Einskiljing av Atlantsflogi
- Tað var vð vælsignilsi frá samgonguni, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, nú leggur uppskot fyri løgtingið um at einskilja Atlantsflog.
Tað siga tingmenn úr øllum trimum samgonguflokkum.
Annars ørkymlaði tað mong at lesa í Sosialinum í gjár, at løgtingsmenn úr samgonguni vildi vera við, at samgongan var alt annað enn samd um, hvussu Atlantsflog skal einskiljast.
Bæði Poul Michelsen úr fólkaflokkinum, Johan Dahl úr sambandsflokkinum og John Johannessen úr javnaðarflokkinum, gjørdu greitt, at tað var bara ein bólkur í samgonguni, sum hevði avtalað sínamillum, hvussu Atlantsflog skuldi einskiljast, men at sjálv samgongan hevði ikki góðkent tað.
Men hesum vísa aðrir tingmenn úr samgonguni staðiliga aftur.
Bæði Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins, Heðin Zachariassen, tingmaður fyri fólkaflokkin og Hendrik Old, tingmaður fyri javnaðarflokkin, staðfesta, at spurningurin er væl og virðiliga viðgjørdur í samgonguni.
Teir siga eisini, at Bjarni Djurholm hevur fingið góðkenning øllum flokkum í samgonguni um at leggja málið fyri løgtingið.
Tí skilja teir ikki, hvussu summir tingmenn nú kunnu koma til ta niðurstøðu, at hetta kenna teir lítið og onki til.
Eftir ætlanin skulu 33% av Atlantsflogi einskiljast nú og seljast á virðisbrævamarknaðinum. Seinni er so ætlanin at selja 33% afturat til ein sterkan íleggjara.
Bæði Kaj Leo Johannesen, Heðin Zachariassen og Hendrik Old siga, at einasta ivamál hevur í grundini verið, um hetta skuldi gerast við einari og somu løgtingssamtykt, ella um tað skuldi gerast í tveimum, har løgtingið í fyrstu syftu samtykti at selja 33% av Atlantsflogi á virðisbrævamarknaðinum og síðani seinni aftur samtykti at selja 33%.
Hendrik Old kallar hetta eitt bagatell, sum kann loysast í sambandi við viðgerðina í løgtinginum men bæði Heðin Zachariassen og Kaj Leo Johannesen, hella til, at tað skal vera í einari samtykt, men eisini teir halda, at tað eigur løgtingið at finna útav.
Ongin trupulleiki
Kaj Leo Johannesen, floksformaður sambandsfloskins, sigur, at teirra flokkur hevur ongar trupulleikar av ætlanini at einskilja Atlantsflog at at sambandsflokkurin bakkar Bjarna Djurholm upp í hesum máli.
Hann skilir ikki, hví tingmenn nú stíga fram og sáa iva um málið.
- Málið hevur verið viðgjørt væl og virðiliga í sambandsflokkinum og tað hevur ongin ósemja verið. Sambandsflokkurin hevur tikið undir við ætlanini og hevur givið landsstýrismanninum grønt ljós at leggja málið fyri tingið.
- Men hetta er eitt stórmál og tí hevur tað sera stóran týdning, at vit ikki lata nakrir heilt fáir tingmenn forða fyri ætlanini.
Kaj Leo Johannesen vil kortini helst, at øll 66% í Atlantsflogi verða einskild í einari og somu løgtingssamtykt og tað fer sambandsflokkurin at virka fyri. Tey fyrstu 33% kunnu einskiljast nú, men tað eigur at standa í somu løgtingssamtykt, at tey næstu 33% skulu einskiljast um eitt ár ella tvey.
Eydnast tað ikki, er sambandsflokkurin til reiðar at góðtaka, at tað verður gjørt í tveimum, hóast tað er tann næstbesta loysnin.
Veit ikki hvat bagir monnum
Heðin Zachariasen, tinglimur í fólkaflokkinum, veit ikki, hvat bagir summum tingmonnum.
- Øll tosa um at einskilja, men tá ið tað kemur til skarpskeringar, ber onki til kortini.
Hann sigur, at ætlanin at einskilja Atlantsflog, hevur verið væl og virðiliga viðgjørd í tingmanningini hjá fólkaflokkinum fleiri ferðir og flokkurin góðtók, at Bjarni Djurholm legði uppskot fyri løgtingið. Tað fekk landsstýrismaðurin undirtøku frá tingmanningini hjá fólkaflokkinum fyri.
Tó viðgongur, at tað vóru ymsar meiningar og at Poul Michelsen gjørdi vart við, at hann tók ikki undir við ætlanini. Men tingmanningin var samd um at fara víðari við málinum og at fáa tað fyri tingið og loyst. Tað, sum ósemja var um, var, um 66% av Atlantsflog skuldi einskiljast í einum, ella í tveimum og tað, sum Poul Michelsen ikki kundi góðtaka, var, at einkiljingin verður gjørd í tveimum samtyktum.
Annars heldur eisini Heðin Zachariassen, at øll 66% av Atlantsflogi eiga at verða einskild í einum.
Sjálvur vildi hann helst, at Atlantsflogi verður einskilt, alt sum tað er, men í politikki er neyðugt at gera neyðsemjur og ætlanin, sum nú er um at einskilja Atlantsflog, er so tað, sum semja fekst um í samgonguni.
Genialt
Hendrik Old, tingmaður fyri javnaðarflokkin, heldur, at teir tingmenn, sum siga, at teir ikki kenna til ætlanina, hava fylgt ov illa við.
- Einskiljingin av Atlantsflogi hevur verið viðgjørd á óteljandi fundum í javnaðarflokkinum og eg skilji ikki, at ósemja skal koma undan kavi nú.
-Teir, sum nú vísa sína ónøgd, hava ikki gjørt vart við seg áður og eg dugi ikki at síggja annað, enn at tað er semja í samgonguni um málið.
- Men tað vísir seg, at tað eru teir somu tingmenninir, sum altíð skulu gera vart við seg, men eg taki tað ikki fyri meiri enn tað, sigur Hendrik Old.
- Tað kemur óvart á meg, at ósemja nú stingur seg undan kavi. Men hevur onkur einstakur tingmaður eina serstøðu, verður tað so tað, leggur hann afturat.
Sjálvur heldur Hendrik Old, at tað er beinleiðis genialt at einskilja Atlantsflog soleiðis, at 33% verða seld á virðisbrævamarknaðinum, so at vanligi føroyingurin eisini fær høvið at ogna sær eitt partabræv.
Hann sigur, at tað kann føra við sær, at føroyingar fara eitt føla eitt serligt tilknýti til Atlantsflog, og kunnu teir so seinni selja síni partabrøv við vinningi, er tað bara at fegnast um.
Javnaðarmaðurin sigur, heldur, at spurningurin um øll 66% av Atlantsflogi skulu seljast í einum ella tveimum, er eitt bagatell, sum samgongan uttan nakran iva fer at finna útav táið málið kemur til viðgerðar í tinginum.