stigið og tað er at taka fullveldið, tí tað er okkara atgongumerki út í heim. Formaður tjóðveldisfloksins staðfestir nevniliga, at tað er ikki fullveldi, sum fer at isolera seg. -Fullveldið er júst tað øvugta [...] fyri hvønn dag, sum gongur, verður tað sjónskari og sjónskari, at onki samsvar er ímillum tað, sum løgmaður og samgongan sigur seg vilja og ta politisku støðu og tey politisku amboð, vit hava til taks [...] forðingin er, at vit eru ikki eitt sjálvstøðugt land tí kunnu vit heldur ikki verða sjálvstøðugur limur í EFTA og øðrum altjóða felagsskapum. Høgni Hoydal staðfestir nevniliga, at fullveldið er sjálvur lykilin
økjum? Hvussu skulu vit fáa hetta samstarv í lag? Hvat hava vit at geva og hvat kunnu vit fáa? Hvør tilknýtisformur er mest hóskandi í framtíðini? Hvat sigur Visión 2015 um allan henda stóra spurning? Her [...] Men spurningurin er, um ikki Sambandsflokkurin hevur grein í sínum máli, tá hann sigur, at tíðin er komin at kanna spurningin um limaskap. Tað er nógv, sum talar fyri einum ES initiativi um ikki beinleiðis [...] limaskap nú. ES er sera nógv broytt. Felagsskapurin er ikki longur tann sera konservativi og høgravendi blokkurin, sum bert hevði til endamáls at bjarga europeisku kapitalismuni. ES er vorðin ein landasamgonga
alment løntu. - Er tað ikki stættarstríð framvegis at stríðast fyri javnrætti, so veit eg ikki, hvat tað er, segði hon. Tí staðfesti hon eisini, at stríðið er ikki vunnið enn. - Har er nógv eftir at berjast [...] Arbeiðarafelag - Nógv er vunnið ígjøgnum árini. Men vit eru ikki komin á mál. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er als ikki samd við løgmann í, at stættarstríðið í Føroyum er av. Á landsfundi [...] javnaðarflokkinum í heyst helt Løgmaður, at tað er ikki uppbyggjandi at politiski myndugleikin leggur seg út í viðurskifti hjá fakfeløgunum, men tað er líka lítið uppbyggjandi, at fakfeløgini halda lív
lúður er ein byrjan. At embætisverkið hevur sett eina arbeiðsætlan saman er ein byrjan. At løgmaður saman við øðrum fer til India á inspiratiónsferð er ein byrjan. Tann avgerandi spurningurin er ikki [...] Fleiri eru helst ørkymlað av tí, sum er komið fram ella kanska enn meira av, hvat ikki hómast í hesi ætlan. Og hví júst India var valt sum fyrsta málið fyri inspiratión er helst eitt sindur trupult at greina [...] ella er ein ovasta leiðsla til stóran skaða fyri tað, hon er sett at leiða. Tess breiðari skipan vit tosa um og tess ovari í skipanini vit hyggja, tess nærri koma vit hesi svørt/hvítu mynd. Er vælferðin
skattaumleggingini er komið at virka, byrja úrslitini at síggjast. Skattaútrokningarnar yvir ymsu lønarbólkarnar vísa, at beinleiðis skatturin hjá øllum fakbólkum er lækkaður, og at lækkingin er rímiliga jøvn [...] skatti. Skattanýskipan Landsskatturin er uppbygdur annaleiðis enn kummunuskatturin, ið er ein proportionalur skattur við einum botnfrádrátti, meðan landsskatturin er ein progressivur skattur, ið merkir, [...] givnir mestsum á hvørjum ári síðani kreppuna fyrst í 90-inum, er skattatrýstið á flestu lønarbólkarnar ikki lækkað merkisvert. Grundin til hetta er ein afturúrsigldur skattastigi, ið hevur viðført, at stóru
: Demokratiið fólkaræðið er nakað av tí dýrabarasta, vit eiga. Fólkaræðið er ikki nakað, sum er givið einaferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað er ein skipan, sum øll dagliga [...] Løgtingi í hesum árinum. Nú samgongan er samd um at arbeiða fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki, hevði verið hóskandi eisini at tikið táttin upp á Føroya Løgtingi, og er hetta eisini í trá við [...] dir virka í einum fólkaræði "at geva kvinnum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at varðveita og menna
miðflokkinum er greið og hon er, at teir eru ímóti at einskilja Atlantsflog. Hinvegin er Kári P. Højgaard úr sjálvstýrisflokkinum ikki so avgjørdur. Óheppin byrjan Kári P. Højgaard heldur, at tað er sera óheppið [...] gi. -Men Atlantsflog er ein trygd fyri Føroyar og tað er ein vandi fyri at privat áhugamál fara við felagnum og so er trygdin fyri sambandinum við útheimin burtur, tí tað vandi er fyri, at eitt privat [...] Banka, ið eru tvær fyritøkur, sum tað er heilt natúrligt at einskilja. -Atlantsflog er okkara lívæðr úteftir og hevur tískil grundleggjandi ávirkan á okkara samfelag. Tí er talan um eina umstrídda einskiljing
tjóðveldisfloksins sigur, at tí er ómøguligt at vita, hvat tað er, sum løgtingið í veruleikanum skal viðgerða. Hann spyr um talan er um eina fjalda dagsskrá, har uppskotið er lagt fyri tingið um at selja [...] gi - Tað er eitt, sum vit allarfyrt vilja hava fulla greiði á. Og tað er, hvat peningurin skal brúkast til. Tórbjørn Jacobsen, framsøgur tjóðveldifloksins í vinumálum, sigur, at sum støðan er nú, kann [...] Hetta er tað sama sum at biðja fólk latað vera við at keypa, tí at tað er onki vert og tað er sera óheppið, at politikarar siga soleiðis um almennar ognir. Annars heldur Tórbjørn Jacobsen, at tað er heilt
helst, at Atlantsflogi verður einskilt, alt sum tað er, men í politikki er neyðugt at gera neyðsemjur og ætlanin, sum nú er um at einskilja Atlantsflog, er so tað, sum semja fekst um í samgonguni. Genialt [...] eitt ár ella tvey. Eydnast tað ikki, er sambandsflokkurin til reiðar at góðtaka, at tað verður gjørt í tveimum, hóast tað er tann næstbesta loysnin. Veit ikki hvat bagir monnum Heðin Zachariasen, tinglimur [...] partabrøv við vinningi, er tað bara at fegnast um. Javnaðarmaðurin sigur, heldur, at spurningurin um øll 66% av Atlantsflogi skulu seljast í einum ella tveimum, er eitt bagatell, sum samgongan uttan nakran iva
at tað er ein bólkur í samgonguni, sum hevur avtalað einskiljingina, men tað er ongin avtala í samgonguni. Løgtingsmaðurin hjá javnaðarflokkinum sigur, at tað løgna í hesum máli er, at tað er fólkaflokkurin [...] ímillum Føroyar og Danmar, sum er lívæðrin hjá Atlantsflogi. Samstundis er ætlanin, at 33% afturat av Atlantsflogi skulu einskiljast seinni. Men spurningurin er, hvar Atlantsflog er, tá ið ein endalig avgerð [...] Vágum ella at ganga veljarunum har vesturi ov nær. -Tað sum fyriferst nú, er eitt fólkafloksprojekt, men tað er eitt projekt, sum er nógv hættisligari fyri Atlantsflog enn tað hevði verið at einskilt felagið