fyrstu royndarboringarnar, so tað er kanska eitt sindur torført at fáa so nógv at vita longu hesuferð. Líkamikið um tað verður ella ikki verður staðfest, at olja er í Føroyum, so skulu fleiri royndir gerast [...] Ragnar møguleikan at halda ólavsøku umborð á einum boripalli. Hetta verður kanska vanligt um ikki so langa tíð. Sosialurin ynskir Ragnari góða eydnu við arbeiðinum. [...] jarðfrøði - bæði á landi og ?offhore?, so tað er rættiliga nærliggjandi, at hann fer umborð á Sovereign Explorer. Tá Ragnar í 1993 fór undir sína útbúgvin, var tað kanska ikki so nógv tos um eina føroyska oljuvinnu
hesum spretta tænastuvinnur, sum fíggjarliga mugu leggja so mikið eftir seg, at tær eru burðardyggar, og meiri tær geva av sær og leggja eftir seg samfeldar, og fleiri fólk eru í vinnu, sum samstundis [...] meiri verður orkan til at gjalda skatt og onnur avgjøld, sum so landskassin brúkar til heilsu- og almannamál, undirvísing, mentan og fíggjarmál so sum umsiting, sum svara til meiri enn 70 prosent av fíggjarlógini [...] úti um landið, so slepst ikki undan, at vinnulívið eins og tænastuvinnan verða bygd á byrðardygni og skal helst ikki njóta pening úr landskassanum. Mentan og stuðul Verður hinvegin hugt eftir mentanarátøkum
skilir, at tað er so lokkandi hjá fólki at bæði deila og hyggja at myndum av óhappum og vanlukkum. - Vit verða bombarderað við negativum tíðindum frá fjølmiðlunum og eru blivin tað í langa tíð. Vit hoyra og [...] Erling Fles og vísir á, hví slíkar søgur eru so spennandi bæði fyri tann, sum leggur tað út á Facebook, og fyri tann, sum sær tað. - Tá onkur vanlukka hendir, so veit mann ofta ikki heilt, hvat hon endar [...] barnasálarfrøðini leggur mann dent á, at um eitt barn upplivir nógvar kreppur, so kemur tað í eina støðu, sum tað ikki megnar, og so verður hetta til eitt vegamót í lívinum hjá barninum. Altso barnið lærir okkurt
meðan tíð er, tí um vit ikki kunnu antin spara rakstur ella økja um inntøkurnar, ja so enda vit í einum stórum trupulleika innan ikki langa tíð. Um ikki laksaprísirnir økjast innan stutta tíð, so er alivinnan [...] peningastovnum, sum Herman Oskarsson vil verða við?? Um so er, so manglar onkur konti á fíggjarlógini, tí upphæddin er ikki at finna har, og so lýgur onkur fyri onkrum. Eg velji at trúgva, at Oskarsson [...] undir fullveldissamgonguni, so hevði hallið á fíggjarlógini verið í milliardklassanum. Undanfarna samgonga, sum vildi skapa ein sjálvberandi búskap, eru eftir mínum tykki ongantíð so langt frá hesum máli, sum
taka eingi óráð fyri, so er ikki farandi inn, verður farið aðrastaðni. Og er ivaveður, er ein so mikið meiri varin, leggur hann afturat. Oyrareingir og Esbjerg Um ikki so langa tíð verður bingjuhavnin á [...] einki gjørt við, so tað má sær ráða, og tað er nú eina ferð so, at viðhvørt standa vit yvir fyri veðri, sum hvørki vit ella nakað annað skip kunnu sigla í, og so mugu vit laga okkum eftir umstøðunum, sigur [...] tað var hóast halt ikki so løgið, at tað bleiv sjógvurin. Abbin og pápin og brøður hansara høvdu verið sjómenn, so tað lá líkasum í genunum. Marner var ongantíð í iva, og tá so tann eldri beiggin fór tann
