Brøður á brúnni

Tað var av tilvild, at brøðurnir Sverri og Marner Kjærbæk úr Vági komu at sigla við Norrønu fyri einum góðum ári síðani, Sverri sum skipari og Marner sum yvirstýrimaður. Báðir høvdu siglt við A. P. Møller - Mærsk frammanundan, Sverri við bingjuskipi og Marner við frálandaskipi. Nú komu teir fyri fyrstu ferð umborð á sama skip sum skipari og yvirstýrimaður á føroyska flaggskipinum

Jan Müller, Rás2

Árni Joensen, Sosialurin

------------------

Var tað av tilvild, at teir komu umborð á Norrønu, var tað ikki av tilvild, at brøð­urnir gjørdust sjómenn. Tó so, sum ungur hevði Sverri ein dreym um at gerast snikkari, men stutt áðrenn hann var liðugur við framhaldsdeildina, sá hann eina lýsing, har Mærsk søkti eftir aspirantum, og hann valdi at royna. Tað bleiv byrjanin.

Sverri heldur, at tað var hóast halt ikki so løgið, at tað bleiv sjógvurin. Abbin og pápin og brøður hansara høvdu verið sjómenn, so tað lá líkasum í genunum. Marner var ongantíð í iva, og tá so tann eldri beiggin fór tann vegin, var eingin ivi um, at Marner eisini skuldi á sjógvin.

Men hvussu riggar tað, at tveir brøður eru ovastu menn umborð á sama skipi?

– Tað riggar væl. Vit hava góð viðurskifti við hvør ann­an, bæði professionelt og í frítíðini, so tað er eing­in trupulleiki. Harafturat hava vit gott fólk rundan um okkum, sigur Marner.

Gott skip

Teir báðir eru á einum máli um, at Norrøna er eitt gott skip í allar mátar, og teir eru onga løtu í iva um, at Norrøna er eisini eitt sera trygt skip at sigla við. Sverri hevur siglt mong ár við stórum skipum, men hann heldur, at av teimum skip­unum, sum hann hevur siglt við, hevur Norrøna ein tann besta stabilitetin.

-Tað hevur verið nevnt, at Norrøna er og stór til at sigla í Norðuratlantshav­in­um um veturin. Hvat heldur skiparin?

– Eg vil siga, at vit sigla á einari av teimum ringastu havleiðunum í heiminum, men skipinum bagir einki. Veðrið fáa vit einki gjørt við, so tað má sær ráða, og tað er nú eina ferð so, at viðhvørt standa vit yvir fyri veðri, sum hvørki vit ella nakað annað skip kunnu sigla í, og so mugu vit laga okkum eftir umstøðunum, sigur Sverri.

– Tey, sum hava skil fyri skipum og sigling, vita, at Norrøna er eitt trygt skip - eisini í Norðuratlants­havin­um um veturin, men sjálv­andi kann veðrið vera so ringt, at tað er skilabest at lata tað fara framvið, áðrenn vit fara, sigur Sverri.

Marner heldur, at onkun­tíð kann tað tykjast eitt sind­ur ógvusligt, tá Norrøna er komin til Hanstholm, men yvirmenninir taka eingi óráð fyri, so er ikki far­andi inn, verður farið aðrastaðni. Og er ivaveður, er ein so mikið meiri varin, leggur hann afturat.

Oyrareingir og Esbjerg

Um ikki so langa tíð verður bingjuhavnin á Oyrar­eingj­um liðug, og tá fær Norrøna eina alternativa havn at hava til at taka, um skipið ikki sleppur at bryggju í Havn.

Sverri og Marner eru samdir um, at tað er sjálv­andi ein fyrimunur fyri eitt skip at hava eina alternativa havn at taka til. Hinvegin eru teir ikki kunnugir á Kolla­firði, eitt nú hvussu ættirnar eru samanborið við Havnina, so teir duga ikki rættiliga at meta um ágóðan av nýggju havnini.

– Í sigling sum í øllum øðrum er tað gott og neyðugt at hava alternativ, so tann nýggja havnin á Oyrareingjum verður góð at hava, siga teir báðir yvir­menninir.

Í Danmark hevur Norrøna júst skift havn - í hvussu er fyri meginpartin av árinum, tí nú skal skipið sigla upp á Esbjerg burtursæð frá summ­arinum, tá tað fram­veg­is fer at sigla upp á Hanstholm. Sverri heldur, at Esbjerg er tað betra valið. Tað er ein stórur býur, og so liggur hann við motorvegin til evropeiska meginlandið, sigur hann.

Sverri og Marner skilja væl, at mong er vónsvikin av, at Smyril Line hevur tikið Bergen burtur úr ferða­­ætlanini, men tá rutan ikki fæst at geva avlop, er ikki annað at gera enn at gevast við henni.

Røtt avgerð

Av góðum grundum fylgdu Sverri og Marner væl við orðaskiftinum, sum var, tá tað almenna skuldi seta pening í Smyril Line, og teir eru onga løtu í iva um, at politikararnir tóku ta røttu avgerðina.

Sverri viðgongur, at sum skipari er hann kanska ikki tann rætti at spyrja um av­­gerðina, men hann hevur kort­ini sína avgjørdu áskoðan.

– Eg meti, at hetta er eitt skip, sum er neyðugt til sigl­ing­ina í Norðurat­lants­havi, og eg haldi avgjørt, at tað var rætt at bjarga skip­inum, sigur hann.

Yvirstýrimaðurin sigur tað sama.

– Eg sat og lurtaði eftir Útvarpinum tað kvøldið, Løgtingið tók avgerðina, og eg má siga, at eg var ómetaliga glaður, tá úrslitið var greitt, sigur Marner. Jú, hatta var tann rætta av­­gerðin.