Nú kemur ordiligt dik á samstarvið við umheimin

Menningarstjórin ivast ikki í at avtalan millum Føroyar og Bretland fer at fáa heilt stóran týdning fyri føroyskt vinulív

? Tað er eyðvitað, at avtalan um undirgrundarmarkið ímillum Føroyar og Bretland fer set seta rættiliga ferð á samstarvið millum føroysk og útlendsk vinnuvirki.

Kjartan Kristiansen, menningarstjóri sigur, at vit hava bíðað eftir oljulógini, vit hava bíðað eftir, at skattaviðurskiftini skuldi verða avgreitt, og vit hava ikki minst bíðað eftir avtaluni við bretar markið.

? Nú eru so tann seinasta fortreytin av tí slagnum fingin til vega fyri samstarvið millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.

Tað er sjálvandi fyrst og fremst oljuvinnuna, hann hugsar um.

? Føroyskar og útlendskar fyritøkur hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at koma uppí oljuvinnuna, áðrenn hon er komin. Og fyrrenn útbjóðingin er fingin frá hondini, fer sjálvandi ikki tað stóra at henda.

? Men eg ivist ikki í, at tað arbeiðið, sum er gjørt fyri at fáa samband og samstarv ímillum føroyskar og útlendskar fyritøkur fer at taka rættiligt dik á seg nú.

Kjartan Kristiansen sigur, at hann er sannførdur um, at hetta fer at síggjast aftur á oljustevnuni í Aberdeen í heyst, har føroyingar vera við.

So hóast fyritøkurnar hava verið eitt sindur afturhaldandi av tí, at oljuprísirnir hava verið í lægra lagi, sigur menningarstjórin, at øll útlit eru til, at tað verður ein góð, føroysk stevna í Aberdeen.

? Eg vænti, at á messuni hesuferð verður tað nógv meiri beinleiðis samband og samskifti ímillum einstakar fyritøkur, enn tað hevur verið.

? Í 1995 brúktu vit stevnuna at gera vart við Føroyar og til at lýsa viðurskiftini her. Í 1997 komu fyritøkurnar nógv meiri upp í part.

? Men eg vænti at á stevnuni í ár verða tað fyrst og fremst tær einstaku fyritøkurnar sjálvar, sum fara at føra seg fram.

Hetta er fyrsta oljustevna, sum føroyingar eru á, eftir at avtalan er fingin ílag.

? Norðmenn og danir hava longu gjørt eitt stórt arbeiði fyri at koma uppí føroysku oljuvinnuna. Men eg rokni við, at nú fara eisini tær ensku at gera nógv meiri vart við seg, enn tær hava gjørt, sigur Kjartan Kristiansen.

? So tað er eingin ivi um, at tað fer at gera oljustevnuna nógv meiri spennandi, at avtalan kom beint nú, leggur hann afturat.

Hann sigur, at nú verður bíðað eftir útbjóðingini.

? Men kravið um samstarv við føroyskar fyritøkur fer at gera, at tær fyritøkur, sum hava veruliga fyrireikað seg til oljuvinnuna, og hava bøtt um kappingarførið fara at mennast stórliga í næstu framtíð Hinvegin verða tær fyritøkur, sum ikki hava tikið tað so tungt, noyddar at taka rættiligt dik á seg nú.

Men eitt gott samstarv krevur gott samskifti.

Og Kjartan Kristansen ásannar, at ferðasambandið millum Føroyar og Skotland er ikki nóg gott

? Tað er eitt sera stórt framstig, at Atlantsflog er farið at flúgva til Skotlands.

? Men tað var ein smeitur, at sjóvegis sambandið datt niðurfyri. Í løtuni er tað bara Skipafelagið, sum siglir til Skotlands. Men tað er bara ein einvegis ruta, tí á veg til Føroyar verður siglt til nógv onnur pláss fyrst. Hetta kann ikki vera ørðvísi, tí Skipafelagið má hugsa um raksturin.

? Men fyri mær er ongin ivi um, at okkara vegur til Evropa eigur at ganga um Skotland, tað er ongin ivi um, tí tað er stytsta leið og vit hava brúk fyri einum beinleiðis sambandi.

? Feløgini, sum kappast um flutningin er blivin heilt dugnalig. Og vit kundu vóna, at fleiri skipafeløg tóku seg saman um eina skotlandsrutu, um tað verður við einkarrætti, hevði tað verið ein stórur vinnngur fyri vinnulívið, tí so hvørt samstarvið veksur, økist tørvurin á flutningi. Spurningurin er, um tey hava ráð. ? Tað er ikki altíð, at tað, sum tænir samfelagnum í longdini er sambærligt við tað, sum vinnan noyðist at gera fyri at fáa raksturin at bera seg, sigur Kjartan Kristiansen.

Skal tað almenna uppí?

? Eg haldi, at tann spurningurin er avgjørdur, so tað er ikki meiri at siga um tað, sigur menningarstjórin.