Einskiljing av Atlantsflogi
Tað er nógv, sum bendir á, at samgongan verður reiðiliga einsamøll um at ætlanina at einskilja Atlantsflog.
Í aðrari grein í blaðnum í dag, sigur tjóðveldisflokkurin kortanei til nakað sum helst, fyrrenn ein greið avtala er fingin um, hvat skalt gerast við avkastið, sum landskassin fær av teimum einskildu, almennu fyritøkunum.
Og teir báðir smáu andstøðuflokkarnir, sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin, hava eisini síni fyrivarni.
Tað vil siga, at støðan hjá miðflokkinum er greið og hon er, at teir eru ímóti at einskilja Atlantsflog.
Hinvegin er Kári P. Højgaard úr sjálvstýrisflokkinum ikki so avgjørdur.
Óheppin byrjan
Kári P. Højgaard heldur, at tað er sera óheppið, at einskiljingin byrjar við Atlantsflogi, heldur enn at byrja við Føroya Tele og Føroya Banka, ið eru tvær fyritøkur, sum tað er heilt natúrligt at einskilja.
-Atlantsflog er okkara lívæðr úteftir og hevur tískil grundleggjandi ávirkan á okkara samfelag. Tí er talan um eina umstrídda einskiljing ið ikki hevur so stóra undirtøku, sum ynskiligt er.
Kortini vísir Kári P. Højgard á, at sjálvstýrisflokkurin er fyri at einskilja almennar fyritøkur og hann vísir eisini á, at Atlantsflog er ein fyritøka, sum kann einskiljast.
- Tað, sum hevur týdning í hesum føri, er, at vit tryggja okkum, at virksemið hjá Atlantsflogi verður verandi í Føroym og at vit fáa rætta prísin fyri felagið.
Ein stórur spurningur er eisini, um rætti prísurin fæst fyri felagið við at selja 33%, sum landsstýrið ætlar nú. Tí er spurningurin um tað ikki er rætt at gera púra greitt, at meirilutin verður seldur.
Hann vísir á, at Atlantsflog er eitt hjartabarn hjá sjálvstýrisflokkinum, tí tað var landsstýrismaður floksins á sinni, Lassi Klein, sum var tók stig til at stovna felagið.
Annars saknar Kári P. Højgaard kunning um ætlanina at einskilja Atlantsflog og tí kennir hann ikki avleiðingarnar.
Hvønnveg hann fer at venda tummilin, tá ið atkvøðast skal, veldst alt um, hvussu viðgerðin í Løgtinginum verður og hvat viðgerðin endar við.
Tí vil hann ikki longu nú binda seg at taka undir við uppskotinum, men hann fer at viðgerða tað í størsta álvara.
Slakta ikki hønurnar ið verpa gulleggini
Jenis av Rana ger greitt, at miðflokkurin er ikki sinnaður at slakta hønurnar í verpa gulleggini.
Tí er hann ímóti at einskilja Atlantsflog, Føroya Banka, Føroya Tele Fiskavirking og aðrar fyritøkur, sum landið hevur inntøkur og gagn av.
So leingi sum ein fyritøka gevur avlop og gagnar bæði landskassanum og útjaðaranum í Føroyum, eru vit ikki fyri at selja tær, sigur hann.
-Summar av hesum fyritøkum endaði í landskassanum í kreppuni, tá ið tað privata ikki megnaði meir og vit duga ikki at síggja, hví tað skal aftur á privatar hendur so títt og knapt tað aftur gevur yvirskot. Tá ið ein fyritøka gevur hall, skal tað almenna hanga upp á tað, men tá ið tað gevur yvirskot, skal tað privata hava tað.
Hann vil kortini ikki siga, at landið hevur so stóran vinning av Atlantsflogi.
-Men Atlantsflog er ein trygd fyri Føroyar og tað er ein vandi fyri at privat áhugamál fara við felagnum og so er trygdin fyri sambandinum við útheimin burtur, tí tað vandi er fyri, at eitt privat felag fer at gevast, tá ið tað ikki loysir seg nóg væl, heldur Jenis av Rana.