Atlantsflog hongur í einum klønum trái

Tað er rok í samgonguni er um einskiljingina av Atlantsflogi og vandi er fyri, at alt dettur niðurfyri. Fleiri tingmenn góðtaka ikki ætlanina hjá landsstýrinum tí tað fer at koyra Atlantsflog á heysin

Einskiljing
 

Einskiljingin av Atlantsflogi hongur í einum klønum trái. Í øllum førum kann staðfestast, at samgongan er rúkandi ósamd um, hvussu flogfelagið skl einskiljast.
Nakað síðani kunngjørdi landsstýrið, at semja varð fingin um, hvussu Atlantsflog skal einskiljast.
Men hesum vísa tinglimir í samgonguni aftur.
Bæði Poul Michelsen úr fólkaflokkinum, Johan Dahl úr sambandsflokkinum og John Johannessen úr javnaðarflokkinum, gera greitt, at tað er als ongin semja í samgonguni um einskiljingina av Atlantsflogi.
Poul Michelsen og Johan Dahl siga, at er politisk semja gjørd um, hvussu Atlantsflog skal seljast, eru tað í øllum førum bara nakrir heilt fáir politikarar í ovast leiðsluni í samgonguni, sum hava gjørt hesa semjuna yvir høvdinum á restini av samgonguni.
- Einskiljingin avAtlantsflogi er ein ætlan, sum nakrir heilt fáir politikarar í samgonguni hava snikkað saman, uttan at teir hava tryggjað sær, at samgongan sum so, tekur undir við ætlanini, eru teir báðir samdir um.
Poul Michelsen sigur, at hann veit, at tað eru fleiri løgtingsmenn í fólkaflokkinum, sum ikki taka undir við ætlanini og hann veit eisini, at politikarar í hinum báðum flokkunum í samgonguni, sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum, als ikki góðtaka ætlanina hjá landsstýrinum.
Johan Dahl vil bara tosa fyri seg sjálvan, men hann staðfestir, at ein partur av samgonguni hava avtalað ein samgonguleist fyri Atlantsflog, uttan at tryggja sær, at baklandið í restini av samgonguni, tekur undir við ætlanini.    
Teir eru báðir samdir um, at teir góðtaka ikki ætlanina hjá landsstýrinum fyri, hvussu Atlantsflog skal einskiljast. Og teir eru eisini fullvísir í, at teir eru langt frá einsamallir í samgonguni um at kolldøma ætlanina.
Teir hava eisini báðir ein illgruna um, at veruliga ætlanin hjá landsstýrinum er at forða fyri at Atlantsflog verður einskilt yvirhøvur.
 
Fólkaflokkurin ræðist
Eisini John Johannesen, tingmaður úr javnaðarflokkinum, ásannar, at tað er ongin semja í samgonguni um, hvussu Atlantsflog skal einskiljast.  
Hann sigur, at tað er ein bólkur í samgonguni, sum hevur avtalað einskiljingina, men tað er ongin avtala í samgonguni.
Løgtingsmaðurin hjá javnaðarflokkinum sigur, at tað løgna í hesum máli er, at tað er fólkaflokkurin, sum setir fót fyri einskiljingini av Atlantsflogi.
­- Veruleikin er, at fólkaflokkurin ræðist fyri at einskilja Atlantsflog og tað er helst av lokalpolitiskum orsøkum, sigur John Johannesen.
Hann sipar til, at, partar av fólkaflokkinum stúra fyri at missa Atlantsflog úr Vágum ella at ganga veljarunum har vesturi ov nær.
-Tað sum fyriferst nú, er eitt fólkafloksprojekt, men tað er eitt projekt, sum er nógv hættisligari fyri Atlantsflog enn tað hevði verið at einskilt felagið ordiliga so at vit kundu fingu trygt fyri at Atlantsflog varð verandi eitt sterkt felag.
John Johannesen heldur, at antin skal Atlantsflog einskiljast ordiliga, ella er best heilt at lata vera.
Landsstýrið ætlar at einskilja 33% av Atlantsflogi nú og at selja partabrøvini til almenningin.
-Tað gevur ikki Atlantsflog nakað sum helst, at flyta 33 % av partabrøvunum úr landskassanum yvir til pengapungin hjá privatfólki. Tað verður passivur eigaraskapur, sum ikki fer at føra kapital til Atlantsflog. Tað er ikki at einskiljing og so er betri heilt at lata vera.
Hann heldur skal Atlantsflog einskiljast, hevði frægasta loysnin verið at funnið ein samstarvsfelaga, sum kundi ført pening til felagið.
- Hetta fer Atlantsflog brúk fyri, serliga eitt nýtt felag nú fer at flúgva ímillum Føroyar og Danmar, sum er lívæðrin hjá Atlantsflogi.
Samstundis er ætlanin, at 33% afturat av Atlantsflogi skulu einskiljast seinni. Men spurningurin er, hvar Atlantsflog er, tá ið ein endalig avgerð kann takast um tað, heldur John Johannesen.
-Tað, sum nú hendir, er at vit spæla at vit einskilja og skulu vit bíða í óvissuni í longri tíð, áðrenn greiða fæst á, hvat so skal henda.
 
Virkar ikki
Johan Dahl staðfestir, at tað, sum hendir nú, er, at ein ávísur partur í samgonguni ætlar at einskilja Atlantsflog eftir einum leisti, sum ikki virkar.
- At einskilja 33% av Atlantsflogi nú og so bíða við at taka avgerð um rest, er tað sama sum at drepa felagið.
Hann heldur tí, at skal Atlantsflog einskiljast, skal tað staðfestast beinanvegin, at ætlanin er at selja t.d. 66%, ella hvat tað verður.
­- Ongin fer at keypa 33% av partabrøvunum nú í teirri vón, at løgtingið seinni samtykkir at selja 33% afturat, sigur Johan Dahl.
Somuleiðis harmast hann um, at ætlanin er, at hangarurin og tyrlutænastan eru við í einskiljingini.
- Hangarurin eigur at kunna verða ein partur av eini komandi yvirtiknari Vága floghavn, so at hann kann brúkast av teimum flogfeløgum sum røkja Føroyarutuna.
Hann vísir eisini á, at tyrlutænastan er alment fíggjað at kalla øll, sum hon er og tí eigur hon at verða tikin burturúr fyri burturav at røkja uppgávur í sambandi við hjálp og bjarging og at røkja ferðafólkaflutning og farmaflutning millum oyggjarnar.
- Hetta er ein uppgáva, sum eigur at verða útlisiterað, heldur hann. Hann vísir eisini á, at landið betalir fyri allar eykalutir og umleið 21 millónir um árið fyri tyrluna í sambandi við hjálp go bjarging og  rutuflúgving.