hilnast soleiðis hjá toftamonnum, sum tað kundi roknast við, nú teir hava so nógvar spælarar, ið kappast um pláss á besta liðnum. Hesa ferð vóru tríggir spælarar, ið plaga at vera á og í nánd av besta liðnum [...] farnir. Bjarni Prior royndi seg við skoti ikki so langt úr málinum, bólturin tók í ein toftamann, málverjin var snýttur, og á dómaraseðlinum er málið skrásett sum sjálvmál. Sigfríður Clementsen var komin inn [...] mikið av fólki saman, tá 3. deildarliðið skal mannast á útivølli. Eydnast tað ikki, so siga reglarnir, at dysturin, sum sambært skipanini skuldi verði spældur á heimavølli, í staðin skal spælast á útivølli
flúgva til Skotlands. ? Men tað var ein smeitur, at sjóvegis sambandið datt niðurfyri. Í løtuni er tað bara Skipafelagið, sum siglir til Skotlands. Men tað er bara ein einvegis ruta, tí á veg til Føroyar [...] føroyingar vera við. So hóast fyritøkurnar hava verið eitt sindur afturhaldandi av tí, at oljuprísirnir hava verið í lægra lagi, sigur menningarstjórin, at øll útlit eru til, at tað verður ein góð, føroysk [...] fyritøkur, sum hava veruliga fyrireikað seg til oljuvinnuna, og hava bøtt um kappingarførið fara at mennast stórliga í næstu framtíð Hinvegin verða tær fyritøkur, sum ikki hava tikið tað so tungt, noyddar
eg at vit sum venjarar kunnu vera stak væl nøgdir við, tí sum heild stóðu allir leikararnir seg sera væl. Men tað gongur nógv út yvir samanspælið, tá so nógvar útskiftingar eru, er tað ikki so? ? Jú, tað [...] hvussu er tú so nøgdur sum venjari? ? Eg eri sjálvandi væl nøgdur við at vinna fyrsta dystin, tí vit vístu, at vit kundu koma afturíaftur tá vit eru aftanfyri. Tað sum kortini ikki er so gott er, at vit [...] og betri. Klæmint Isaksen dylir ikki fyri, at ein leikari sum Bárður Mikkelsen, sum spælir við danska felagnum Fortuna Odense, er vorðin nógv betri, bara hetta eina ári hann hevur spælt í Danmark, og hann
20 dollarar ber tær til at ?leiga? ein løgreglumann, sum ?til stuttleika? kann koma og taka ein vinmann tín ella onkran, tú kennir, og seta hann fastan. Hann kann so sleppa at sita í geglinum eina ávísa [...] virðum. Børnini fingu so eitt vist tal av merkjum, sum tey so kundu brúka í staðin fyri pengar til tey ymsu spølini, sum tey høvdu høvi at taka lut í. Vóru tey heppin at vinna, so fingu tey vinningar afturfyri [...] um okkurt, sum hann ikki hevði skilt, ella at skifta orð um okkurt - ikki um at tala, um onkur hevði havt hug at mótmæla onkrum. Nei - slíkt var so óhugsandi, at tað kundi tú ikki so frætt sum loyva tær
HB-venjaranum, at hann kann heita á Jan Dam, sum er heima til landsliðsvenjing. Annars verður liðið ivaleyst nakað tað sama sum móti NSÍ (Magni á Lakjuni verður kanska við í hópinum), og so er spurningurin, [...] KÍ vann, hóast teir síðstu løtuna bara spældu við níggju monnum. ? Eg veit, at VB ofta hevur staðið seg illa í Klaksvík, men ætla vit okkum at vera við í fremru hálvu, so mugu vit fara eftir øllum stigunum [...] plágaður av skaðanum, sum hann fekk Kristi himmalferðardag, tá liðini hjá ÍF í 1. og 3. deild spældu innanhýsis venjingardyst. Nýggir í hópinum eru Bogi Nón og so Bárður á Lakjuni, sum átti at verið sjál
