málið. Kyndil er við sigrinum aftur á øðrum plássi í kappingini. Longu nú er greitt, at teir skulu spæla steypafinalu móti Neistanum, sum er greitt oddalið. Og so er spurningurin, um tað eisini eydnast at [...] vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti tørnaðu saman í Vestmanna sunnudagin. Enn er støðan tann, at bæði liðini hava møguleika fyri at røkka FM-finaluni móti Neistanum. Men eins nógv er talan um akuttan [...] at fáa sama dyst til FM-finaluna. VÍF er hinvegin nú dotti aftur á niðurflytingarpláss. Og tað sigur væl nakað um spentu støðuna í deildini, at VÍF í løtuni er einasta liðið – umframt Neistan – sum hevur
stórbærari. Báðir mugu í síðsta umfari telva fyri at vinna. Eitt remis er ov svikaligt. Helgi og Høgni hava báðir hvíta fólkið. Helgi móti Eyðuni og Høgni móti Martini. Høgni er kanska ikki heilt álvuligur [...] mótstøðumannin í morgin. Tí er nakar, sum í heitari orrustu telvar við køldum blóði sum Høgni, er tað Martin Poulsen. Báðir eru rættir víkingar við talvborðið. Púra óræddir og eirindaleysir. Í landskappingini [...] báðir væl útbornir í morgin, verður hetta kanska ein rættur glymur dansur teirra millum. Helgi er rímiligt stórfavorittur móti Eyðuni, men sjálvt ein stórmeistari kann kenna trýstið tyngja. Í talvkynstri hevur
eina bók um óneyðugar feilir og bólttap í hondbólti, so skuldi viðkomandi verið til dystin í Hoyvík, tí har var nógv tilfar til eina slíka bók at heinta. Serliga í byrjanini av dystinum var leikferðin sera [...] stóri munurin á liðunum í dystinum. Sjáldan vóru meiri enn tvey mál á muni, og í fyrra hálvleiki var tað næstan altíð heimaliðið KÍF, ið hevði leiðsluna, um tað ikki stóð á jøvnum. Í álopinum hjá kollfirðingum [...] ikki. Kollfirðingar hingu í, og teir fingu eisini góða hjálp frá neistamonnum, ið ikki gjørdu tað lættari fyri seg sjálvar. Millum annað gjørdi Jotic í neistamálinum tvær ferðir í rað tann stóra brølara,
súkklukappingini bleiv súkklað í Runavík í vikuskiftinum. Hetta í samband við Eystanstevnuna. Kappast varð bæði millum gentur og dreingir, børn, ung og vaksin. Koyrt bleiv á keiøkinum í Runavík. Mál og startur [...] Eysturoyar Timburhandil. Leiðin gekk síðan niðan móti rundkoyringini, eftir vegnum móti Toftum, og síðan inn aftur á keiøkið. Meðan teir vaksnu og unglingar koyrdu í 45 minuttir pluss eitt umfar, so koyrdu børnini [...] Eli kom á mál sum nummar trý. Hóast hann bert er 14 ár, so hevur Torkil Veyhe valt at koyra saman við unglingunum í ár. Væl gekk, og hann megnaði, eisini í einum endaspurti, at vinna á Bergur Johansen av
Talvið sum Eyðun vann í sætta umfari, er við í blaðnum í dag. Eyðun fangaði frúgvuna í miðspælinum. Heini Danielsen royndist eisini drúgvur í almenna bólkinum, men eitt stig í trimum teimum síðstu talvunum [...] trý umførini. Heini vann eitt sera væl spælt talv móti Óla Jacobsen í áttanda umfari. Talvið er við í blaðnum. Eyðun nummar tvey Í opna almenna bólkinum í Keypmannahavnarmeistaraskapinum, ið kallast Akt [...] sær við at vinna 2,5-1,5 móti gøtumonnum. Tillukku við tí, Havnin 4! Ógjørligt er at siga hvør vinnur hini heiðursmerkini, tí sera tætt er millum liðini. Havnin 5 er eisini við í tí stríðnum eftir at teir
