Helgi Abrahamsen
Spurningurin um skrásett parlag hevur enn einaferð verið settur ovast á breddan í føroysku fjølmiðlunum. Eg fari ikki at blanda meg upp í tað kjakið, tí tað vísir seg ikki at vera møguligt at føra eitt sakligt kjak um tann spurningin gjøgnum fjølmiðlarnar.
Men av tí at forkvinnan í Amnesty International, Føroya deild, hevur verið frammi við áheitan á politikararnar um at taka rættindini hjá teimum samkyndu við í komandi stjórnarskipanarlóg, og formaðurin í stjórnarskipanarnevndini hevur sagt, at spurningurin skal takast upp í nevndini, so kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat Amnesty International og stjórnarskipanarnevndin halda um mannarættindi hjá øðrum bólkum í føroyska samfelagnum. Eg hugsi her um rættin til at verða føddur? Um tað er so umráðandi at fáa skrásett parlag við í eina komandi stjórnarskipanarlóg, átti tað so ikki eisini at staði í somu lóg, at frí fosturtøka kann ikki vera loyvd í Føroyum? Ella skal spurningurin um arv, hava størri týdning í føroyska samfelagnum, enn rætturin til at verða føddur ?
Hvat heldur Amnesty International, Føroya deild um henda spurningin, og hvat heldur stjórnarskipanarnevndin?









