Ein feril av italienskari fótbóltsmentan

Tá fótbóltsliðið Roma í 2001 vann italienska meistaraheitið skrivaðu viðhaldsfólk orðini "Tit kunnu ongantíð skilja hvat tit hava mist" á størsta kirkjugarðinum í Rom, meðan tey sjálvi feiraðu sigurin langt inn í næsta kappingarár. Í Italia er fótbóltur ikki bara fótbóltur, men ein partur av sjálvum lívinum. Rúnar Reistrup royndi at fanga eitt sindur av italiensku fótbóltsmentanini eitt leygarkvøld á Stadio Olimpico í Rom.

Tað er altíð nakað serligt at vera til ein fótbóltsdyst saman við yvir 80.000 øðrum. Men tað er nakað heilt serligt tá hini 80.000 eru fótbóltsetandisvakir italienarar.
Leygardagin fyri tveimum vikum síðan var eg ein túr í æviga staðnum Rom, sum liggur einar tríggjar tímar frá núverandi bústaði mínum í toskanska smørholinum Siena. Italienski høvuðsstaðurin er á tremur við støðum, sum "skulu síggjast". Ovast á listanum hjá teim flestu er Colosseum, har rómverjar fyri tveytúsund árum síðan savnaðust fyri at heiðra rómverska stórleikan og síggja fólk og djór stríðast fyri lívinum.
Men heldur enn at síggja staðið, har alt hetta fór fram fyri tveytúsund árum síðan, fór eg til staðið, har rómverjar í dag savnast um rómverska stoltleikan. Staðið er Stadio Olimpico har fórbóltsliðið AS Roma hetta leygarkvøld í novembur hittir Inter Milan, sum undan dystinum er fremst í italiensku Seriu A.
Sær svart út
Í tættpakkaða bussinum til stadion tosi eg eitt sindur við 26 ára gamla Patrizio, sum stendur trýstur upp í ryggin á mær. Hann hevur eitt árskort til allar heimadystirnar hjá Roma sum hann stolur vísir mær, tá eg á grulvandi italienskum spyrji hvussu hann hevur fingið atgongumerki til dystin. Øll atgongumerki eru nevniliga útseld fyri langari tíð síðan, men eg havi eina vón um at kunna keypa eitt atgongumerki svart uttan fyri stadion. Vónin minkar tó munandi, tá Patrizio sigur, at um eg eri heppin, kann eg kanska keypa eitt fyri beint undir hundrað evrur. ? Hetta er ein sera umráðandi dystur fyri okkum, grundgevur hann spentur.
So ríkur eri eg heldur ikki.
Ólík atgongumerki
Hálvan tíma undan dystarbyrjan eri eg uttan fyri inngongdirnar til stórsligna Stadio Olimpico og byrji leitanina eftir mínum svarta atgongumerki. Men eg fái tað ikki fyri undir 80 evrur. Tað sýnist tó sum at rættiliga nógvir seljarar eru, so eg velji at bíða við at keypa. Tíggju minuttir undan dystarbyrjan kosta atgongumerkini bara 50 evrur, og fimm minuttir seinni er panikkur í sølumonnunum. Teir eru nú komnir út undan skuggandi trøunum og koma streymandi fyri at selja. Ein bjóðar mær atgongumerki fyri 25 evrur, og eg taki fegin av. Funnin fressur. Hann fær peningin, og tekur atgongumerkini fram. Hann hevur tvey eftir. Synd at siga at tey líkjast, so eitt teirra er í øllum førum heimagjørt, um ikki bæði. Eg velji tað, sum eftir mínum tykki sær meira ektað út og fari ímóti inngongini, men verði steðgaður í tí eg skal fara inn. Vakturin biður meg fara til inngongina hinumegin stadion og eftir hondini skilji eg eisini hví. Eg havi keypt eitt atgongumerki til Inter-tribununa! Ikki løgið at tað var so bíligt.
Hjálmar og skjøldur
Nú eru góð ráð dýr. Partvís tí Inter eftir mínum tykki ikki júst er guðs gáva til italienskan fótbólt, men ikki minst tí tað eru alt annað enn hjartaligar kenslur millum viðhaldsfólkini hjá Inter og Roma, og eftirsum at viðhaldsfólkini hjá Roma eru nakað væl fleiri í tali, liva Inter viðhaldsfólkini eitt vandamikið lív á og uttan fyri stadion í kvøld. Tá eg komi nærhendis Inter inngongini og síggi hana varda av einum manngarði av hálvthundrað stríðsklæddum monnum frá hernaðarløgregluni við skjøldrum, hjálmum og svørtum pinnum, velji eg at royna ta tættastu Roma inngongina, og við einum stórum sindri av bønan, eydnast tað mær at koma inn, beint áðrenn dysturin byrjar.
