Donoreftirlitið verður strangari

Eftir tað, sum hendi á Ríkissjúkrahúsinum í seinastu viku, vænta danskir sjúkrahúsmyndugleikar, at eftirlitið við blóðgevarum verður strangari

Tann vanlukkuligi blóðflutningurin týsdagin, hevur fingið danskar myndugleikar at taka málið um blóðgevarar upp av nýggjum.

Málið er komið í Fólkatingið, har formaðurin í Heilsunevndini, Ester Larsen úr Vinstraflokkinum, skýtur upp, at allir blóðdonorar skulu til eina persónliga samrøðu, áðrenn teir sleppa at lata blóð.

Hetta, heldur hon, fer at gera, at fólk hava verri við at lúgva seg undan vandabólkum, tey kunnu vera, ella hava verið, í.

Mett verður, at tað er lættari at smoyggja sær undan, tá ein bara skal skriva undir eitt skjal, enn tá ein situr yvir av einum øðrum persóni, sum spyr um líkt og ólíkt.

Ester Larsen heldur, at ein slík samrøða fer at skilja ivasamar donorar frá.

Henning Sørensen, yvirlækni, sum er leiðari í blóðbankanum hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, sigur við Jyllands Posten mánadagin, at neyðugt verður nú at umhugsa, um blóðbankarnir skulu fara at spyrja hvønn einstakan blóðdonor um kynslívið hjá viðkomandi, fyri á tann hátt at finna tey, sum hava verið fyri møguligum smittuvanda.

Tilburðurin týsdagin er annar síðan 1986, har fólk hava fingið HIV positivt donorblóð á donskum sjúkrahúsi. Hin fyrri var fyri átta árum síðan á Hvidovre Hospital.