Almenn áheitan á løgtingsformannin um at skipa fyri Kvinnutingið á Føroya Løgtingi

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Harra Edmund Joensen,
løgtingsformaður.

Eftir eina sera væleydnaða og væl fyriskipaða roynd at skipa fyri Ungdómstingið á Føroya Løgtingi í vetur, fari eg at heita á løgtingsformannin um eisini at skipa fyri, at eitt Kvinnuting verður hildið á Føroya Løgtingi í hesum árin­um.
Nú samgongan er samd um at arbeiða fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki, hevði verið hósk­andi eisini at tikið táttin upp á Føroya Løgtingi, og er hetta eisini í trá við niðan­fyri standandi samtykt sum løgtingið gjørdi 20. oktobur 2005 har millum annað stendur soleiðis:
Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin setur eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir.
Nevndin skal skipa fyri tvør­politiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum av­gerðum, so talið á kvinn­um á Løgtingi og í komm­unustýrunum økist, og  um­boðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norð­ur­londunum.
 Endamálið við hesum upp­skoti til samtyktar er at seta eina nevnd, sum skal skipa fyri tvørpolitiskum til­tøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í sam­svari við um­­boð­an­ina í hin­um Norður­londunum, sum er væl hægri enn í Føroyum.
Í Altinginum eru 28,5% kvinnur, í Fólkatinginum eru 36,9% kvinnur, í Ríkis­degnum eru 45,3% kvinnur, í Stórtinginum eru 36,4% kvinnur og í Landstinginum 35,4% kvinnur
Í Føroyum var kvinnuliga umboðanin á tingi eftir løg­tingsvalið í 1998 12,5%, eft­ir løgtingsvalið í 2000 var kvinnuliga umboðanin 12,5%, og eftir løgtingsvalið í 2004 var kvinnuliga um­­boðanin 9,4%. 
 Endamálið við einum slík­­um Kvinnutingið kundi verið eins og við Ungdóms­tinginum har formaðurin so væl hevur orða setningin:
"at geva kvinnum størri inn­lit í fólkaræðið
"at læra kvinnur at vera ein virknari part av fólka­ræð­inum
"at vísa kvinnum í prak­sis, hvussu avgerðar­manna­gongd­ir virka í einum fólka­­ræði
"at geva kvinnum innlit í, hvør leikluturin hjá Løg­ting­in­um er, og hvat ar­beið­ið hjá Løgtinginum fevnir um
Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at varðveita og menna eitt virkið fólkaræði, og at tað framhaldandi kann vera ein liður í útbúgvingini og menning av kvinnum til at gerast virknar í politikki.
Sum løgtingsformaðurin í røðu síni tá Ungdómstingið var sett bar fram segði so­leið­is :
Demokratiið  fólkaræðið  er nakað av tí dýrabarasta, vit eiga. Fólkaræðið er ikki nakað, sum er givið einaferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað er ein skipan, sum øll dagliga mugu virka fyri, fara væl um og verja. Løgtingið sjálvt er hornasteinurin í okkara fólkaræði.

Við hesum vælaorðum í huga fari eg at heita á formannin um at skipað verður fyri ein­um Kvinnutingið í hesum árinum.