Politikkur
- Vit taka fult undir við Løgmanni, tá ið hann sigur, at tað ber ikki til hjá Føroyingum at isolera seg her úti í Norðuratlantshavi, men at vit mugu taka lut í altjóða samfelagnum
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins.
Og á flokstinginum hjá tjóðveldisflokkinum um vikuskiftið, segði hann, at løgmaður skuldi takast upp á orðið.
Men samstundis staðfestir formaður tjóðveldisfloksins, at fyri hvønn dag, sum gongur, verður tað sjónskari og sjónskari, at onki samsvar er ímillum tað, sum løgmaður og samgongan sigur seg vilja og ta politisku støðu og tey politisku amboð, vit hava til taks at menna okkum í heiminum.
- Løgmaður segði, at uttanríkispolitiska heimildarlógin fór at geva okkum møguleikan at undirskriva nýggju handilsavtaluna við Ísland. Men tað var beint øvugt. Hevði Íslandssáttmálin ikki longu verið á borðinum, áðrenn nýggja lógin kom í gildi, hevði hann als ikki kunnað verið staðfestur.
- Somuleiðis segði løgmaður, at uttanríkispolitiska lógin fór at geva okkum limaskap í EFTA og í Norðurlandaráðnum uttan at tað var neyðugt at spyrja danir eftir. Eisini hetta var tað bera bluff og nú, eitt ár seinni, sigur løgmaður, at hann hevur biðið danska uttanríkisráðharran arbeiða við onkrari loysn um EFTA og í Norðurlandamálinum hevur landsstýrið ongi stig tikið.
Mangla atgongumerkið út í heim
Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin vil eisini hava limaskap í EFTA.
- Men forðingin er, at vit eru ikki eitt sjálvstøðugt land tí kunnu vit heldur ikki verða sjálvstøðugur limur í EFTA og øðrum altjóða felagsskapum.
Høgni Hoydal staðfestir nevniliga, at fullveldið er sjálvur lykilin til ta altjóðagerð, sum føroyingar sóknast eftir.
-Tað er okkara atgongumerki til tað altjóða samfelagið.
Hann sigur, at sjálvandi ber tað til at finna onkrar serligar loysnir mótvegis EFTA og øðrum felagsskapum.
- Men nú verður tað Danmark, sum skal vera limur í EFTA vegna Føroyar. Men hetta fer politiska skipanin í Danmark ikki at góðtaka, tí danskir politikarar meta tað sum heilt ómøguligt, at Danmark bæði verur limur í EFTA og í ES fyri síðani at gera av avtalu við seg sjálvt um EBS.
- Høgni Hoydal sigur, at tað einasta, hetta førir til, er at vit noyðast at brúka eina ófatiliga orku upp á eina loysn, sum í besta føri eru sera torførar at umsita og ikki serliga góðar fyri Føroyar.
Løgmaður má tora
Hann heldur, at hetta er at fara yvir um ánna eftir vatnið.
- Vil løgmaður veruliga gera Føroyar til ein part í altjóða sáttmálanum, eigur hann eisini at tora at taka tað neyðuga stigið og tað er at taka fullveldið, tí tað er okkara atgongumerki út í heim.
Formaður tjóðveldisfloksins staðfestir nevniliga, at tað er ikki fullveldi, sum fer at isolera seg.
-Fullveldið er júst tað øvugta. Tað er okkara ríkissættarliga støða, sum útihýsir okkum frá øllum altjóða felagsskapum. Verða Føroyar eitt sjálvstøðugt land, kunnu vit samstarva, har vit vilja. OG vil Løgmaður veruliga gera Føroyar til ein part í altjóða samfelagnum, má hann eisini tora at avgreiða ríkisrættarligu støðuna, sigur Høgni Hoydal.
- Men sum støðan er nú, hevur meirlutin í Løgtinginum samtykt, at nú kunnu vit onki gera uttan í samráð við Danmark so í veruleikanum eru vit enn meiri avmarkað nú, enn vit hava verið, tí fyrr hava vit kunnað sprongt heimastýriskarmin, men tað hava vit frásagt okkum.
Høgni Hoydal leggur kortini afturat, at tjóðveldisflokkurin er sinnaður at lata tað standa sína roynd og tí hevur flokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at søkja um limaskap í EFTA.
- So fáa vit at síggja, hvørju krøv EFTA setir og, hvat úrslitið av tí verður, sigur formaður tjóðveldisfloksins.
Løgmaður hevur stórar ætlanir, men torir ikki at taka neyðuga stigið, halda tjóðveldisfólk