hitt talvið móti Hans Kristiani Simonsen, og hann hevur vunnið annað og tapt hitt talvið móti Helga Dam Ziska. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Heini Olsen telva móti útlendingum. Í næstseinasta [...] FM Heini Olsen-IM Jens Ove Fries-Nielsen. Fjórða Klaksvík International er í Leikalund, sum heldur til í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík. [...] tapti við svarta fólkinum móti IM Jens Ove Fries-Nielsen. Danski telvarin hevði ikki fingið fult í nøkrum av teimum fyrstu sjey umførunum, og svenski telvarin hevði ikki tapt í sjey teimum fyrstu umførunum
at døma er hetta ein lykladystunum í niðurflytingarstríðnum. Í heimadystinum móti vágamonnum megnaðu sumbingar at toga ein tepran sigur í land, og verður hetta endurtikið, er einki at ivast í, at sumbingar [...] deyðbóltsstøður. Hetta var í øllum førum nakað, sum vágamenn í fleiri førum fingu gjørt nýtslu av, meðan teir høvdu verjuleikaran í hópinum, og einki er at ivast í, at teir í B36 eisini hava lagt hesar [...] dystunum verða leiktir í Gundadali. Um teir so megna at gera nýtslu av hesum fyrimuni er ein heilt annar spurningur, sum ikki er svaraður fyrr enn kappingin er liðugt leikt. Hjá sumbingum er støðan heilt øðrvísi
at døma er hetta ein lykladystunum í niðurflytingarstríðnum. Í heimadystinum móti vágamonnum megnaðu sumbingar at toga ein tepran sigur í land, og verður hetta endurtikið, er einki at ivast í, at sumbingar [...] deyðbóltsstøður. Hetta var í øllum førum nakað, sum vágamenn í fleiri førum fingu gjørt nýtslu av, meðan teir høvdu verjuleikaran í hópinum, og einki er at ivast í, at teir í B36 eisini hava lagt hesar [...] verða leiktir í Gundadali. Um teir so megna at gera nýtslu av hesum fyrimuni er ein heilt annar spurningur, sum ikki er svaraður fyrr enn kappingin er liðugt leikt. Nú stendur á Hjá sumbingum er støðan heilt
Helgi Abrahamsen Spurningurin um skrásett parlag hevur enn einaferð verið settur ovast á breddan í føroysku fjølmiðlunum. Eg fari ikki at blanda meg upp í tað kjakið, tí tað vísir seg ikki at vera møguligt [...] verða føddur? Um tað er so umráðandi at fáa skrásett parlag við í eina komandi stjórnarskipanarlóg, átti tað so ikki eisini at staði í somu lóg, at frí fosturtøka kann ikki vera loyvd í Føroyum? Ella skal [...] forkvinnan í Amnesty International, Føroya deild, hevur verið frammi við áheitan á politikararnar um at taka rættindini hjá teimum samkyndu við í komandi stjórnarskipanarlóg, og formaðurin í stjórnarsk
nú Henrik Larsen er venjari, og higar til hevur tað í hvussu so er verið so, at teir fyrstu ellivu ikki eru avdúkaðir fyrr enn undir seinastu venjingini, sum er eftir evstamark okkara. Í hópinum eru annars [...] n, og so sjálvandi eisini til at ferðast í, og mánadagin byrjaðu venjingarnar so aftur. Landsliðið heldur í hesum døgum til á Hotel Fürstenhof í Zelle, sum er ein býur einar 50 kilometrar uttan fyri sjálvt [...] av krími undir dystinum í Litava, og í dystinum varð hann skiftur út við einum smávegis skaða, men alt hetta tykist nú vera komið í rættlag. Mánadagin tók hann fyri ein part lut í venjingunum, men hann gavst