Komin inn síggi eg tvær ferðir so nógvar løgreglumenn av sama slag, onnur helvtin á Inter tribununi, og hin helvtin hinumegin glasmúrarnar, her eg havi fingið mær eitt standipláss á trappuni. Øll setur eru full og ein riðil av fólki stendur, so eg man neyvan vera tann einasti við følskum atgongumerki og á skeivari tribunu.
Tyfus
Her eg standi er ein øgilig málageipan. Viðhaldsfólkini hjá Roma, fyri tað mesta av kallkynsslagnum, rópa ymisk óumsetilig ókvæmisorð eftir teimum á hinari síðuni av tjúkka glasmúrinum og milanesararnir svara aftur á nøkunlunda sama hátt. Á italienskum verður fótbóltsfanatisma nevnd "tifo", sum beinleiðis umsett eisini merkir tyfus, og fótbóltsviðhaldsfólk verða kallað "tifosi". Uttan at vita um hetta orðasamanfallið er av tilvild ella ei, sýnist tað sum at summi av hesum italiensku viðhaldsfólkunum eru rakt av onkrari løgnari sjúku. Mestsum allur vanligur fornuftur er farin út, og eftir eru bara kenslur, sum lætt koma upp á kók.
Dystur í hálvleikinum
Fyrri hálvleikur gongur væl fyri Roma og hóast støðan er 0-0 er lagið rættiliga gott á stadion, tá dómarin sendir leikararnar til hálvleikssteðg. Men tá steðgurin byrjar á vøllinum, byrjar dysturin á áskoðaraplássunum. Eitt av Roma viðhaldsfólkunum blakar eina fløsku í høvdið á einum Inter-viðhaldsfólki, og so er galið. Frá hinari síðuni verður svarað aftur við einari salvu av fløskum, sum koma regnandi niður á Roma síðuna. Eg velji at taka meg nakað væl yvir í bakborðssíðu burtur frá stríðsvøllinum, har neyðbluss og annað fýrverk nú eisini verður blakað millum áskoðaraplássini. Ein øgiligur rómur stendst á Roma síðuni, tá ein av løgreglumonnunum á Inter síðuni er blivin firtin og brúkar sín svarta sláipinn ímóti nøkrum av Inter-viðhaldsfólkunum, sum eru skjót at renna undan, væl vitandi at teir stríðsklæddu her í Italia ikki eru bangnir fyri at seta seg í respekt.
Norðuritalia ímóti Miðitalia
Dysturin byrjar aftur, og eitt slag av friði kemur á áskoðararnar aftur. Men so skorar Morfeo fyri Inter, og so er aftur galið. Fløskur og fýrverk og ein einsamallur lítil kinesari verða kastað oman yvir fróu Inter-viðhaldsfólkini. Lagið gerst tó skjótt betur, tá Mondela at kalla beinanvegin betrar um støðuna, og tá Batistuta fær Roma framum eru Inter-viðhaldsfólkini gloymd og "Bati" dagsins hetja.
Hetta er eins og dystirnir í Colloseum í síni tíð ein ímynd av stríðnum á vígvøllinum, og í dag stríðist Norðuritalia ímóti Miðitalia. Tá eg fyri einum góðum mánað síðan sá EM-kvalifikatiónsdystin millum Italia og Jugoslavia á stadio San Paolo í Napoli var ógvuliga friðarligt á stadion. Tann dysturin fekk ikki blóðið hjá napolitanarunum í kók, hóast júst viðhaldsfólkini í hesum býnum eru kend fyri ikki at smæðast burtur.
At italiensku fótbóltskenslurnar soleiðis hava heilt aðrar dimensiónir tá ligafótbóltur er á skránni enn tá landsliðið er á vøllinum kemst helst partvís av at Italia sum savnað land er so nýtt, at nógvir italienarar enn kenna seg eins nógv sum romar, milanesarar ella napolitanar sum teir kenna seg at vera italienarar. Og í fótbóltshøpi er enn møguligt at uppfata Italia sum ein hóp av innanhýsis stríðandi veldum.
Men hvat við dystinum? Okan javnaði fyri Inter í síðstu løtu til 2-2, og tað vóru romararnir als ikki glaðir fyri. Syndabukkurin bleiv dómarin, sum tá rætt skal vera rætt dømdi óvanliga illa. Hann var húðflongdur í fjølmiðlunum aftaná, venjarin hjá Roma, Fabio Capello, hótti við at rýma úr italienskum fótbólti, tí dómarin sambært honum hevði oyðilagt fótbólt í hesum landi fyri altíð, og mikudagin eftir gingu 1.500 viðhaldsfólk hjá Roma kravgongu uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá italienska fótbóltssambandinum.
Sterku kenslurnar aftanfyri italiensku fótbóltsmentanina vístu seg enn einaferð sum ein kókandi grýta.