Er hann nú so skaðiligur

 

Johan Dahl
løgtingsmaður
?????????????
Í avtaluni fyri blokkin fyri árini 2003-2006 er ríkisveitingin sett til 615,5 mio. kr.
Ríkisveitiningin er fastfryst og kann ikki prístalsviðgerast í hesum tíðarskeiði.
Hetta bleiv gjørt av flokkum, sum ongantíð ov skjótt vildu av við blokkin - hetta illavorðna barnið, sum eftir teirra tykki, var rótin til alt ilt í Føroyum.
Tó skal sigast at teir hava verið sera grammir at brúkt alt teir yvirhøvur kundu av hesum blokki.
Tey árini teir sótu við valdið fekk undanfarna samgonga heilar 5 milliardir - hvar eru størstiparturin av hesum peningi blivin av?
Stendur hann í útlendskum peningastovnum, sum Herman Oskarsson vil verða við??
Um so er, so manglar onkur konti á fíggjarlógini, tí upphæddin er ikki at finna har, og so lýgur onkur fyri onkrum.
Eg velji at trúgva, at Oskarsson tekur feil, ella kann hann kanska greiða okkum frá, hvar hendan »skaðiliga« upphæddin er at finna ella rættari sagt, hvat er hon brúkt til tá hon ikki er spard upp.
Allir búskaparfrøðingar vita, at um ikki blokkurin hevði verið - eisini undir fullveldissamgonguni, so hevði hallið á fíggjarlógini verið í milliardklassanum.
Undanfarna samgonga, sum vildi skapa ein sjálvberandi búskap, eru eftir mínum tykki ongantíð so langt frá hesum máli, sum júst nú, orsakað av teirra egna førda politikki seinastu 6 árini.
Teir oystu út av peningi til rakstur í so stóran mun tey árini teir sótu við valdið, at íløgurnar, sum annars skuldu verið tær sum sóust aftur á fíggjarlógini - svunnu nærmast burtur, í einum eksploderaðum rakstrarvøkstri, sum ikki hevur sæð sín líka.
Gamaní at stýra og brúka í ovurmát, tá væl stendur til og nokk er at taka av, men tá tað dró á luftina og dimmari skýggj aftur hómaðist í havsbrúnni, rýmdu teir av skútuni, sum rottur av søkkandi skipi.
Tá vit tosa um sjálvberandi búskap, so má málið verða, at vit mugu økja somikið nógv um inntøkur okkara, at vit harvið kunnu uppviga niðurskurðin í blokkinum.
Gera vit ikki tað - samstundis sum vit eisini eiga at tálma rakstrarútreiðslurnar mest møguligt, so fáa vit trupult við framyvir at verða eitt vælferðarsamfelag á sama støði, sum grannalond okkara.
Tað er og verður alneyðugt at tillaga kostnaðin av samfelagnum, neyðugt verður at finna útav, hvørjar tænastur vit hava ráð til og ikki í framtíðini, so einkult er tað.
Størsti trupulleikin liggur ikki í, hvørjar íløgur vit gera, men í tí alsamt vaksandi rakstarkostnaðinum
Fíggjarlógin eigur at vísa kósina framyvir - men ein framhaldandi bólgnandi almennur sektor, sum seinastu árini er vaksin nærmast ótálmað - er ikki mátin at blíva meiri sjálvbjargin uppá - um so er, so havi eg misskilt okkurt fundamentalt.
Sjálvandi skulu vit arbeiða fram ímóti verða sjálvbjargin innan ríkisfelagsskapin, tað gerst ikki yvir ein dag ella eitt ár, - men tað skal gerast við skili.

So hvørt vit økja okkara inntøkur meir enn vit økja útreiðslurnar á fíggjarlógini, ja so er møguligt at regulera ríkisveitingina - málið við ríkisveitingini er júst at varðveita áleið sama livistøði í øllum pørtum av ríkinum!
Ein kann undrast yvir, at fullveldissamgongan ikki megnaði at hava eitt hóskandi avlop á fíggjarlógini, tá blokkstuðulin enn var góðar 900 milliard um árið og bæði fólkakirkja, løgregla, dómsvald, sjóverja, flogvøllur o.a. enn ikki er yvirtikið.
Hvussu høvdu teir ætlað at fíggja framhaldandi niðurskurð í ríkisveitingini?
Hvussu ætlaðu teir at fíggja tær írestandi yvirtøkurnar, sum kostaðu 100 tals milliónir uttan at vælferðin verður skerd?

Hvørki fullveldisbúskaparfrøðingarnir ella gamla samgongan, komu nakrantíð við nøkrum ítøkiligum á borðið, sum greitt vísti, hvussu vælferðarsamfelagið Føroyar skuldi varðveitast.
Tað er óforsvarligt ikki at binda um heilan fingur meðan tíð er, tí um vit ikki kunnu antin spara rakstur ella økja um inntøkurnar, ja so enda vit í einum stórum trupulleika innan ikki langa tíð.
Um ikki laksaprísirnir økjast innan stutta tíð, so er alivinnan í stórum vanda fyri at fara heilt fyri bakka .
Somuleiðis eru tekin um, at fiskivinnan ikki kemur at hava somu høgu prísir sum hava verið - teir eru kanska blivnir meira »normalir« aftur, so vit mugu royna at verða realistisk og ikki droyma, tí veruleikin er nú einaferð dagurin ídag, ímorgin og næstu árini og tað er honum vit skulu liva við.
Tað at blokkurin er niðurskorin so ógvusligt kemur at geva okkum trupulleikar, teir merkja vit nú í inntøkugrundarlagið er viknað, nú síggja vit eisini, at tann einasta støðuga »fruminntøkan« veruliga er ríkisveitingin.
Eftir míni metan so er alt ov nógv skorið av blokkinum í einum, tað átti verið »eksperimentarað« við minni upphædd, ongin ivi um tað.
Vit mugu hava í huga, at tað at blokkurin er fastfrystur ger bara blokkin til minni part av samlaða búskapinum - um búskapurin heldur fram við at vaksa.
Um búskapargongdin vendir, so verður ein fastfrystur blokkstuðul ein alsamt størri partur av føroyska búskapinum.
Fyri at venda aftur til støðuna sum er, so er lítið at ivast í,- at minkast má um almenna sektorin.
Tann størsti vandin í stóru økingini í rakstrinum er, at sera trupult er at skera hann niður aftur og tí má størsta skynsemi vísast á øllum økjum.
Samgongan eigur at ganga á odda sum eitt gott fyridømi við at rationalisera/effektivisera og harvið eisini spara innanveggja allarfyrst.
Vit mugu eisini gera alt sum stendur í okkara makt fyri at fremja íløguhugin í vinnuni og royna at skapa karmar fyri verandi vinnu og nýggjum vinnum, sum føra inntøkuvøkstur við sær, tað er hóast alt hon sum leggur lunnarnir undir restina av samfelagnum - cirkulin byrja við vinnuni.