Hondbóltur
Leikferðin og hugflogið var einki at reypa av, tá tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti tørnaðu saman í Vestmanna sunnudagin.
Enn er støðan tann, at bæði liðini hava møguleika fyri at røkka FM-finaluni móti Neistanum. Men eins nógv er talan um akuttan niðurflytingarvanda hjá liðunum, og kanska var hetta seinasta tað, sum mest eyðkendi spælið sunnudagin.
Tí hetta var sjáldan nakað at reypa av, hóast spenningurin til tíðir var øgiligur.
Sum vant vildi hvørgin parturin geva seg, og kropsliga varð nógv lagt fyri í royndunum at steðga mótstøðuni.
Støðugt var tað tó Kyndil, sum var við yvirlutan. Vestmenningar hingu støðugt í hølunum á teimum grønum, og einstakar ferðir stóð eisini á jøvnum á máltalvuni.
Hvørja ferð megnaði Kyndil tó at svara aftur. Seinastu tveir minuttirnar hevði VÍF tó allar møguleikar, tá teir spældu í yvirtali. Men teir misnýttu møguleikan at minka munin niður í eitt mál, tá brotskast varð misnýtt, og so bilti tað minni, at teir við fáum sekundum eftir minkaðu munin niður í tað eina málið.
Kyndil er við sigrinum aftur á øðrum plássi í kappingini. Longu nú er greitt, at teir skulu spæla steypafinalu móti Neistanum, sum er greitt oddalið. Og so er spurningurin, um tað eisini eydnast at fáa sama dyst til FM-finaluna.
VÍF er hinvegin nú dotti aftur á niðurflytingarpláss. Og tað sigur væl nakað um spentu støðuna í deildini, at VÍF í løtuni er einasta liðið – umframt Neistan – sum hevur positivan málmun. Ikki akkurát tað, sum plagar at eyðkenna ein dumpikandidat.
Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 20-21 (10-11)
10 min: 3-3
20 min: 6-9
40 min: 14-16
50 min: 17-19
Málskjúttar
VÍF: Bjarti Hansen 6, Sámal Jákup Djurhuus 3, Sámal Joensen 2(2), Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Áki G. Olsen 2, Jákup Suni Andreasen 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Poulsen 1
Kyndil: Bárður Johannesen 4, Josef Abrahamsen 4, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal-Christiasnen 3(2), Tummas Pauli Hanusarson 3, Janus Einar Sørensen 2, Kenn Zachariassen 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 3
Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 4
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason