er um, at Andreas Lava Olsen verður ógvuliga hentur í strembanini hjá Víkingi at røkka so høgt, sum tað ber til. Men tað fer at verða veikleiki, um liðið tekur ferðina av spælinum, og – sum teir gjørdu eina løtu fríggjakvøldið – fer at dúva upp á langar sendingar til óføra mannin, sum varð fluttur fram á toppin, tá ið Finnur Justinussen varð skiftur út.
Útskiftingarnar vóru undirstriking av, hvussu nógv størri breiddin og tyngdin hjá Víkingi er enn hjá 07 Vestur. Teir, sum loystu av á heimaliðnum, vóru allir trimmaðir, og tveir teirra vóru meistarar fyri síðsta málinum: Magnus Skoralíð spældi út frá úr vinstru, og Áslakur R. Petersen sendi bóltin inn um Trygva Askham.
Ov lættir
07 Vestur hevur tveir teir seinastu dystirnar latið tíggju mál fara ígjøgnum. Tað boðar frá, at verjuparturin ikki er nóg tættur, og tað boðar eisini frá, at tað á liðnum ikki eru so nógvir, sum hava royndirnar og tyngdina frá bestu deildini.
Milan Pejcic á sentrala miðvøllinum og serliga Tór-Ingar Akselsen, sum fyrst var í høgru og seinni í vinstru, eru stuðlarnir, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu málini. Annars eru ov nógvir ov lítið royndir, og ov nógvir vístu seg síðstu løtuna ikki at hava orkuna, sum skuldi til, og tað kostaði.