við moldini á besta hátt, tá fólk nú hava tíð at arbeiða í urtagarðinum, og hvussu ein ger sær eina grasplenu. Krukkur og blómur Tey seinnu árini eru krukkurnar so líðandi vorðnar alt betri og betri umtókar [...] planting í við 5-6 ymiskum blómum. Og tí er tað sera hugaligt og vakurt hjá fólki at hyggja eftir. Hinvegin so verða eisini seldar hópurin av blómum, trøum og staudum millum ár og dag. Nógv keypa sær s [...] Hoyvík: - Tú, hvat skal eg sáa í grasplenuna? Riggar hetta slagið? Vit eru í Garðsbúðini við Vegin Langa í Hoyvík, har eitt av starvsfólkunum, Rúna Egholm er í ferð við at hampa nakrar av blómunum, ið skulu
Tað byrjaði so væl, men endaði so illa. Tað má vera niðurstøðan hjá ÍF, eftir at liðið fyri aðru ferð innan sjey mánaðir tapti 10-0 móti HB. Eftir at hava byrjað við ágrýtni og respektloysi, sum skelkaði [...] Eyðun Samuelsen longu frammanundan var avskrivaður vegna skaða. Tá so HB ikki brúkti langa tíð í seinna hálvleiki til at koma upp á 4-0, ja so fall ÍF sum eitt korthús. [...] málið ikki taldi við. Men til undran fyri nógv dømdi hann mál, og so var 1-0 til HB, hóast fuglfirðingar mótmæltu. Tá vóru fimm minuttir eftir av hálvleikinum, og ÍF-ararnir vóru illir. Teir vóru heldur ikki
skuldu vent skútuni tíðliga í fjør. Eftir at vit fyrstu ferð sóu, hvussu trupul Nyrup var at fáast við. Høvdu vit gjørt tað og so lækka blokkin longu 1. januar í ár, so hevði støðan sæð eitt sindur øðrvísi [...] langt fram í tíðina, og har miðjan í føroyskum politikki er við so ella so. Men at tað verður trupult, veit Óli Breckmann helst líka so væl sum flestøll onnur. Eingin verri enn Nyrup - Fogh kann ikki blíva [...] um áðrenn valið týsdagin. Hann visti, at hann kundi fáa brúk fyri teimum og bað um tær í góðari tíð. So vóru tær har, um veljarakanningarnar fingu rætt, og Fólkaflokkurin misti sína umboðan í Fólkatinginum
eru feitir og sera væl fyri. - Hetta hevur gjørt sítt til, at tað tekur dupult so langa tíð at fáa hann turran. Men tá hann so er vorðin turrur, er hann hann ótrúliga góður, staðfestir Óli Johansen. Bankar [...] Johansen við einum brosi. Dupult tíð Óli Johansen hevur so líðandi funnið fram til mátan, at fáa tað besta burtur úr rávøruni. Her er serliga talan um turra fiskinum, sum eftir hansara meting er tann besti [...] framleiðslu á sama staði. Óli Johansen sjálvur rokast við at viga nakrar saltkjálkar í posar. So er tað arbeiðið ikki eftir, tá hann næstu ferð ætlar sær til Havnar at selja. Starvsfelagi hansara, Monrad Augustinussen
tekur atgongumerkini fram. Hann hevur tvey eftir. Synd at siga at tey líkjast, so eitt teirra er í øllum førum heimagjørt, um ikki bæði. Eg velji tað, sum eftir mínum tykki sær meira ektað út og fari ímóti [...] stadion og eftir hondini skilji eg eisini hví. Eg havi keypt eitt atgongumerki til Inter-tribununa! Ikki løgið at tað var so bíligt. Hjálmar og skjøldur Nú eru góð ráð dýr. Partvís tí Inter eftir mínum tykki [...] grundgevur hann spentur. So ríkur eri eg heldur ikki. Ólík atgongumerki Hálvan tíma undan dystarbyrjan eri eg uttan fyri inngongdirnar til stórsligna Stadio Olimpico og byrji leitanina eftir mínum svarta atgongumerki