at HB, sum vann bæði steypakappingina og landskappingina í fjør, ikki er so einaráðandi, sum teir hava verið. Onkrir spælarar eru ikki so væl fyri, sum teir vóru í fjør, og liðið sum tykist sum heild at [...] HB. Í 1966 vann KÍ í finaluni, sum varð spæld í Gøtu, á HB, og í 1967 stóð finalan aftur í Gøtu millum KÍ og eitt havnarlið. B36 og KÍ vóru í finaluni, sum KÍ vann 6-2. Ein spælari skoraði fimm mál. Tað [...] komu í finaluna, so hevði tað verið upplagt at bíða við at spæla hana, til grasvøllurin verður klárur at spæla á. Men nú eru tað altso B36 og KÍ, ið skulu gera av, um tað skal vera Kurt Mørkøre ella Jens
greiða yvirvág, og tað mesta gekk fyri seg á VB hálvuni, so vóru klaksvíkingar ikki heilt álvuligir, tí so leingi sum tað bara var eitt mál á muni, so lúrdi møguleikin, at VB skuldi javna, og fram móti endanum [...] men sjálvt um Kurt Mørkøre ikki var við, so tóktist tað ofta sum um teir longri afturi á vøllinum brúktu somu uppskriftina, sum tá hann er við ? í hvussu so er vórðu nógvir langir og høgir bóltar oystir [...] bóltarnir flúgva um oyruni á teimum og ofta eru uppaftur ovarlagari enn so. Heðin í hopla Sammett við so nógvar aðrar ferðir í ár, so var tað ein broyting á KÍ liðnum, at Heðin á Lakjuni var annar av álopsmonnunum
við studenta- og hf-skúlarnar í Føroyum. Vinnulívið er ein kappingarneyti, og tá so er, stendur tað almenna ofta sum taparin. Privata vinnan kann sum nevnt bjóða meira í løn, og í nógvum førum eisini meira [...] verkfalli, sum annars hevði steðga øllum próvtøkum, sum júst vóru byrjaðar. Men hóast Yrkisfelagið skrivaði undir nýggjan tvey ára sáttmála, so er formaður felagsins ikki nøgdur við tað sum spurdist burtur [...] iftini soleiðis at tað verður meira áhugavert at vera lærari við studenta- og HF- skúlarnar í Føroyum. Sum støðan er í løtuni eru ov fáir lærarar, sum skulu hava ov nógvar tímar. Hetta gevur seg aftur
hægri stíli. Men dr. Jakobsen - sum á ungum árum varð kallaður Jákup hjá bókbindaranum (!) - var jú kønur í fronskum. Og sum málfrøðingar fyrr hava víst á her í Málteiginum, so hevur fyrisetingarliðið hvørki [...] neyðugt er. Ikki tí, tað kann meir enn so koma fyri, at blaðfólk royna at føroyska og hampa málburðin hjá interviewoffrunum. Men tá krevst, at tú veitst hvat tú gert og ikki bara rættar fyri at rætta. Nakað [...] halda tað?, er einki prógv í sær sjálvum). Men hví verður júst fyrisetingarliðið so illa viðfarið? Er nakað so rótføroyskt sum at fólk verða kallaði Palli hjá Liffu, Poul hjá Stinu, Petur hjá læraranum ella
Plastnoist er øll sum hon er vælspældur tónleikur. Hetta er tónleikur, sum kann seta futt í eina og hvørja stirvna veistlu, ella sum kann njótast fyri tað hann er, og so er hetta tónleikur, sum ger teg í góðum [...] í løgunum Spinn mær ein tráð og Parabolin. Tvey løg við heitinum blues eru áhugaverd á hvør sín hátt. Trolarablues, sum als ikki er ein blues, og so Marsannubingoblues, sum er ein ektaður 12-taktara blues [...] blues, nakað av tí besta føroyska blues, sum man vera at finna á fløgu. Og so eiga vit eisini at hava í huga, at tað ikki bara er eystanfyri, at múrar skulu koyrast um koll, tí onkrir standa eisini at rapa