Ikki nóg gott

Hatta var tað, sum vit kundu fáa burturúr semingsroyndunum, uttan at lata tað ganga út yvir næmingarnar sigur Holger Arnbjerg, formaður í Yrkisfelag Studeta & HF-lærara. ? Munurin millum okkum og magistararnar er enn alt ov stórur

Sveinur Tróndarson


Fríggjamorgunin skrivaði Yrkisfelagið undir nýggjan tvey ára sáttmála við Fíggjarmálastýrið.

Við tí slapst undan einum hóttandi verkfalli, sum annars hevði steðga øllum próvtøkum, sum júst vóru byrjaðar.

Men hóast Yrkisfelagið skrivaði undir nýggjan tvey ára sáttmála, so er formaður felagsins ikki nøgdur við tað sum spurdist burtur úr samráðingunum hesaferð.

Málið hjá felagnum var at betra um lønar- og setanarviðurskiftini soleiðis at tað verður meira áhugavert at vera lærari við studenta- og HF- skúlarnar í Føroyum. Sum støðan er í løtuni eru ov fáir lærarar, sum skulu hava ov nógvar tímar.

Hetta gevur seg aftur í, at yvirtíðarútgjaldingin á skúlunum er sera høg, og tað merkir sjálvsagt eisini at arbeiðsbyrðan hjá lærarunum í ávísum lærugreinum er alt ov stór.

Harafturat er, frá arbeiðsgevarasíðu, lagdur ov lítil dentur á eftirútbúgving, sigur Yrkisfelagið, við tí úrsliti, at lærararnir vera afturútsigldir.

Men eitt er, at hava krøv til samráðingar, annað er at fáa krøvini gingin á møti.


Úrslitið ikki gott

Holger Arnbjerg, formaður í Yrkisfelagnum sigur, at hann ikki er fullnøgdur við úrslitið av samráðingunum.

Høvuðstrupulleikin tá semingsstovnurin kom uppí var, at partarnir ikki kundu semjast um lønarspurningin og um flokskvotientin, sum lærararnir vildu hava við í sáttmálan.

Yrkisfelagið vildi hava meir enn tey 6,5 prosentini uppá lønina, sum Fíggjarmálastýrið beyð teimum, men tá avtornaði skrivaði nevndin undir uppá júst henda lønarvøksturin.

? Fíggjarmálastýrið vildi ikki hægri upp, og tí sóu vit okkum noydd til at góðtaka tað, sigur Holger Arnbjerg.

Hann vísir kortini á, at munurin millum Yrkisfelagið og magistararnar enn er tann sami, sum hann var frammanundan og tað er ikki nøktandi.

? Vit høvdu sett okkum sum mál at fáa munin burtur, men tað eydnaðist ikki í hesumføri.

Formaðurin í Yrkisfelagnum vísir á, at júst hesin munur kann fara at gera tað enn truplari at fáa fólk til tey størvini, sum eru trupul at seta frammanundan.

Holger Arnbjerg sigur, at at tað er torført at fáa lærarar til nakrar lærugreinir, og tað kemst av tí, at lønar- og setanarviðurskiftini eru so »vánalig«, sum tey eru.

? Privata vinnan er nógv meira áhugaverd í so máta. Lønirnar eru nógv hægri, og setanarviðurskiftini eru nógv betri enn tey eru við skúlarnar.


Eftirútbúgving neyðug

Hóast tað ikki eydnaðist til fulnar, so er Holger Arnbjerg fegin um at tað eydnaðist at fáa Fíggjarmálastýrið við til at gera eina sokallaða »hensigtserklæring« um at meir peningur skal setast av til eftirútbúgving.

? Aðrastaðni, og í øðrum yrkjum her heima, er tað so, at fólk, sum hava verið leingi í starvi vera send á eftirútbúgvingarskeið, men hjá okkum mugu vit sjálvi gjalda og sjálvi umsita alla eftirútbúgvingina. Legg til merkis, at meiri enn helmingurin av limum okkara er á hægsta lønarstigi, og tað merkir, at tey hava verið í starvi í meiri enn 15 ár. Tá er sanniliga brúk fyri eftirútbúgving.

Holger Arnbjerg vísir á, at tað, eitt nú á edv-økinum, gongur sera skjótt, og tí skal nakað gerast við eftirútbúgvingina.

? Men har hevur eingin vilji verið frá almennari síðu, sigur hann, samstundis sum hann staðfestir at tað nú sær eitt sindur bjartari út, hóast »hensigtserklæringin« frá Fíggjarmálastýrinum er veikt orðað.


Undirvísingaramboðini skúlans ábyrgd

Í longri tíð hevur tað verið so, at tað hevur verið ábyrgdin hjá limum Yrkisfelagsins at útvega sær at undirvísingartilfari og øll undirvísingaramboðini.

Hetta hevði felagið eisini sett sær fyri at fáa broytt, og tað eydnaðist.

Við nýggja sáttmálanum er tað ikki longur uppgávan hjá læraranum sjálvum at útvega tilfari, men tað er skúlans ábyrgd at lærarin fær tað hann skal brúka, og tað er eisini skúlans ogn.

Afturfyri hetta gekk felagið so við til, at hækkað normeraða tímatalið úr 21,2 upp í 22,1 uttan at lønin hækkar samsvarandi.


Læraratørvurin

dýrur fyri skúlarnar

Sum nevnt, so er tað torført at fáa lærarar til nakrar lærugreinar við studenta- og hf-skúlarnar í Føroyum.

Vinnulívið er ein kappingarneyti, og tá so er, stendur tað almenna ofta sum taparin.

Privata vinnan kann sum nevnt bjóða meira í løn, og í nógvum førum eisini meira spennandi arbeiðsuppgávur, og tí endar tað sum tað ger.

Men Holger Arnbjerg viðgongur, at tað ikki bara er tann privata vinnan, sum fer við arbeiðsmegini. Áhugin at lesa eitt nú støddfrøði og onnur náttúruvísindalig fak er ikki tann hann var fyri nøkrum árum síðani, og tað merkist væl á skúlunum í Føroyum.

? Vit hava ikki nóg nógvar lærarar og tí hava teir, sum eru alt ov nógva yvirtíð. Arbeiðsbyrðan er ov stór, ov nógvir tímar, og tað skulu limirnir hava løn fyri. Tí verður lønin hjá onkrum teirra rættiliga høg.

Holger Arnbjerg vísir á, at vóru allir lærararnir settir, so var søgan ein heilt onnur.

? Tað at tað vanta lærarar ger, at tað verður dýrari hjá skúlunum, tí meirarbeiðið verður útgoldið sum yvirtíð, sigur Holger Arnbjerg at enda.