avtaluni frá 1992. Myndugleikarnir undirstrika aftur og aftur, at teir hava leiðslurættin, og at hesin kann ikki leggjast til fakfeløgini at avgera Hetta er so satt, sum tað er sagt. Men tað er eisini ein [...] Skrivliga svarið frá Eilifi Samuelsen varð býtt út fram móti endanum á tingfundinum fríggjadagin, og bæði tað og prát við fryntligar tingmenn fríggjadagin siga okkum, at tað er neyðugt at seta nøkur v [...] um, YF, er ólóglig. Víst verður á eina YF-aðalfundarsamtykt í september 1997, ella eftir at sáttmálin var undirskrivaður fyrr á árinum. Tað skal vera arbeiðfriður í sáttmálaskeiðnum, og tí er verkfallið
hon yvirhøvur er smittað. Eina aðra vón hava tey kortini, sigur omma viðgjørdu gentuna við Sosialin. Og tað er, at Harrin, sum sterkari er enn allir læknar, fer at hjálpa teimum. Tað hava tey sett alt [...] trúgva, at tað hjálpir, tí vit kenna dømi um, at tað hevur tað gjørt fyrr,« sigur omma hesa gentuna, sum annars heitir á fólk um ikki at ganga við søgum, tí foreldrini jú hava sagt alment frá, hvussu veruliga [...] fingu foreldrini at vita frá læknunum, at nakað av tí blóði, hon hevði fingið í samband við skurðviðgerðina, stavaði frá einum donori, sum vísti seg at vera HIV positivur. Ikki er óvanligt, at tá sovorðið
hava verri við at lúgva seg undan vandabólkum, tey kunnu vera, ella hava verið, í. Mett verður, at tað er lættari at smoyggja sær undan, tá ein bara skal skriva undir eitt skjal, enn tá ein situr yvir av [...] og ólíkt. Ester Larsen heldur, at ein slík samrøða fer at skilja ivasamar donorar frá. Henning Sørensen, yvirlækni, sum er leiðari í blóðbankanum hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, sigur við Jyllands Posten [...] rin týsdagin, hevur fingið danskar myndugleikar at taka málið um blóðgevarar upp av nýggjum. Málið er komið í Fólkatingið, har formaðurin í Heilsunevndini, Ester Larsen úr Vinstraflokkinum, skýtur upp
98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum [...] Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30?12.30 Hósdag kl 8.30?16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf [...] olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14?16, hósdag kl. 14?17 og fríggjadag kl.14?16. Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30?16.30. Epileptikarafelag Føroya
hann hevur trupulleikar við rygginum: ? Vit hava higartil vant á grúsvøllum, og tað er als ikki so hugaligt, sum tað er at venja og spæla á grasi. Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna á grúsi, og tvær [...] bæði næstu kappingarárini: ? Vit eru lidnir at samráðast, og vit eru samdir. Sáttmálin er ikki undirskrivaður, men tað er bara ein tekniskur spurningur. Eg rokni við, at endaligi sáttmálin verður undirskrivaður [...] av lesnaðinum. Mítt arbeiði er at spæla fótbólt, samstundis sum eg taki eina útbúgving, og tað dámar mær stak væl. Higartil hevur Herfølge vant seint seinnapartin, men nú er gjørt av, at venjingin skal
Steinbjørn í Lambanum sigur, at tað serliga eru tvey punkt, sum hava vakt hansara misnøgd. Tað er serliga framferðarhátturin og so tað, at teir ikki kunnu greiða okkum frá, hvør tað er sum betalur heiluvág okkara [...] avlamispensiónslógunum. Kunngerðin ásetur eftir hvørjum treytum sjúklingar kunnu fáa endurgoldið útreiðslur fyri heilivág. Tað sum tó hevur vakt størstan ans er, at sjúklingarnir nú sjálvir skulu rinda part [...] summum pensiónistum. Tann ætlanin fór í vaskið, og tí fyrikemur tað mær, at onkur annar skal bøta fyri tað. Steinbjørn í Lambanum sigur, at tað eru uml. 1.000 diabetikarar í Føroyum, og skulu teir gjalda 1
av skaða í lærkrikanum. Tað er ikki greitt, um hann heilt fer at gevast sum fótbóltsspælari, tá hetta kappingarárið er av, og so leingi sum tað ikki er greitt, so er í hvussu so er ein teoretiskur møguleiki [...] mammubeiggin, Ebbe Skovdal, var og er venjari. Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tað hevði passað sum fótur í hosu hjá fjølmiðlunum, um Michael Laudrup nú hevði boðað frá, at hann fer at spæla við FCK. [...] fyri, at hann fer at spæla við FCK og saman við Toda Jónsson, og tað er hetta, sum BT roynir at selja nøkur bløð eyka uppá. Men tað er heilt greitt, at Michael Laudrup verður ikki á danska landsliðnum
inntøkan stavar frá samsýningini fyri sjónvarpsavtalu, sum var 1,9 milliónir. Hetta er tað, sum FSF fekk frá UFA í 1997. Fyri rættindini at sjónvarpa fekk FSF 209 túsund krónur, og tað er væl minni, enn [...] Torleif Sigurðson. Hann undirstrikar, at tað ber ikki til at siga, at landsliðið er avtikið, men at tað fyribils er lagt stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn, men fyri [...] komnir til tað úrslit, at U-15 landsliðið skal hvíla í ár, kemst av, at vit ivast stórliga í úrtøkuni. Tað hevur ikki sæst aftur í úrslitunum hjá U-16 landsliðnum, at dreingirnir hava royndir frá U-15 landsliðnum
víkir frá uppskotinum í løgtingsmáli nr. 42/1996 á tann hátt, at tað er ikki álagt nevndini at gera fleiri uppskot, men einans at gera uppskot til nýggja skipan við størri sjálvræði. Harafturat er í hesum [...] lóggáva á hesum økjum í tann mun, tað ikki er ósambæriligt við ríkisfelagsskapin, verða yvirtikin sum ein náttúrligur liður í føroyskum sjálvstýri. Tá álitið er liðugt, eigur tað at verða prentað og almannakunngjørt [...] meiriluti í tinginum fyri tí. Tað er einki at ivast í, at tíðin er vælvald at leggja hetta uppskot fram. Svarið, ið Ríkisumboðsmaðurin gav í tinginum upp á fyrispurning frá Bjarna Djurholm staðfesti, at
vælleiktur. Kyndil kom betur frá byrjanini, H71 reisti seg aftur, Kyndil kom afturíaftur, men H71 fekk síðsta orðið. Tað sást frá byrjan, at nógv stóð upp á spæl. Fyri bæði liðini hevði tað stóran týdning at vinna [...] toppinum. Og harafturat var tað dysturin millum tað gamla etableraða og tað nýggja uppkomandi felagið. Gamla samanberingin millum Dávid og Goliat varð drigin fram aftur, og tað vísti seg eisini hesaferð [...] havnarmenn vinna føroyska hondbóltsklassikaran, eru fýra stig á muni, og tað er ov nógv, nú kappingin er so langt útliðin, sum hon er. Kyndlamenn hava bert steypafinaluna eftir at spæla um, og hon verður