Jákup Mørk
B36-Sumba 4-0 (3-0)
Tey árini Sumba hevur verið í fremstu fótbóltsdeildini, hevur B36 verið eitt av liðunum, sum lítlar ella ongar trupulleikar hevur havt av at basa sumbingunum.
Hesu ferð kundi tó roknast við, at støðan fór at vera nakað øðrvísi. B36 hevur ikki havt tað nakað serligt síðani fyrra dystin móti Sumba, sum samstundis var seinasti dystur hjá John Petersen. Sumba hevur tó heldur ikki gjørt tær stóru skrytirnar seinastu umførini, men spælið hevur tó verið á eini leið, so vónirnar høvdu teir í øllum førum.
Vónirnar brustu
Vónirnar hjá heimamonnunum lógu tó skjótt í skeljasori, tí dysturin var ikki meira enn tveir minuttir gamal, tá B36 hevði togað seg tvey mál fram um.
Í fyrstu álopsroyndini átti B36 innkast í vinstru. Håkan Lundholm tveitti bóltin inn um sumbiar verjuna, og næstan av baklinjuni royndi Maciej Maryniak, seg við einum skoti. Í besta Van Basten stíli sigldi bólturin upp um Eigil Olsen í málinum, áðrenn hann legði seg til rættis í handara síðuneti.
Sumba hevði ikki meira enn givið bóltin upp, so var aftur galið. Ein bóltur varð stungin inn um verjuni eftir miðásini, og púra einsamallur við málverjanum kundi Jens Kristian Hansen langa bóltin í meskarnar.
Hóast tað enn vóru 88 minuttir eftir at leika, so var tað eftir ógvusligu byrjanina nærum avgjørt, hvar stigini skuldi fara. Sumbingar tóktust eisini at hava ásanna, at uppgávan nú var nærum vónleys.
Í øllum førum megnaðu teir als ikki at leggja nakað veruligt trýst á B36 liðið, hóast B36 dovnaði heilt nógv, tá trygga leiðslan varð veruleiki.
Tað eydnaðist B36 at økja enn meira um munin, áðrenn farið varð til hálvleiks. Jens Kristian Hansen, sum nú aftur var at síggja á miðvøllinum, fann Maciej Maryniak, og einsamallur við málverjanum kundi pólverjin økja upp í 3-0.
Avgreiðsluspurningur
Seinastu trý korterini av dystinum tóktust bæði liðini bert at vera áhugað í at fáa tíðina at ganga.
B36 lat so at siga alt spælið frá sær, men hóast sumbingarnir høvdu bóltin nógv, varð talan ikki um teir stórur málmøguleikarnar. Í løtum megnaðu teir at leggja eitt sindur av trýsti á mótstøðumenninar, men tá hetta varð gjørt, opnaðu teir eisini fyri møguleikum til kontra, og B36 hevði eisini onkran heilt góðan møguleika, sum kortini varð misnýttur.
Móti endanum av dystinum varð sigurin staðfestur, tá Darius Magdisauskas var hægstur eftir hornaspark, og við høvdinum beindi hann bóltin í netið. Líkt er til, at B36 við litavanum hevur fingið eitt vandamikið vápn til deyðbóltsstøður. Hetta var í øllum førum nakað, sum vágamenn í fleiri førum fingu gjørt nýtslu av, meðan teir høvdu verjuleikaran í hópinum, og einki er at ivast í, at teir í B36 eisini hava lagt hesar dygdir til merkis.
Hóma heiðursmerki
Við sigrinum fekk B36 aftur meira ferð á stigainnsavnanina, sum annars hevur verið nærum fullkomuliga uppsteðgað. Komandi vikuskifti koma sandoyingar á vitjan, og verður talan tá aftur um try stig, munnu fleiri av viðhaldsfólkunum aftur fara at tosa um heiðursmerki.
Tað telur eisini til fyrimunar fyri havnarmenninar, at teir bert hava ein dyst eftir uttan fyri høvuðsstaðin, meðan fýra av teimum fimm írestandi dystunum verða leiktir í Gundadali. Um teir so megna at gera nýtslu av hesum fyrimuni er ein heilt annar spurningur, sum ikki er svaraður fyrr enn kappingin er liðugt leikt.
Nú stendur á
Hjá sumbingum er støðan heilt øðrvísi, og undir øllum umstøðum meira hættislig.
Komandi vikuskifti skuldu teir ferðast vestur á Vágoynna, og eftir øllum at døma er hetta ein lykladystunum í niðurflytingarstríðnum. Í heimadystinum móti vágamonnum megnaðu sumbingar at toga ein tepran sigur í land, og verður hetta endurtikið, er einki at ivast í, at sumbingar eru nøgdir.
Sumba-B36 0-4 (0-3)
0-1: Maciej Maryniak 2.
0-2: Jens Kristian Hansen 3.
0-3: Maciej Maryniak 33.
0-4: Darius Magdisauskas 85.
Dómari: Lassin Isaksen
Sumba:
Eigil Olsen ? Trygvi Nielsen, Dánjal Johan Joensen, Mortan úr Hørg ? Nikola Biberdzic, Jan Poulsen, Spasojé Biberdzic, Hans Jacob Thomsen, Hallur Dam Joensen, Sasa Tomajek ? Nebosja Veljkovic
B36:
Tróndur Vatnhamar ? Darius Magdisauskas, Egil Zachariassen, Fróði Clementsen ? Jan Guttesen, Mikkjal Thomassen, Jens Kristian Hansen, Håkan Lundholm ? Jørgen Meitilberg, Maciej Maryniak, Magni á Lakjuni01-0Henning Jarnskor
(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)
411-01-0Leivur Hansen
55-10-0Poul Henning Jacobsen
(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)
68-10-0Jóan Petur Olsen
711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)
811-21-0Pauli Jarnskor
(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)
911-71-1Súni Olsen
1012-50-0Óli Hansen
1211-42-1Helgi L. Petersen
Venjari: Johan Nielsen
GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72
Samanumtikið:
Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.
Frágreiðingar
Dømi 1
111-(-17)0-0Waldemar Nowicki
Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort
Dømi 2
1510-21-0Alex Nielsen
Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort
Dømi 3
54-00-0Kristian Nielsen
(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)
Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti
GK: Gul kort
RK: Reyð kort
Komandi dystir
1. deild menn, 14. umfar
27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda
27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen
27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð
27.08GÍ-NSÍPetur Hansen
27.08VB-HBLassin Isaksen
2. deild menn, 13. umfar
26.08HB-TBRegin Egholm
26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen
26.08ÍF-B36Sune Johansen
26.08KÍ-RoynPetur Hansen
26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen
3. deild menn, 12. umfar
27.08FS Vágar-TBSune Johansen
27.08B68-KÍEdvard Højgaard
27.08B36-B71Ransin Djurhuus
27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg
27.08VB-ABZoran Mancic
1. deild kvinnur
27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo
27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen
Støðan - 1. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1HB139-2-229171229
2B68139-0-432221027
3VB138-3-22518727
4B36138-0-538172124
5NSÍ136-3-432211121
6KÍ136-2-529131620
7GÍ135-2-62626017
8B71132-2-91525-108
9FS Vágar132-2-91535-208
10Sumba132-0-11956-476
Støðan - 2. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1EB/Str.128-2-235171826
2TB127-2-33829923
3ÍF125-6-127131421
4B36125-2-52524117
5NSÍ125-2-52121017
6GÍ123-4-51826-813
7HB124-1-72939-1013
8LÍF123-3-61420-612
9KÍ123-3-61627-1112
10Royn122-5-51421-711